at vera hana fyri uttan so longi, tá ein ikki hevur roynt tað áður, og eg var eitt sindur bangin fyri, at hon ikki fór at koma heimaftur, men eg uggaði meg við, at hennara visum var bara fyri tríggjar mánaðar [...] men hugurin er so góður, at vit høvdu helst ikki dugað at hildið frí, sigur Rannvá, sum í fótbólti er í áleypari, meðan hon stendur í málinum í hondbóltinum. Hon sigur, at hon tímir ikki so væl at vera [...] Klaksvík: Tær eru sum tveir dropar at síggja til, og tað kann vera sera torført hjá einum, sum ikki kennir tær at vita hvør er hvør, hóast onnur hevur stutt hár. Men tá ein hevur tosað við tær eina løtu
maskinunum er aftur at hoyra, og tað síggja ikki út til at vera trupulleikar, hóast maskinurnar hava staðið stillar í næstan eitt ár. Kósin er latin upp og umleið 50 fólk eru farin til arbeiðis. Fyri einum [...] rímiliga væl, og málið er at koma aftur á tað støðið. – Tá vit høvdu Kósina vóru eini 400 fólk í miðal sum fingu løn. Tað vóru eini 180 ársverk og tað er málið. Men tað verður ikki beinanvegin. Vit hava [...] trolararnir, sum landaðu til virkið fóru av knóranum. Hetta hevði við sær, at virkið seinni fór, hóast tað kanska longu var á veg. Fyri tíð síðan gjørdist greitt, at Hanus Hansen, stjóri á JFK, sum fyrr hevur
viðvíkjandi. Sjálvadi vilja teir altíð vera opnir fyri nýggjum hugskotum, men sum landið liggur í løtuni, er hetta ikki nakað, sum er aktuelt her og nú. Møguliga eru tað tó aðrir, sum ganga í líknandi tonkum, [...] hevur gingið út yvir tað arbeiðið, sum annars er farið fram á virkinum, og fyri privatu íleggjararnar hevur hetta verið viðvirkandi til, at teir ikki hava havt fyri neyðini at skula gera ovurstórar íløgur [...] heldur ikki verið serliga nógvir væl nøgdir gestir, um so var at helmingurin av tíðini, sum rindað verður fyri, skuldi verið nýttur til at baksast við teknikkin. Tað er tó soleiðis, at talan ikki bert er
Landsverki heldur nakað annað. Fyri tað fyrsta leggur hann dent á, at enn er ongin avgerð tikin um at portalurin skal longjast. Tað einasta, sum er hent, er, at vit hava spurt okkum fyri, hvat tað fer at kosta [...] eisini, at hetta kemur ikki at seinkað upplatingini nakað. Fyri tað fyrsta, tekur tað ikki tríggjar mánaðir at longja portalin. Tað er heldur ikki neyðugt at grava asfaltið uppaftur. Fyri tað annað, hevur Landsverk [...] omanfyri. Men nú er langt síðani, at at portalurin var stoyptur. Skal hann longjast, hví er tað so ikki langt síðani gjørt, so at tað ikki seinkar upplatingini? Men tað dugir Landsverk ikki at svara upp á
Lambareiði, hevði ikki verið so nógv at gjørt. Hetta gjørdi kortini ikki tað, at teir báðir portørarnir sótu fyri einki. Tað er altíð okkurt at takast við. Ein partur av hesum arbeiðinum er at eftirhyggja [...] Lambareiði vera. Men hetta er tíbetur ikki gerandiskostur, tí teirra arbeiði er eisini at flyta sjúklingar og fólk við skaða til viðgerð ella kanning á sjúkrahúsi. - Hetta er eitt sera áhugavert og víttfevnt [...] arbeiði, sigur Jógvan Páll Kannuberg, sum er ættaður úr Runavík, men býr nú í Leirvík, júst sum starvsfelagi hansara, Asbjørn Knudsen. Hann hevði áður egið virki sum timburmaður, men hevði síðani hug at
