Meðan Annika Hoydal bergtekur við sínum nostalgisku gomlu slagarum á spæliplássinum, stendur ein kontroversiellur, heldur illbrýntur listamaður og tónleikari vinstrumegin mær. Beint frammanfyri stendur limur í grundlógarnevndini, sum við sínum lívliga kropsmáli tykist liva seg inn í tónleikin. Høgrumegin stendur ein róligur altjóða fótbóltsdómari við barnavogni. Aftanfyri meg stendur stjórin í einum av peningasterkastu fyritøkunum í landinum. Og longri afturi stendur ein fulltíðar trúboðari úr Brøðrasamkomuni.
Felagsnevnarin
G! Festivalurin er av sonnum vorðið eitt mikrokosmos, har allir samfelagsbólkar og typur savnast. Hvør einstakur tónleikari, áhoyrari, hjálparfólk ella fyriskipari kemur við síni egnu søgu og síni egnu bakgrund, og motivini at fara á G! eru helst eins nógv og menniskjuni eru. Men fyri hesa kompleksu og fjølbroyttu fjøldina finst ein felagsnevnari, og tað er tónleikurin.
Fyri summi er festivalurin enn eitt høvi at inntaka so nógv alkohol sum gjørligt í eini (ó)tilvitaðari jagstran eftir fleiri spennandi frávikum frá gráa, triviella gerandisdegnum. Men fyri onnur er valið at leita sær oman á sandin í Syðrugøtu í størri mun ein lívsjáttandi accept og góðtøka av tí vakra og bergtakandi, sum lívið hevur at bjóða. Eitt "ja takk" til lívið. Eitt "ja takk" til ein gimstein, sum samanrenningin av sosialum aktiviteti og tónleiki er.
Ein nýggjur og attraktivur rættur er komin á lívsins sjálvtøkuborð fyri føroyingar, og tey, sum sita til borðs, tykjast vera ovurfegin um nýggja ískoytið.
Samverjin sveik
Sjáldan er høvi at uppliva eitt so konsentrerað og sprudlandi lív. Ferðin frá Gøtusandi niðan á spæliplássi og oman aftur er fjølbroytt, og tilvitskan verður bombarderað við nýggjum impulsum. So nógvum, at alt ikki verður skrásett.
Tað er fríggjadagur, og festivalurin er júst komin í gongd. Aftanfyri eitt lítið gróthús nær við høvuðsinngongina til G! økið liggur ein blaðung genta og spýr. Ein vinkona hjálpir henni, men tað tykist vera greitt, at ov nógv er farið niðurum. Eg gangi framvið, tí eg heldur vil hoyra norska rokkbólkin Gåte, og eg kenni meg sum alt annað enn tann miskunnsama samverjan. Eg hugsi um ein setning, ein vinmaður segði fyri stuttum: Tað ræður um at duga at hava tað stuttligt uttan at fucka alt upp. At halda fast um nøkur virði havandi eyguni vend móti idealunum.
Túrurin haðani oman á Sandin staðfestir enn einaferð, at Grót hevur rokkið endamálinum at gera eina fjølbroytta skrá. Eg síggi fleiri tilkomin og eldri pør, fullar tannáringar, framstandandi akademikarar, sum javnan eru í fjølmiðlunum. Barnavognarnir eru eisini nakrir í tali, men teir verða altso ikki bert nýttir at goyma øl í, tí av og á síggjast nýføddir skapningar koma undan. Eg kann ikki bara mær at hugsa, um harða ljóðið kann vera annað enn skaðiligt fyri kenslubornu oyruni hjá nýføddu børnunum.
Sum flokkandi agressivir gribbar um eitt deytt dýr flokkast áhoyrarnir kring teirra fong í kvøld, sum høvuðspallurin er. Skjótt kemur Kashmir á pall, og festivalstemningurin er komin í hæddina. Summi mala í klingur vilst og rastleys, eins og tey ikki vita, hví tey eru endaði á G!, meðan njóting, hvíla og friður lýsa úr andlitsbráunum á øðrum áhoyrarum. Fyri hesi seinnu er tónleikurin tað sentrala, og tey fáa sín dosis í ríkum máli.
