Brandan bjóðar bestubitar á jólum

Í mun til fyrr, tá eg ørminnist, at miðbýarmatstovur í Havn stongdu á jólum og nýggjárinum, hevur sama vinna hesa mest avbjóðandi myrkatíðina, longst frá útvenda ferðavinnusummarinum, fingið so góða undirtøku, at vinnan neyvan kann lýsast annarleiðis, enn at hon stendur í mest innovativa fagurblóma heilt frá borðreiðing til vøddamýking. Og uppvartaravinnan fer nú av álvara at røkka til Klaksvíkar eisini.

 

Kalt er úti. Ein skal ansa sær í hálkuni, tí tungt er gamlamanna fall, sigur orðatakið hetta lívsskeið og hesa ársins tíð. Men vit koma fram í øllum góðum. Virgar Enghamar, er í durinum og bjóðar vælkomin inn í hitan.

 

Um vikuskiftið hitti eg hann og kokkin, Jaspur Svabo Jørgensen, á Húsagarði, og so eisini Andras Sigmarsson Jacobsen, lærara á Tekniska skúla í Klaksvík, har hann stendur fyri matvøruútbúgvingini, har fyrstu sveinaroyndir fyri kokkar nú fara at verða.

 

Les meira her: Brandan bjóðar bestubitar á jólum