Vónbrótandi at pengar verða tiknir

Sandoyartingmaðurin, Gerhard Lognberg, er serstakliga ónøgdur við, at pengar verða tiknir frá Lista- og handverkaraskúlanum í Sandoynni til Musikkskúlan. Hann ætlar sær at kanna málið nærri

Tá tað frættist, at játtanin hjá Musikkskúlanum skuldi skerjast við knøppum 500.000 krónum, ressaðust fólk skjótt úr stólinum. Ónøgdin var stór. Undirskriftir vórðu savnaðar inn av foreldrum fyri at mótmæla avgerðini, og nú er vend komin í holuna.
450.000 krónur eru nú lagdar afturat játtanini til Musikkskúlan. Hesin peningur er tikin burtur av teimum 500.000 krónunum, ið vórðu játtaðar til Lista- og handverkaraskúlan í Sandoynni. Og hetta dámar sandoyartingmanninum, Gerhardi Lognberg, lítið.
? Tá peningur verður tikin frá Sandoynni, so skuldi hann eisini verið brúktur her á oynni, sigur Gerhard Lognberg. Hann leggur afturat, at Sandoyggin fær onga gleði burturúr peninginum nú.

Vónbrotin
Sandoyartingmaðurin ætlar sær ikki at sita hendur í favn og lata peningin fara framvið borðinum.
? Eg fari at kanna hatta málið og taka tað upp. Sandoyggin hevur eisini tørv á hasum peninginum, og eg haldi ikki, at tað kann vera rætt at taka pengar, har ongir pengar eru at taka, heldur Gerhard Lognberg.
Hann heldur, at tá meginlandið hevur tørv á peningi, so átti peningurin eisini at vera tikin haðani.
? Tað er vónbrótandi, tá peningur verður tikin.
Av hálvu milliónini, ið játtað var til Lista- og handverkaraskúlan á Sandoynni, standa nú eftir 50.000 krónur. Tær skulu nýtast til at kanna, hvørt tað er møguleiki og tørvur á einum listaskúla á Sandoynni.