Ein spurningur um lív og sekund

Sjúkraflutningstænastan á Lambareiði er ein týðandi liður millum ellisheimini og røktarheimini í Eysturoynni og Landssjúkrahúsið. – Hetta er heimsins besta arbeiða, staðfesta teir báðir portørarnir, Jógvan Páll Kannuberg og Asbjørn Knudsen

Lambareiði: Við ýlandi ferð fer sjúkrabilurin avstað. Eyðkenda og gjøgnumskerandi signalið frá sirenuni hoyrist um allar geilar. Á takinum boða bláu ljósini frá, at her er ein bilur ið má sleppa fram við ferð.

Við róðrið situr ein konsentreraður førari væl vitandi um, at her kunnu royndir, kunnleiki og skjótleiki hansara bjarga einum mannalívi ella forða størri skaða.

Hjá sjúkrabilinum ræður um at koma skjótt á staðið, har óhappið ella vanlukkan er hend. Her telur hvørt einasta sekund. Teir mugu bara koma fram – fram til staðið, har ein nýggj uppgáva bíðar teimum.

Soleiðis kann ein av mongum uppgávum hjá portørunum á Lambareiði vera. Men hetta er tíbetur ikki gerandiskostur, tí teirra arbeiði er eisini at flyta sjúklingar og fólk við skaða til viðgerð ella kanning á sjúkrahúsi.

- Hetta er eitt sera áhugavert og víttfevnt arbeiði, sigur Jógvan Páll Kannuberg, sum er ættaður úr Runavík, men býr nú í Leirvík, júst sum starvsfelagi hansara, Asbjørn Knudsen.

Hann hevði áður egið virki sum timburmaður, men hevði síðani hug at royna okkurt annað starv. Tá honum stóð í boði at fáa eitt starv í deplinum hjá Sjúkraflutningstænastuni á Lambareiði, tók hann av.

Hjá teimum er eingin dagur eins. Hetta ger helst sítt til, at arbeiðið er so spennandi.



Úr at gera

Jógvan Páll byrjaði í starvi hjá Sjúkraflutningstænastuni fyri júst einum ári síðani. Hann varð settur sum avloysari fyri summarið, men er framvegis í hesi tænastuni eitt ár seinni.

Teir eru altíð tveir á vakt her á Lambareiði – ein viðgerari við royndum og síðani ein assistentur. Sjálvur hevur Jógvan Páll bert verið í starvi hetta seinasta árið, og er tí at meta sum hjálparmaður hjá starvsfelaga sínum, Asbjørn eina tíð aftrat.

Skipanin hjá teimum báðum ambulansuførarunum er hon, at teir eru til arbeiðis í eina viku á tamb, og hava síðani frí ta næstu vikuna.

- Mín vakt byrjaði í gjáramorgunin klokkan 8, og í gjár høvdu vit faktiskt sera nógv at gera, greiðir hann frá.

Henda hósmorgunin í farnu viku, tá Sosialurin koyrdi inn á depilin á Lambareiði, hevði ikki verið so nógv at gjørt. Hetta gjørdi kortini ikki tað, at teir báðir portørarnir sótu fyri einki. Tað er altíð okkurt at takast við.

Ein partur av hesum arbeiðinum er at eftirhyggja útgerðina umborð á sjúkrabilinum. Í fyrsta lagi fyri at vissa seg um, at útgerðin er uppá pláss, og sjálvandi eisini tryggja, at hon virkar um hon skal. Annars síggja teir eisini stórt í tí, at halda sjúkrabilarnar.

- Ja, í morgun var einki serligt á skránni, og tí brúkti eg bara løtuna at vaska bilin, sigur Jógvan Páll.


Altíð á vakt

Fyrsti arbeiðsdagurin í hesi vaktini var rættiliga nógv á skránni hjá teimum báðum, Jógvani Páll og Asbjørn.

Vanliga møta teir á deplinum á Lambareiði kl. 8. Teir fara so til hús kl. 16 við vakttelefonini uppiá sær, um boð skuldu verið eftir teimum hinar 16 tímarnar í døgninum.

- Dagurin í gjár var fult bookaður við koyring. Vit koyra mest frá ellis- og røktarheimum til Havnar og aftur í dagtímunum.