Tyrilbanarnir
Tað skerst tó ikki burtur, at Grót-mentaliteturin hevur fingið gjøgnumbrot, í øllum førum undir festivalinum. Við ulpu og síðum hári ganga tyrilbanarnir runt og siga "Foytt" og "Púra", og vit onnur kenna okkum eitt sindur uttanfyri. Tá ein av pionerunum handan festivalin troppa upp, flokkast teir smærru kring kongin, sum letur nøkur væl vald orð fella, áðrenn hann fer víðari. Ein tónleikari úr Havn heldur fyri, at hóast hann er føddur og uppvaksin í høvuðsstaðnum og genetiskt er havnarmaður frá A til Z, er hann innast inni eysturoyingur.
Vit bíða spent, til Mentón fer at lansera sítt andlit og sín samleika, tí havnarfólk í Eysturoynni eru í ongamannalandi uttan nakað sereyðkenni. G!-lívsstílurin hevur funnið sítt trend og sín samleika, og tað er meiri, enn vit í Havnini kunnu breggja okkum av. Eisini er tað hugvekjandi, at høvuðsstaðurin er so langt afturúrsigldur, og at lítla gøtubygd hevur fingið størsta tónleikatiltak í Føroyum upp at standa. Klaksvíkingar eru á veg við summarfestivali í august, men høvuðsstaðurin hevur enn ongan festival av slíkum slagi.
Jesus og Nólsoyarpáll
Tá áhoyrarar treingja til ein steðg frá tónleikinum av spæliplássinum og sandinum, verður sakin tikin í egnar hendur. Á eini privatari grasplenu ein minutt frá sandinum skipa G! gestir fyri egnari sangløtu og geva tónlistarligu geniunum longri niðri kapping.
Lítla grasplenan verður invaderað av alskyns fólki úr øllum ættum. Kári P verður gjøgnumtaglaður, og síðani verður farið yvir til hetjutilbiðjandi kvæðasjangruna. Næst á skránni er ein ferð aftur til sunnudagsskúlan, tá alt var reint og óspilt, og nakrar perlur haðani verða sungnar, sum yvirraskandi nógv fólk kennast við. Við íblástri frá EM-endaspælinum verður lok lagt á við europeiskum tjóðsangum. Men tá danski tjóðsangurin fer í gongd, kemur øsingur í. Eg má viðganga, at vit hóast alt eru á G!, og tá syngur man ikki danska tjóðsangin.
Áðrenn vit varnast, eru tilkomnir grannar úr Syðrugøtu komnir upp í leikin. Tað er júst slík kvøld, at tað er stuttligt, spennandi og gott at vera eitt menniskja.
Bygdamaðurin
- Helviti her eru nógvar lekrar damur, sigur ein óklár og sløv rødd frammanfyri meg, og eg síggi beinanvegin, at talan allarhelst er um ein bygdamann. Ikki tí, ein havnarmaður hevði helst eisini funnið uppá at sagt slíkt, men alt við fýrinum peikar á, at eg náðileyst dómfelli hann at vera av bygd. Eg fari at eygleiða hann, og girndirnar tykjast hava fingið fastatøkur á honum sum villir hestar uttan teymar.
Hann fer yvir til eina ljóshærda, flotta damu, meðan hæddarpunktið á festivalinum fyri mítt viðkomandi, Lisa Ekdahl, bergtekur. Bygdamaðurin fer at práta við hana, men tað sæst á øllum brøgdum, at hann hevur valt skeivt. Gentan er nevniliga alt ov upptikin av tí, sum fer fram á palli, og hon ynskir forstýrandi mannin, har piparið grør. Hann ger eina seinastu roynd og heldur fram at práta og flenna, meðan hon av øllum alvi roynir at ignorera. Hann er væl á veg at oyðileggja hennara uppliving við Lisu Ekdahl, og bygdamaðurin hevur eisini leitt nakað av mínum uppmerksemi frá svenska meistaranum. Soleiðis skorar man ikki.
Sum líður út á náttina eru litrarnir av rúsandi vesku skolaðir niður hjá parti av fjøldini, hóast búkarnir skríggja um at fáa frið eina løtu. Rationellur, normalur og fólkaligur atburður verður kveistraður til viks, og vit og skil verður kastað fyri borð. Undir yvirflatuni ulma girndirnar, sum gerast alt sjónligari út ímóti náttini. Øll snakka við øll, og kenslurnar verða skrúvaðar upp á maksimala styrki. Í válandi meldrinum av rastleysum og villum, men eisini spentum og glaðum menniskjum, njóti eg mítt inspiratiónsorgie av teimum túsundtals impulsum, sum brenna seg í tilvitskuna. Hetta hóast eg ikki havi tikið meg aftur, og hóast eg ikki standi á síðulinjuni og eygleiði, men fylgi streyminum og eri partur av fjøldini í Syðrugøtu.
