EM: Tórður avloysir Sasja

Peter Bredsdorff-Larsen hevur funnið avloysaran fyri Sasja Lacok

Mynd: HSF

HSF skrivar á facebookvanga sínum: 

 


- Ein útskifting er framd í A-landsliðshópinum, sum skal til EM-endaspælið í januar. Tórður Skorheim Guttesen er kallaður inn fyri Aleksandar Lacok, sum hevur fingið ein skaða at dragast við.

 

Aleksandar var óheppin í seinasta dystinum fyri felag sítt TSV St. Otmar Handball St. Gallen og hevur fingið ein snudd í annað knæið, sum hann er skurðviðgjørdur fyri. Landsliðsvenjararnir hava kallað Tórð Skorheim Guttesen úr Kyndli inn í hansara stað. Skrivar HSF.

 

Mynd: HSF