Árstalsfelagið úr Havn skal dystast við lettiska liðið Metalurgs, sum í løtuni liggur ovast í lettisku kappingini, eftir at 14 umfør eru leikt. Annars hevur høvuðsstaðarfelagið Skonto Riga verið at kalla einaráðandi í lettisku kappingini í mong ár, men nú tykist Metalurgs av álvara at hótta siðvanda felagið úr Riga.
Fara eftir sigrinum
Venjarin hjá B36, Jóannes Jakobsen, sigur, at tað uttan iva verður torført hjá havnarliðnum, men tað skal eingin ivi verða um, at B36 fer eftir sigrinum í dystinum í kvøld. Í B36 hava tey roynt at fingið ymiskar upplýsingar um Metalurgs, men tað hevur verið trupult. Tó vita tey í árstalsfelagnum, at liðið liggur á odda í kappingini í Letlandi,k og at liðið hevur ein litaviskan landsliðsleikara, umframt ein lettiska landsliðsleikara, Zirnis, ið júst hevur verið við til EM-endaspælið í Portugal. Harafturat er onkur russikur leikari eisini á liðnum. Roynt var at fáa hendur á einum sjónbandi av lettiska liðnum, men tað vísti seg at verða ógjørligt, sigur Jóannes Jakobsen. Venjarin hjá B36 væntar tó, at talan er um eitt tekniskt gott lið við fleiri stórum leikarum, og at Metalurgs spælir skjótan fótbólt. At lettiska liðið spælir álopsfótbólt er tað nógv, sum bendir á, tí liðið hevur skorað ikki færri enn 42 mál í teimum 14 dystunum. ið teir hava leikt í lettisku kappingini í ár. Sunnudagin leikti Metalurgs ímóti kappingarneytunum úr Riga á útivølli, og tann dystin vunnu mótstøðumenninir hjá B36 2-0. Undan tí dystinum hevði Metalurgs leikt ímóti mótstøðuliðnum hjá B68, Ventspils, og tá vann Metalurgs heili 4-0, so teir tykjast verða væl fyri.
B36 hevur alt sítt fólk tøkt til dystin í kvøld, og tað er óivað gleðiligt fyri venjaran, serliga tí at ein av berandi kreftunum á liðnum, Pól Thorsteinsson, sum eisini hevur drúgvar altjóða royndir, hevur havt ein skaða at dragast við í seinastuni. Jóannes Jakobsen letur eisini væl at seinastu venjingunum undan UEFA-Cup dystinum í kvøld. - Eg haldi, at leikararnir hava verið stak góðir undir venjing seinastu dagarnar, og teir tykjast hava tann rætta hugburðin til uppgávuna, ið liggur fyri framman, sigur hann.
Ov lítla tíð á grasi
B36 hevur vant tríggjar ferðir á grasi undan dystinum, men tað er ikki nøktandi, heldur Jóannes Jakobsen. Eftir hansara tykki er tað alneyðugt, at føroysku feløgini, sum skulu luttaka í altjóða dystum, fáa høvi til at venja regluliga á grasi, um tey skulu hava nakran møguleika at gera seg galdandi í hesum dystum. Sunnudagin leiktu B36 og B68 venjingardyst á grasinum á Svangaskarði, og tann dystin vann havnarfelagið 3-2.
Jóannes Jakobsen sigur seg vóna, at hansara leikarar fara at hava lætt við at umstilla seg til at spæla á grasið, tí tað er væl tyngri enn at leika á graslíki, og tí kann orkan fara at ganga undan, so hvørt sum dysturin líður. Dysturin millum B36 og Metalurgs verður á Tórsvølli í kvøld klokkan 19.