Backstage
Stóra høllin er myrk við bleiktrandi, livandi ljósum á borðunum. Her savnast tey, sum eru nóg týdningarmikil til atgongd backstage. Stóra rúmið minnir ikki sørt um tekningarnar úr Valhøll teknirøðini, tá gudarnir sita til borðs. Handan barrdiskin er ein ung kvinna, sum í kvøld ber ótta fyri síni seksuellu orientering og erligt ásannar eitt soft spot.
- Eg eri vorðin forelskað í Lisu Ekdahl. Eg kann ikki gera við tað, men eg eri fallin fyri henni, sigur hon. Tað tykist ikki vera lætt, tá hormonini draga teg ein annan veg, enn tú sjálv(ur) vilt fara.
- Eg eri bara forelskaður í hennara reyv, letur primitivt í einum tónleikara sum viðmerking til forelskaðu barrdamuna, og láturin rungar. Stóra samtaluevnið er, hvar Lisa Ekdahl má vera, men hon er so ikki at finna backstage. Nei, tað frættist ikki um nakran føroying, sum er sloppin Lisu nær. Í okkara lítla slatursamfelagi frættist í krókunum hinvegin um okkurt føroyskt sprundi, sum fekk sangaran í Kashmir at bíta á fríggjakvøldið. "Mítt land hevur fostrað eitt ravnaslag, fegnast tað flýgur um nætur", sigur Janus Djurhuus í yrkingini "Slatur".
Lítla menniskja
Omanfyri pumpandi fjøldina í Syðrugøtu síggjast onkrar hendinga stjørnur, sum hava hug at smílast at okkum menniskjum niðri á sandinum. Fjøldin melur rastleys í klingur og er á gosi av ljóðinum úr hátalarunum og sosialu grýtuni. Støðlafjall handan høvuðspallin tykist hava sama háðandi smíl, men samstundis hómi eg ein feril av samkenslu við okkara avmarkaða viti og skili. Havið og aldurnar eystanfyri tykjast hugsa eins og fjallið og stjørnurnar, og saman fylgir aldargamla klikan spent við, hvat menniskjan hevur at borðreiða við anno 2004.
Uttan mun til, hvat hesi hava hugsað um neyðars lítla menniskja, var tiltakið gott og appeleraði til sálina. Æstetikkur fer ongantíð av móta, og tónleikur er og fer at rúnarbinda okkum menniskju. So kunnu havið, fjallið og stjørnurnar siga, hvat tey vilja. Hetta er okkara, og vit elska tað.
Tey trý standa har ár út og ár inn og eygleiddu eisini Gøtutrónd og Geyta á sinni. Nú eygleiða tey G! Festivalin, og tey fara helst at vera vitni til nógv fleiri festivalar, eisini eftir at vit eru farin haðani. Tey sleppa at vera verandi, meðan vit skulu víðari.
Eg gerist við eitt øvundsjúkur. Meðan vit stríðast móti hesum náðileysa yvirvaldinum - tíðini - sum spakuliga flytir okkum úr hesum heimi, sleppa fjallið, stjørnurnar og havið at vera verandi - í øllum førum longri enn vit.
Hinvegin veit eg ikki, hvussu virðismikið eitt vikuskiftið á Gøtusandi hevði verið, um tíð okkara ikki var avmarkað. Tí uttan ein enda, uttan tíðaravmarkingina, hevði hvør løta og hvør minuttur mist sítt virði. So høvdu óendaliga nógvir festivalar verið fyri framman, og so høvdu vit altíð havt møguleikan at farið í næsta ár. Nú vita vit, at einaferð verður einki "í næsta ár", og tað fer ikki altíð at vera høvi til slíkar upplivingar. Onkuntíð er lummafilosofiin góð at minna okkum á okkurt, vit øll vita, men sum vit ikki (vilja) hugsa um.
Tíverri enda flestu dagar menniskjunnar í gloymibókini, men um hann verður nýttur rætt, er G! Festivalurin ein vari. Ein løta, sum ikki verður gloymd. Ein uppliving, sum ikki endar í gloymibókini.