Góði abbi. Okkara høgt elskaði abbi. Tungt er tað at sita her og skriva minningarorð um teg. Nú komu boð eftir tær, nú fór tú frá okkum 82 ára gamal, eftir at tú lá sjúkur í nakrar vikur, til hjarta títt ikki orkaði meira.
Tú hevur verið okkum ein góður abbi og langabbi, okkum børn hevur tú altíð verið góður við og givið tær góða tíð til, altíð klárur við klemm og muss tá tú sá okkum.
Nú tú ert farin, renna barnaárini fram fyri okkum, alt tað góða vit høvdu saman við tær, alt tað góða tú lærdi okkum.
Ommu var tú sera góður við, ja øll okkum, sum stóðu hjarta tínum nær.
Altíð hevur tú lagt nógvan dent á at tæna Harranum og tað gjørdi tú allar dagar eg kann minnast, til tað síðsta lá tú og sang og murraði versið:
og tøkk, at tú meg hevur vart frá váða og neyð;
tøkk fyri himmalljósið bjart,
tøkk fyri dagligt breyð.
Hvønn dag, hvørja nátt og hvørja máltíð legði tú í Guds hendur við bøn.
Abbi tú ert ein maður ið vit koma at minnast við virðing og kærleika, tú legði nógv gott eftir tær og tað skal tú hava stóra tøkk fyri.
Friður veri við minninum um okkara kæra abba og langabba Jóhan.
Abba- og langabbabørn