Eitt kent andlit fyllir áttati

Nýggjársaftan bjóðar Erhard Mortensen í føðingardag í bátafelagshúsinum í Vágsbotni.

 

 

Eitt kent andlit í havnargøtum, í Tórshavnar Bátafelag og seinnu árini eisini í Kaffihúsinum í Vágsbotni í Havn - men ikki minst á brennistøðini hjá Tórshavnar kommunu - fyllir 80 ár nýggjársaftan. Maðurin er Erhard Mortensen, sum er føddur í Trongisvági nýggjársaftan í 1939. Hóast hann nú fyllir áttati ár, ber hann aldurin sera væl.

Tá hann var 15 ára gamal, flutti hann við familjuni til Havnar. Hann fór ikki í skúla, men beint til arbeiðis at landa saltfiskatrolarar og at arbeiða saltfisk á Bacalao. Sum ungur sigldi hann eisini í nøkur ár við skipum hjá Skipafelag Føroya, og hann arbeiddi eisini fyri felagið á bryggjuni.

Í nøkur ár arbeiddi Erhard Mortensen hjá vaskarínum, Ruba, har hann eitt nú lærdi at pressa buksur og annað, og eitt langt áramál arbeiddi hann í Havnar Bio.

Tað, sum Erhard Mortensen tó mest er kendur fyri, er fyri sína trúgvu tænastu fyri brennistøðina hjá Tórshavnar kommunu, har hann starvaðist í meira enn 40 ár – fyrst á gomlu brennistøðini í Havnardali, og síðan á Sandvíkarhjalla, tá nýggj brennistøð stóð liðug har í í seinnu hálvu av áttatiárunum.

Erhard Mortensen hevur altíð verið ein óføra raskur arbeiðsmaður. Hann er lættur av lynd og hittinorðaður og teir, sum kenna hann, siga, at tað hevur altíð verið stuttligt og hugaligt at arbeitt saman við honum.

Sum 70 ára gamal fekk hann sína egnu trøð í Havnardali, og her brúkti Erhard Mortensen nógv av sínari frítíð. Í nógv ár hevur hann eisini havt frítíðarbát, og hann hevur verið víða um landið – og í sínari tí eisini í norska skergarðinum – við bátinum.

Føðingardagurin hjá Erhardi Mortensen verður hildin í bátafelagshúsinum í Vágsbotni í Havn nýggjársaftan frá klokkan 12 til 17, og her eru øll hjartaliga vælkomin at heilsa honum á føðingardegnum.