Sjálvsálitið er stórt á Argjum

Eftir javnleikir ímóti tveimum av teimum stóru, nærkast fyrsti sigurin, nú KÍ er á veg á Argir, har KÍ ofta stendur seg væl

Fótbóltslagið er gott á Argjum eftir kærkomna javnleikin ímóti HB í Gundadali, og eftir at tað næstsíðsta sunnudag í evstu løtu eydnaðist at javna ímóti Víkingi.

Í Klaksvík eru teir eisini nøgdir, eftir at tað í evstu løtu eydnaðist at bjarga einum stigi ímóti B36.

 

Í AB bíða teir framvegis eftir, at tað skal eydnast at vinna ársins fyrsta sigur. Fyritreytirnar at vinna hann eru ikki so galnar. AB venjarin Trygvi Mortensen heldur, at talan hevur verið um støðuga leikliga framgongd, og næstu vikurnar eigur AB fimm heimadystir og ein útidyst í landskappingini og steypakappingini.

-Hóast vit eru skaðaplágaðir, so standa vit okkum væl. Hugburðurin er sera góður, og sjálvsálitið ber við sær, at spælararnir tora at samanspæla. Hesar dygdirnar eru neyðugar ímóti KÍ, og so vóna vit, at tað endiliga fer at eydnast spælarunum at vera kaldir og at fáa nyttu burtur úr møguleikunum, sum vit heilt víst fara at fáa. Vit vóna, at Símun Samuelsen verður tøkur í kvøld. Tað hevði komið væl við, sigur AB venjarin.

Tað kemur illa við, at Patrik Johannesen er leikbannaður. Á skaðalistanum eru Gert Drangastein, Andri Freyr Björnsson, Rasmus Dan Sørensen og Gunnar Haraldsen.

 

Klaksvíkingar vilja so ógvuliga fegnir hanga uppi í teimum, sum kappast um fremstu plássini.             

-Í fjør stóðu vit okkum væl á Argjum. Tað er gott útgangsstøði, men vit vita, at eingi stig koma av sær sjálvum og als ikki á Argjum. AB hevur jú longu staðið seg væl ímóti bæði HB og Víkingi, so vit skulu vera fult og heilt savnaðir um hesa uppgávuna, sigur KÍ liðformaðurin Jonas Flindt Rasmussen.

Allir KÍ spælararnir eru tøkir, og tað er rættiliga sannlíkt, at onkrar broytingar vera á KÍ liðnum sammett við tað liðið, sum spældi sunnudagin ímóti B36.

 

Í fjør vann KÍ 4-0 á Argjum. Einasta ferðin, at AB hevur vunnið á heimavølli ímóti KÍ, var 16. september 2007, tá ið úrslitið var 3-1. AB og KÍ hava dystast sjey ferðir í landskappingini á Argjum. AB hevur vunnið ein sigur, einaferð endaði tað javnt – 1-1 í 2014 – og KÍ hevur vunnið fimm ferðir.