- Onkutíð hendir eisini okkurt uttanfyri vanligu arbeiðstíðina. Tað gjørdi tað til dømis í gjárkvøldið, tá vit vórðu boðsendir at koyra ein sjúkling akutt suður á Landssjúkrahúsið, sigur hann.

Allur flutningurin hjá teimum báðum verður stýrdur úr miðstøðini í Havn.

- Og nú bíða vit bara eftir boðum haðani. Enn vita vit so ikki, um nøkur koyring verður í dag, men vit eru kortini altíð til reiðar, sigur Jógvan Páll, samstundis sum hann er í ferð við at gera seg lidnan við at vaska bilin uttan.


Vanlukkur

Starvið hjá einum portøri er bæði merkt av gleðiligum hendingum, tá teir eru til hjálp og gagn hjá fólki ið skulu til viðgerð ella kanning.

Men tað fevnir sum ver man eisini um minni góðar hendingar, tá tað stendur um lív og har einki var at gera, sjálvt hjá tí roynda.

Hetta er ein partur av gerandisdegi og veruleika teirra, men tað er sjálvandi ójavnt, nær teir verða kallaðir út til tær ymisku uppgávurnar. Tað kann henda í hesi løtuni ella í morgin.

Í so máta hevur Jógvan Páll verið heppin, um ein kann siga tað so.

- Eg havi faktisk ongatíð verið útkallaður til nakra ferðsluvanlukku. Men tað kann henda so skjótt, sigur hann álvarsamur.


Humor

Sum longu nevnt er ein partur av arbeiði teirra at koyra eldri fólk av ellisheimum og røktarheimum til Havnar. Og slíkar túrar dámar Jógvani Páll sera væl.

Skipanin við flutninginum er hon, at tað altíð eru tveir portørar við bilinum: Annar stýrir, meðan hin situr hjá tí, ið liggur í børuni. Er talan um flutning av fólki, ið skal til viðger, skiftast Jógvan Páll og Asbjørn um at sita við róðrið.

Men er talan um akutt útkall, so situr Jógvan Páll altíð við róðrið. Tá situr hin royndi starvsfelagin altíð aftanfyri við ábyrgdini og byrjar beinanvegin at geva ta fyrstu viðgerðina til tann neyðstadda, meðan hesin verður fluttur á sjúkrahúsið.

- Tá talan er um vanligan flutning av sjúklingum er tað mangan sera hugnaligt at sita saman við teimum eldru og práta við tey. Tey hava nógv at siga frá – og fleiri teirra hava eisini ein góðan humor, sigur hann.


Víðari

Áðrenn Jógvan Páll fór til arbeiðis í juni mánaði í fjør, var hann á skeiði í nakrar vikur, eins og allir hinir, fyri at læra tey týdningarmestu tingini og reglurnar í arbeiðinum sum portørur.

- Hetta var sera áhugavert og gevandi, sigur hann.

Hann hevur nú verið í starvi í meiri enn eitt ár, men er framvegis at meta sum hjálparmaður hjá tí meira roynda starvsfelaganum.

Jógvan Páll bíðar nú eftir at sleppa á uppaftur fleiri skeið, soleiðis at hann eisini kann fáa neyðugu royndirnar og útbúgvingina.

- Nú er málið at sleppa víðari, soleiðis at eg eisini kann gerast viðgerari, sigur hann. 





Sjúkraflutningstænastan

Hetta er ein deild við nógvum ymiskum uppgávum. Ein av høvuðsuppgávunum er at vera ein bráðfeingishjálp í sambandi við lívbjargandi arbeiði. Harnæst er uppgávan flutningur av sjúkum og skaddum fólki, heintan av donorum, og fólkum, ið eru rørslutarnað. Eisini hevur Sjúkraflutningstænastan ábyrgd av øllum portørarbeiði, ið er á Landssjúkrahúsinum. Alt hetta setir stór krøv til starvsfólki, sum mangan kemur at arbeiða undir serstøkum umstøðum.

Sjúkraflutningstænastan hevur egnan vaktsentral á Landssjúkrahúsinum, sum svarar alt samdøgrið. Í hesum sambandi eru fólk á vakt í Eysturoy, Streymoy, Vágum, og Sandoy.