kappingarneytunum úr Riga á útivølli, og tann dystin vunnu mótstøðumenninir hjá B36 2-0. Undan tí dystinum hevði Metalurgs leikt ímóti mótstøðuliðnum hjá B68, Ventspils, og tá vann Metalurgs heili 4-0, so teir [...] nakran møguleika at gera seg galdandi í hesum dystum. Sunnudagin leiktu B36 og B68 venjingardyst á grasinum á Svangaskarði, og tann dystin vann havnarfelagið 3-2. Jóannes Jakobsen sigur seg vóna, at hansara [...] á grasið, tí tað er væl tyngri enn at leika á graslíki, og tí kann orkan fara at ganga undan, so hvørt sum dysturin líður. Dysturin millum B36 og Metalurgs verður á Tórsvølli í kvøld klokkan 19.
ætlar sær ikki at sita hendur í favn og lata peningin fara framvið borðinum. ? Eg fari at kanna hatta málið og taka tað upp. Sandoyggin hevur eisini tørv á hasum peninginum, og eg haldi ikki, at tað kann [...] avgerðini, og nú er vend komin í holuna. 450.000 krónur eru nú lagdar afturat játtanini til Musikkskúlan. Hesin peningur er tikin burtur av teimum 500.000 krónunum, ið vórðu játtaðar til Lista- og handver [...] hálvu milliónini, ið játtað var til Lista- og handverkaraskúlan á Sandoynni, standa nú eftir 50.000 krónur. Tær skulu nýtast til at kanna, hvørt tað er møguleiki og tørvur á einum listaskúla á Sandoynni.
dømingina, sum hann helt verða undir alt lágmark, og eitt tað vánaligasta. ið hann hevur sæð í sínum mongu altjóða dystum bæði fyri landsliðið og GÍ og B36. Um sjálvan dystin sigur John eisini, at eftir [...] revsað beinan vegin, og tað var sjón fyri søgn hóskvøldið. Ikki ræðandi mótstøða Eftir dystin helt John, at teir fyrstu minuttirnir av dystinum kosta dýrt. Spurdur, hvat tað er, sum hendur, svarar John, at [...] at teir hildu seg verða klárar at fara undir dystin, men tað vóru teir tíverri ikki fyrstu løtuna, og tað kostaði dýrt. Landsliðsleikarin heldur, at høvdu lettarnir ikki fingið tey bæði skjótu málini tíðliga
nevndini boð um at seta ferðina upp og t.d. kunngera síni tilmæli í seinasta lagi tann 1. september í ár. Vit eiga at hugsa um, at frá tí, at tilmælini eru tøk, og til at tey eru vorðin sett í verk, gongur [...] ávísum støðum í landinum. Verst stendur til í sunnara parti av Suðuroy. Tað almenna kann ikki sita hendur í favn, meðan eitt heilt samfelag so at siga bløðir burtur. Tað eigur tí ikki at vera nakað, sum [...] at leggja afturat, at landsstýrið átti alt fyri eitt sett eina aðra nevnd at kanna arbeiðsmarknaðin og at koma við tilmælum um, hvussu byrgjast kann fyri arbeiðsloysi ikki bert innan fiskivinnuna, men á
Sandoynna, og hvat sigur formaður floksins, harra løgmaður. Nei, John Johannesen tú hevur onki at leggja eftir Páll á Reynatúgvu fyri at vaska tínar hendur í C vitaminum, vit fylgja við, og tað er ikki [...] men spell er at tú og tínir líkar skulu koma og bróta tað niður, sum fingið er til vega. Gerhard Lognberg, eg gleðist yvir grein tína í blaðnum, nú er tjansur at standa saman. Og eg fari at heita á teg [...] virkuliga so galið at hann umboðar Javnaðarflokkin í grein síni og tað ger hann vissuliga, tí Sosialurin er jú í oddagreinini, sama dag og krámar burtur av tí sum játtað er til Sandoyar. Mær kemur hettar
