Mistøk kosta

Liðskiparin hjá B36, John Petersen, segði eftir dystin hóskvøldið, at hevði tað ikki verið fyri mistøkini tíðliga i dystinum, hevði alt verið opið undan seinna dystinum í Letlandi.

Frá sínum royndum í altjóða dystum veit liðskiparin hjá B36, John Petersen, at gerst tú mistøk í slíkum dystum, so verða tey revsað beinan vegin, og tað var sjón fyri søgn hóskvøldið.

Ikki ræðandi mótstøða
Eftir dystin helt John, at teir fyrstu minuttirnir av dystinum kosta dýrt. Spurdur, hvat tað er, sum hendur, svarar John, at teir hildu seg verða klárar at fara undir dystin, men tað vóru teir tíverri ikki fyrstu løtuna, og tað kostaði dýrt. Landsliðsleikarin heldur, at høvdu lettarnir ikki fingið tey bæði skjótu málini tíðliga í dystinum, er tað væl møguligt, at alt hevði verið opið undan dystinum í Letlandi, men sum nú er, trýr hann ikki uppá, at tað fer at bera til hjá B36. Hinvegin ivast John ikki í, at teir kunnu fáa eitt gott úrslit á útivølli, tí mótstøðuliðið var als ikki ræðandi, hóast talan var um eitt gott lið, sigur hann.
John Petersen helt lítið um dømingina, sum hann helt verða undir alt lágmark, og eitt tað vánaligasta. ið hann hevur sæð í sínum mongu altjóða dystum bæði fyri landsliðið og GÍ og B36.
Um sjálvan dystin sigur John eisini, at eftir hansara tykki spældi B36 fult upp við lettarnar stóran part av dystinum, men tað var rættuliga tungt í fyrra hálvleiki, beint eftir at tey bæði skjótu málini vóru komin.