Musk vann: Hevur rætt til løn frá Tesla uppá 886 milliardir

Ein nýggjur úrskurður gevur stjóranum í Tesla, Elon Musk, rætt til ein lønarpakka, sum íleggjararnir í Tesla góðkendu í 2018.

Stjórin í elbilaframleiðaranum Tesla, Elon Musk, hevur fingið rætt til ein lønarpakka, sum íleggjararnir góðkendu í 2018. Hægstirættur í Delaware hevur staðfest hetta í kæru. - Mynd: Nathan Howard

Stjórin í Tesla, Elon Musk, hevur framvegis rætt til lønarpakkan, sum ein dómari í amerikanska statinum Delaware vrakaði fleiri ferðir í fjør.

Tað kom hægstirættur í statinum fram til í kæru mikudagin, skrivar Reuters.

Upprunaliga var lønarpakkin uppá 56 milliardir dollarar, men av tí at kursurin á partabrøvunum hjá Tesla síðani er hækkaður, er lønarpakkin nú verdur 139 milliardir dollarar, sum svarar til 886 milliardir í okkara krónum.

Lønarpakkin varð upprunaliga góðkendur av partaeigarunum í Tesla aftur í 2018 og hevur síðani verið kritiseraður fyri at vera ov stórur.

Í januar 2024 fann dómarin Kathaleen McCormick í Delaware útav, at lønarpakkin var ov stórur.

Dómarin førdi millum annað fram, at partaeigararnir í Tesla ikki góðkendu lønarpakkan á upplýstum grundarlagi tá.

Nevndin í Tesla sendi síðani lønarpakkan til atkvøðugreiðslu aftur, og íleggjararnir góðtóku hann aftur. Men dómarin Kathaleen McCormick gav lønarpakkanum reytt ljós aftur í desember í fjør.

Men teir fimm dómararnir í hægstarætti í Delaware komu mikudagin til eina aðra avgerð.

– Tað er óumstrítt, at Musk til fulnar leyk treytirnar fyri lønini (av lønarpakkanum, red.) í 2018, og Tesla og partaeigararnir hava fingið løn fyri hansara arbeiði, skriva dómararnir í avgerðini fríggjadagin, sambært tíðindastovuni AFP.

Elbilaframleiðarin Tesla svaraði ikki áheitan frá Reuters um avgerðina leygarkvøldið.

Sjálvur hevur Elon Musk viðmerkt eitt uppslag á sosiala miðlinum X, sum hann eigur, sum snýr seg um avgerðina. Her skrivar Musk, at hann er blivin rættaður.

Í november í ár atkvøddu partaeigararnir í Tesla fyri enn einum lønarpakka til Musk. Lønarpakkin er virðismikil 878 milliardir dollarar yvir eitt tíggju ára tíðarskeið.

Upphæddin svarar til 5.685 milliardir krónur.

Í lønarpakkanum eru nøkur krøv viðvíkjandi virðisskapan hjá Tesla.

Elbilaframleiðarin skal millum annað gera 20 milliónir akfør komandi áratíggjuni, samstundis sum ein millión av bilføraraleysu hýruvognunum hjá Tesla skulu vera í rakstri kring heimin.

 

/Ritzau/

 

 

 

Stjórin í elbilaframleiðaranum Tesla, Elon Musk, hevur fingið rætt til ein lønarpakka, sum íleggjararnir góðkendu í 2018. Hægstirættur í Delaware hevur staðfest hetta í kæru. - Mynd: Nathan Howard