Føroysk frí­merki á heims­fram­sýn­ing­ini EXPO 2025 í Japan

Saman við umboðum frá føroysku vinnuni, listafólki og íverksetum luttekur Posta Stamps á heimsframsýningini EXPO 2025 í Osaka, Japan, 4.–5. september.

Posta:

 

Hetta gevur okkum ein góðan møguleika at vísa fram føroyska mentan og handverk.

 

Útgávan Fjálgandi hendur eftir Sigrun Gunnarsdóttir verður givin út 4. september og verður hon presenterað á framsýningini. Frímerkið heiðrar felagsskapi og familjuvirði, sum ígjøgnum ættarlið hava sett sín dám á lívið í Føroyum.

 

Tann 5. september havi eg eina almenna framløgu um føroysk frímerki í norðurlendska skálanum Nordic Circle. Har eru øll vælkomin at luttaka og fáa innlit í okkara frímerkjasøgu og komandi útgávur.  Sí annars skránna her.

 

Fylg Posta Stamps á sosialu miðlunum fyri at fáa tíðindi úr Osaka.