Tað frættist, at ein nevnd er sett at arbeiða við spurninginum um tann óvirkaða fiskin, sum fer av landinum. Hetta eru góð tíðindi hjá teimum, sum sóknast eftir einum almennum initiativi í hesum máli. Tað man vera breið semja um, at arbeiðsloysi er tað versta, sum kann henda føroyska samfelagnum. Tey flestu munnu minnast, hvussu lemjandi arbeiðsloysið var eftir kreppuna í nítiárunum. Tað man eisini vera breið semja um, at alt sum kann gerast fyri at forða fyri arbeiðsloysi, eigur at vera gjørt.
Sum øllum kunnugt, so er álvarsamt arbeiðloysi longu nú á ávísum støðum í landinum. Verst stendur til í sunnara parti av Suðuroy. Tað almenna kann ikki sita hendur í favn, meðan eitt heilt samfelag so at siga bløðir burtur. Tað eigur tí ikki at vera nakað, sum forðar fyri, at tað almenna við einum sterkum landskassa í bakinum fer inn við arbeiðsloysisfyribyrgjandi tiltøkum í økjum, har vandin fyri vinnuloysi er størstur.
Tað er eingin loyna, at útflutningurin av óvirkaðum fiski av føroyskum sjóøki er ein meginorsøkin til tað vaksandi vinnuloysið. Tað hevur ljóðað, at nevndin, sum arbeiðir við hesum vandamáli, kemur við áliti til heystar. Hertil er at siga, at hetta er alt ov long tíð at bíða eftir einum so týdningarmiklum máli. Tilmælini hjá hesi nevnd eru avgerandi fyri støðuna á arbeiðsmarknaðinum. Gongur tað sum nú støðugt aftur um brekkur við arbeiði innan fiskivinnuna á landi, so eru fleiri hundrað fólk farin út av arbeiðsmarknaðinum, tá nevndarálitið kemur fyri ein dag. Landsstýrið eigur tí at geva nevndini boð um at seta ferðina upp og t.d. kunngera síni tilmæli í seinasta lagi tann 1. september í ár. Vit eiga at hugsa um, at frá tí, at tilmælini eru tøk, og til at tey eru vorðin sett í verk, gongur drúgv tíð. Almenningurin kann ikki góðtaka, at drálað verður við hesum máli longur. Vit hava hug at leggja afturat, at landsstýrið átti alt fyri eitt sett eina aðra nevnd at kanna arbeiðsmarknaðin og at koma við tilmælum um, hvussu byrgjast kann fyri arbeiðsloysi ikki bert innan fiskivinnuna, men á øðrum vinnuøkjum eisini.
Sosialurin