Vil vita hví bori­út­gerð­in ikki er í Tjørnuvík

Enn er boriútgerðin til Tjørnuvíkartunnilin ikki komin norður

Semja var um um, at so skjótt toymið hjá Landsverki var liðugt at bora Dalstunnilin, skuldi útgerðin flytast norðureftir, so farast kundi undir at bora til Tjørnuvíkar uttan drál.

Tað sigur Henrik Old, løgtingsmaður, sum tí setir landsstýriskvinnuni í samferðslumálum ein grein 52a fyrispurning um boriútgerðina til Tjørnuvíkartunnilin.

Spurningarnir eru orðaðir soleiðis:

1. Hví er boriútgerðin til Tjørnuvíkartunnilin ikki flutt norður enn – og hvar stendur hon nú?

2. Nær kann væntast, at boriútgerðin verður flutt?

3. Nær verður fyrsta skotið latið av til Tjørnuvíkartunnilin?

Í viðmerking til spurningin vísir Henrik Old á, at samgongan hevur í fleiri fíggjarlógum sett játtan av til Landsverk at fyrireika og gera eina nýggja farleið til Tjørnuvíkar. 

– Á borgarafundi í Tjørnuvík á sumri 2024 greiddu Landsverk og landsstýrismaðurin frá, at fyrireikingarnar gingu væl, og ætlanin var at byrjað arbeiðið á vetri í 2024.

Samgongan hevur verið samd um, at so skjótt toymið hjá Landsverki var liðugt at bora Dalstunnilin, skuldi útgerðin flytast norðureftir, so farast kundi undir at bora til Tjørnuvíkar uttan drál, sigur Henrik Old.

##med2##

 

– Seinasta skotið í Dalstunlinum var latið av fyri júst tveimum árum síðani og arbeiðsfólkið í boritoyminum var liðugt við tunnilsarbeiðið fyrr í ár. Men enn er eingin útgerð at síggja hvørki í Tjørnuvík ella í Haldórsvík. Tí setur undirritaði landsstýriskvinnuni í fíggjarmálum hesar spurningar, sigur Henrik Old, løgtinsmaður.