Løgtingsmaðurin Henrik Old, ið er formaður í løgtingsins vinnunevnd, hevur her í blaðnum mælt til at friða Føroya Banka fyri øllum fiskiskapi í eitt ella tvey ár. Bakgrundin fyri hesum hugskoti tingmansins er, at tað nú vísir seg sum nógv minni er at fáa enn tað hevur verið. Eisini sæst, at fyri tveimum árum síðani var meginparturin av veiðini stórur toskur. Nú er bert helvtin av veidda toskunum stórur toskur. Sum kunnugt er Føroya Banki kendur fyri sín stóra tosk ? banktoskarnir eru tiltiknir. Tað má tí takast sum eitt álvarsamt vandasignal, at mongdin av stórum toski í veiðuni er minkað so nógv. Mint verður eisini á, at fiskidaganevndin hevur mælt til at minka um fiskidagatalið bankanum.
Ein meginorsøkin til hesa skeivu á Føroya Banka gongd sigur Henrik Old vera handilskvoturnar. Teir stóru línubátarnar hava keypt fiskidagar frá smærri bátum og á hendan hátt verður verður veiðitrðstið størri enn ætlað frá almennari síðu. Hetta tí ofta er talan um fiskidagar, sum annars ikki høvdu verið brúktir á bankanum. Við tí skili, sum nú er galdandi, er veiðitrðstið økt út við 100 prosent, og hetta trðst kann bankin heilt einfalt ikki tola. Tað er tí avgerandi neyðugt við politiskum tiltøkum heilt skjótt. Formaðurin í vinnunevndini sigur seg hava varhugan av, at almenna fyrisitingin ikki heilt skilir álvaran í hesum máli og hann væntar ikki, at tað verður eitt lætt mál at loysa.
Fiskiríkidømið í føroyskum sjóøki er ogn Føroya fólks. Landsins politikarar hava skyldu at umsita hetta tilfeingi við ábyrgd og skili. Tað kann ikki góðtakast, at ein so tððandi partur av okkara tilfeingi, sum toskurin á Føroya Banka verður niðurfiskaður. Er skaðin fyrst hendur, fer tað at ganga long tíð, áðrenn hann verður bøttur aftur. Tað er tí at vóna, at allar avvarandi partar kenna sína ábyrgd og duga at síggja álvaran í hesum máli. Landsstðrismaðurin í fiskivinnumálum eigur at taka hetta álvarsmál upp sum skjótast. Tað verður einki lætt mál, men tað eigur ikki at ræða ein ungan og dugnaligan fiskimálaráðharra.
Sosialurin