Tá ið dóttir Evy hoyrdi, at sonur Selmu var sloppin inn á danskan skúla, setti hon seg niður og skrivaði hetta:
Eg eri ein 12 ára gomul genta við ADHD. Eg haldi tað er ringt at liva í Føroyum og hava ADHD og onga hjálp fáa. Eg hevði ynskt, at tað hevði verið nógv meira hjálp at fáa í Føroyum, bæði í skúlum, heima og á stovnum.
Eg varð send til Danmarkar, og tað er ikki serliga stuttligt at verða sendur til Danmarkar frá familju og vinum. Nú havi eg fingið hjálp, men eru tað ikki nógv fleiri børn í Føroyum, sum hava ADHD og onga hjálp fáa í Føroyum, men vera send niður til Danmarkar ella bara skulu liva sum onnur børn, sum ikki hava ADHD?
Tit skulu bara vita, at tað eru ræðuligt at hava ADHD og skula ganga í skúla ella á onkrum stovni við nógvum øðrum børnum, tí sjúkan ger at man verður troyttur og eisini ill/ur. Eingin ynskir at vera heima allan dagin, tí mann ikki orkar at vera saman við fólki. Hví skulu vit við ADHD siga ja til at verða send av landinum? Hví kann tað ikki koma hjálp til Føroya?
Eg havi tað gott nú og kann fara út at spæla ella til onkran vin at vitja, tí eg eri á einum stovni á Argjum og læri at liva við mínum breki, men tað er ikki altíð lætt at góðtaka tað. Onkuntíð, tá ið eg og familjan skulu hugna okkum við onkrum, kann tað gott vera at okkurt lítið problem kemur í millum, so haldi eg altíð, at tað er mín feilur, tí eg eri so býtt, eg eri ónd og sovorðið tvætl, sum kemur inn í mítt høvd. Eg kann eisini lætt blíva ill, tá alt ikki gongur eftir mínum høvdi. Tí er brúk fyri einum stovni í Føroyum.