Tvey føroyingalið spældu fríggjakvøldið fjórðingsfinalur í íslendsku steypakappingini.
Dánjal Ragnarsson og liðfelagarnir í Fram máttu lúta 25-30 fyri KA á Akureyri. Í steðginum var KA á odda 14-13.
Tað gekk tó framúr hjá Dánjali, ið var stórskjútti hjá Fram við 10 málum.
Heldur ikki Sveinur Olafsson og liðfelagarnir í Afturelding rukku hálvfinalunum. Á heimavølli Mosfellsbær tapti Afturelding 29-30 fyri FH. Garðar Ingi Sindrason skoraði sigursmálið hjá FH í allarseinasta sekundinum. Í steðginum var FH á odda 16-15.
Sveinur skoraði trý mál fyri Afturelding.
Nú verður eingin kappingardystur aftur hjá okkara monnum í Íslandi fyrrenn 4. februar í 2026. Nú er vetrar- og HM-steðgur.











