Ikki vardi tað meg, at tú, nýliga heimkomin úr Danmark, so brádliga skuldi verða tikin frá okkum, tínum kæru, ? manni, børnum, barnabørnum, verbørnum, langommubørnum og ikki minst tíni fosturmammu, Annu í Jansagerði, ? ja, øllum teimum, sum tú var so sera góð við, og sum stóðu hjarta tínum so nær. Tú hugsaði ikki bert um tíni nærmastu, men títt hjarta fevndi eisini um øll míni og annars tey, tú kendi, ? so hjartagóð, tú var. Aldrin hugsaði tú bert um teg sjálva, men altíð, altíð um hini, tíni kæru.
Fyri meg vart tú, góða Lena, ikki bert ein vinkona, men sum ein onnur mamma, sum eg kundi halla meg til og tosa við um alt, sum birtist í hjarta mínum, og tú lurtaði og skilti, og uggaði, tá tað var neyðugt!
Tær góðu og hugnaligu løtur inni hjá tykkum, tær og John, sum vit høvdu saman, og ikki minst teir nógvu, góðu túrarnir, vit gingu, tá John hevði drekkamunnin kláran, tá vit komu heimaftur, minnist eg við sera stórum takksemi.
Nú ert tú farin heim til tann Harra, sum tú fult og fast trúði uppá, og har, sum ongin pína og neyð er. Eg veit, at tín trúgv var sterk í Harranum.
Ja, góði John og øll tíni, eg veit at saknur tykkara er stórur, men eg veit eisini, at Lena ynskti, at tit skuldu hyggja fram eftir og seta tykkara álit á tann Harra, sum hon setti sítt álit á.
Við sálmi 509 í sálmabókini ynski eg, at Harrin má signa tykkum og okkum øll í sorgini og sakninum.
Æra veri minnið um mína elskaðu vinkonu, Lenu.
Ulla undir Kletti