Sólvit Simonsen
???????????
Eg kann ikki lata vera við at taka pennin í hond, tá ið eg lesi grein hjá John Johannesen í Sosialinum í dag, er tað virkuliga so galið at hann umboðar Javnaðarflokkin í grein síni og tað ger hann vissuliga, tí Sosialurin er jú í oddagreinini, sama dag og krámar burtur av tí sum játtað er til Sandoyar.
Mær kemur hettar fyri sum í kreppuárunum. Tá bleiv gjørd ein almenn samanlegging av fiskavirking, við tí úrsliti, at bæði virkini í Sandoynni blivu stongd og oyggin soleiðis avhøvda. Kemur tað nú uppá tal um stuðul til nakað endamál í Tinginum, eru teir beinanvegin og reypa um Sandoyarætlanina, nei tað var eingin Sandoyarætlan sum setti gongd aftur í virkini, men tað vóru teir ágrýtnu dugnaligu menninir sum sita við Sandoy Seafood í dag, sum fingu lív aftur í Sandoynna.
Og nú er aftur sama skilið, tað eru nakrar krónur játtaðar til Lista-skúla í Sandoynni. Tað fer mær kalt niður eftir bakinum, landsstýrismaðurin hjá Fólkaflokkinum kemur og krámar eftir hesum pengum, lat tað so vera, men at javnaðarflokkurin, sum eg havi stuðlað alt mítt lív, skal verða tann fyrsti sum kemur og tekur undir við at leggjast eftir Sandoynni, ja, trúgv tí, nú fór eisini at mæla fyri mær. Er hettar tað javnaðarflokkurin hevur bjóðað okkum, so er spennandi at vita hvat fróðarmaðurin Hendrik Old hevur at siga okkum táið tit koma aftur í Sandoynna, og hvat sigur formaður floksins, harra løgmaður.
Nei, John Johannesen tú hevur onki at leggja eftir Páll á Reynatúgvu fyri at vaska tínar hendur í C vitaminum, vit fylgja við, og tað er ikki fyri blindan at bera, at Páll hevur verið ágrýtin fyri tað valdømi hann er valdur í, men spell er at tú og tínir líkar skulu koma og bróta tað niður, sum fingið er til vega.
Gerhard Lognberg, eg gleðist yvir grein tína í blaðnum, nú er tjansur at standa saman. Og eg fari at heita á teg um tað er soleiðis vorðið at javnaðarflokkurin er drukn-aður, so gev honum eina sproytu við nicedam tað upplívar við skjótum virkningi.
Spennandi er at vita hvat Sambandsflokkurin sigur. Man tað virkuliga vera so galið, at tann tigur ið samtykkir.