HM: Manuel Neuer er aftur á týska landsliðnum

Her er týski HM-hópurin

Mynd: Ritzau Scanpix

Ein av bestu málverjunum nakrantíð, Bayern München málverjin, 40 ára gamli Manuel Neuer ger eitt "comeback" á týska landsliðnum. 

 

21. august í 2024 kunngjørdi Neuer annars, at hann var givin á landsliðnum. Týskarar í síni heild hava tó tikið sera væl ímóti boðunum, at Neuer er við í HM-hópinum hjá Julian Nagelsmann, ið er kunngjørdur í dag.

 

Liðfelagin hjá Neuer í Bayern, bert 18 ára gamli framrættaði miðvallarin, Lennart Karl er eisini úttikin. Hann er yngsti leikarin nakrantíð, ið er tikin út til ein týskan HM-hóp.

 

Týskland er í innleiðandi bólki E saman við Ekvador, Fílabeinsstrondini og Curacao. 

 

Týski HM-stoltleikin er særdur. Í 2018 og í 2022 vunnu týskarar seg ikki úr bólkaspælinum. Í søguni hevur Týskland fýra HM-gull, fýra HM-silvur, tríggjar HM-bronsur og eitt fjórða pláss. Tað er bara í 1938, umframt í 2018 og í 2022, at Týskland ikki hevur vunnið seg víðari úr innleiðandi bólkaspælinum. 

 

Undan HM-endaspælinum spælir Týskland venjingardystir móti Finnlandi og vertstjóðini, USA.

 

HER er týski HM-hópurin:

 

##med2##

 

 

 

Mynd: Ritzau Scanpix

Kelda: DFB - týska fótbóltssambandið