við síni egnu søgu og síni egnu bakgrund, og motivini at fara á G! eru helst eins nógv og menniskjuni eru. Men fyri hesa kompleksu og fjølbroyttu fjøldina finst ein felagsnevnari, og tað er tónleikurin [...] hómi eg ein feril av samkenslu við okkara avmarkaða viti og skili. Havið og aldurnar eystanfyri tykjast hugsa eins og fjallið og stjørnurnar, og saman fylgir aldargamla klikan spent við, hvat menniskjan [...] gott og appeleraði til sálina. Æstetikkur fer ongantíð av móta, og tónleikur er og fer at rúnarbinda okkum menniskju. So kunnu havið, fjallið og stjørnurnar siga, hvat tey vilja. Hetta er okkara, og vit
hesum máli og hann væntar ikki, at tað verður eitt lætt mál at loysa. Fiskiríkidømið í føroyskum sjóøki er ogn Føroya fólks. Landsins politikarar hava skyldu at umsita hetta tilfeingi við ábyrgd og skili. [...] verður niðurfiskaður. Er skaðin fyrst hendur, fer tað at ganga long tíð, áðrenn hann verður bøttur aftur. Tað er tí at vóna, at allar avvarandi partar kenna sína ábyrgd og duga at síggja álvaran í hesum máli [...] sigur Henrik Old vera handilskvoturnar. Teir stóru línubátarnar hava keypt fiskidagar frá smærri bátum og á hendan hátt verður verður veiðitrðstið størri enn ætlað frá almennari síðu. Hetta tí ofta er talan
lagt nógvan dent á at tæna Harranum og tað gjørdi tú allar dagar eg kann minnast, til tað síðsta lá tú og sang og murraði versið: og tøkk, at tú meg hevur vart frá váða og neyð; tøkk fyri himmalljósið bjart [...] breyð. Hvønn dag, hvørja nátt og hvørja máltíð legði tú í Guds hendur við bøn. Abbi tú ert ein maður ið vit koma at minnast við virðing og kærleika, tú legði nógv gott eftir tær og tað skal tú hava stóra tøkk [...] orkaði meira. Tú hevur verið okkum ein góður abbi og langabbi, okkum børn hevur tú altíð verið góður við og givið tær góða tíð til, altíð klárur við klemm og muss tá tú sá okkum. Nú tú ert farin, renna barnaárini
hvussu landsliðsleikarin Jákup á Borg lá og venaði seg á vøllinum beint fyri hálvleik, meðan hann helt um fótin. Jákup er ein spælari, ið sjáldan liggur og venar seg, og tí vóru tað mong, ið bóru ótta fyri [...] gjørdist beinan vegin greitt, at Jákup ikki var førur fyri at spæla meiri, og hann bleiv borin á børu inn í umklæðingarrúmið, og síðani bleiv hann fluttur á Landssjúkrahúsið, har røntgenmyndir blivu tiknar [...] hann óttaðist tað ringasta, beint eftir at skaðin var hendur. - Eg hevði eina ótrúliga pínu, sum eg ongantíð havi upplivað fyrr sum fótbóltsleikari, og tí var eg bangin fyri, at talan kanska var um eitt brot
bilum parkeraðum á landsvegnum. Tá var veðrið keðiligt, tað var toka og myrkt, og vit vóru bangnir um øll tey fullu fólkini, sum gingu og mólu ímillum bilarnar úti á landsvegnum. Har er hámarksferðin 80, [...] gulum vesti við G! á búkinum og sigur fólki, hvar tey skulu seta bilin, so skilji eg væl at fólk so akta og gera sum viðkomandi sigur. Har man okkurt vera gloppið í samskiftinum, og tað er sera harmiligt, heldur [...] Ósá, løgreglumaður í Runavík, sigur hetta vera sera harmiligt, og at okkurt er gloppið í samskiftinum ímillium fyrireikarar, arbeiðsfólk og løgreglu. Hann sigur, at tað í ongum førum er loyvt at seta bilin