bert um teg sjálva, men altíð, altíð um hini, tíni kæru. Fyri meg vart tú, góða Lena, ikki bert ein vinkona, men sum ein onnur mamma, sum eg kundi halla meg til og tosa við um alt, sum birtist í hjarta mínum [...] heim til tann Harra, sum tú fult og fast trúði uppá, og har, sum ongin pína og neyð er. Eg veit, at tín trúgv var sterk í Harranum. Ja, góði John og øll tíni, eg veit at saknur tykkara er stórur, men eg veit [...] Annu í Jansagerði, ? ja, øllum teimum, sum tú var so sera góð við, og sum stóðu hjarta tínum so nær. Tú hugsaði ikki bert um tíni nærmastu, men títt hjarta fevndi eisini um øll míni og annars tey, tú kendi
man nevniliga ikki alt, tí peningurin er ikki til staðar. - Tað er ikki lætt fíggjarliga, tá tað bert er tann eina inntøkan frá útróðrinum hjá Esmari at liva av. Men eg kundi kortini ikki hugsað mær nakað [...] ein bil á stovuborðinum hjá soninum. - Fyri børnini betýðir tað alt, og fyri tey hevur tað eisini nógv at siga, og er ein tryggleiki hjá teimum, at mamman altíð er til staðar, tá tey hava tørv á tí. Hetta [...] annað, slær hon rimmarfast. Rokast Ein fylgja av hesum umstøðum er, at tey ikki altíð kunnu keypa tað sum teimum lystir til heimið. - Eg veit ikki, hvussu fínt ein kann ella partú skal hava tað inni hjá sær
men tað er ikki altíð lætt at góðtaka tað. Onkuntíð, tá ið eg og familjan skulu hugna okkum við onkrum, kann tað gott vera at okkurt lítið problem kemur í millum, so haldi eg altíð, at tað er mín feilur [...] send til Danmarkar, og tað er ikki serliga stuttligt at verða sendur til Danmarkar frá familju og vinum. Nú havi eg fingið hjálp, men eru tað ikki nógv fleiri børn í Føroyum, sum hava ADHD og onga hjálp fáa [...] eg eri so býtt, eg eri ónd og sovorðið tvætl, sum kemur inn í mítt høvd. Eg kann eisini lætt blíva ill, tá alt ikki gongur eftir mínum høvdi. Tí er brúk fyri einum stovni í Føroyum.
Erhard Mortensen tó mest er kendur fyri, er fyri sína trúgvu tænastu fyri brennistøðina hjá Tórshavnar kommunu, har hann starvaðist í meira enn 40 ár – fyrst á gomlu brennistøðini í Havnardali, og síðan á [...] hevur altíð verið ein óføra raskur arbeiðsmaður. Hann er lættur av lynd og hittinorðaður og teir, sum kenna hann, siga, at tað hevur altíð verið stuttligt og hugaligt at arbeitt saman við honum. Sum 70 ára [...] eisini í Kaffihúsinum í Vágsbotni í Havn - men ikki minst á brennistøðini hjá Tórshavnar kommunu - fyllir 80 ár nýggjársaftan. Maðurin er Erhard Mortensen, sum er føddur í Trongisvági nýggjársaftan í 1939.
hava ikki fingið eyka yvirskot av hesum, bestemt ikki. Og kanska hava vit enntá ikki torað at koyrt prísin so nógv upp, sum vit burdu gjørt, fortelur hon. – Vit hava enntá koyrt veitarar frá sum leverandørar [...] altso ikki ein máti hjá samtakinum at fáa størri avkast uppá. – Vit halda altíð, at príshækkingarnar eru reellar, sum veitararnir hjá okkum koma við. At hækkingarnar fylgja inflatiónini og ikki at vit [...] Príshækkingar og lækkingar taka jú altíð eina tíð. Men eg trúgvi, at vit fáa eina normalisering á prísurnar nokkso skjótt. Eg trúgvi í hvussu er ikki, at hesar príshækkingarnar, sum vit hava sæð í síðstuni, fara