Jógvan Ósá, løgreglumaður í Runavík, sigur hetta vera sera harmiligt, og at okkurt er gloppið í samskiftinum ímillium fyrireikarar, arbeiðsfólk og løgreglu.
Hann sigur, at tað í ongum førum er loyvt at seta bilin á landsvegi. ? Vit høvdu av trygdaráðum enná sett skelti upp, sum vístu, at tað ikki var loyvt at parkera á høvuðsvegnum. Á G!-festivalinum í fjør var sama skil, við bilum parkeraðum á landsvegnum. Tá var veðrið keðiligt, tað var toka og myrkt, og vit vóru bangnir um øll tey fullu fólkini, sum gingu og mólu ímillum bilarnar úti á landsvegnum. Har er hámarksferðin 80, so kundi verið so skjótt, at ein vanlukka hendi, sigur Jógvan Ósá. ? Í ár valdu vit tískil at binda um heilan fingur, og vit samráddust við nevndina fyri G!-festivalin, um hvussu vit best kundu skipa trygdina á vegnum, sigur hann.
Okkurt er gloppið
Avtalað var, at royna at forða bilum at parkera á landsvegnum. Løgreglan í Eysturoynni var og tosaði við ábygdarfólk, og forboðsskelti vóru sett upp á landsvegnum við Syðrugøtu.
Tó vóru nakrar vaktir, ið allarhelst ikki hava fingið boð um hetta, tí teir bóðu spyrjandi bilførarar um at parkera bilin júst á landsvegnum.
? Tá tað kemur ein maður í gulum vesti við G! á búkinum og sigur fólki, hvar tey skulu seta bilin, so skilji eg væl at fólk so akta og gera sum viðkomandi sigur. Har man okkurt vera gloppið í samskiftinum, og tað er sera harmiligt, heldur Jógvan Ósá.
Hann var sjálvur og tosaði við tey, sum høvdu ábyrgd av vaktunum, og hann sigur, at hann gekk út frá, at boðini fóru at verða borin víðari til tey, sum skuldu standa vakt. ? Men sjálvandi, sigur hann, ? tað vóru so nógv fólk, sum skiftust um at standa vakt. Tey mundu bara standa einar 2 tímar í senn, so tað er skjótt til, at okkurt gleppur burtur ímillum, sigur Jógvan Ósá.
Klaga til fútan
Hann sigur víðari, at vaktirnir, sum bóðu fólk parkera á landsvegnum, als ikki høvdu til uppgávu at skula leiðbeina bilarnar í parkeringsviðurskiftum. ? Tað er sjálvandi sera beklagiligt, at tílíkar misskiljingar skulu henda, men har er sum sagt okkurt gloppið í samskiftinum.
Jógvan sigur, at um fólk halda seg hava verið úti fyri órætti, hvat ið bótini viðvíkur, so mugu tey skriva til fútan og greiða honum frá støðuni. Hetta er einasti háttur at mótmæla.
? Fútin tekur so støðu, hvørt hald er í mótmælinum ella ikki. Hann kann eftirgeva bótina, um hann heldur hana vera givna av órøttum. Og her er so onkur feilur hendur, tá fólk beinleiðis hava fingið boð um at seta bilin á landsvegin, staðfestir Jógvan Ósá at enda.











