Klaksvík:
Tær eru sum tveir dropar at síggja til, og tað kann vera sera torført hjá einum, sum ikki kennir tær at vita hvør er hvør, hóast onnur hevur stutt hár. Men tá ein hevur tosað við tær eina løtu, so byrjar ein at síggja mun.
Tvíburðarnir Ragna og Rannvá Andreasen hava spælt fótbólt við KÍ og hondbólt við Stjørnuni í mong ár.
? Okkum hevur altíð dámað væl fótbólt, og vit byrjaðu sum níggju ára gamlar við pinkunum, greiðir Ragna frá.
Tvíburðarnir báðar hava altíð hildið saman. Og sært tú aðra, so kanst tú vera vísur í, at hin ikki er langt burtur. Men í oktobur í fjør fór Ragna til London at vitja drongin hjá sær. Hon var har í tríggjar mánaðar.
? Ja, hetta er fyrstu ferð, at eg havi havt frí so longi frá ítrótti, sigur Ragna.
Drongur hennara býr í London, og hon var og vitjaði hann í tríggjar mánaðar og arbeiddi á eini McDonald´s matstovu.
? Har var ordiliga deiligt at vera, men eg mátti heimaftur, tí fótbólturin byrjar nú, sigur Ragna við einum skeivum smíli.
? Ein má raðfesta rætt, leggur hon afturat og stórflennir.
? Tað var ringt hjá mær at vera hana fyri uttan so longi, tá ein ikki hevur roynt tað áður, og eg var eitt sindur bangin fyri, at hon ikki fór at koma heimaftur, men eg uggaði meg við, at hennara visum var bara fyri tríggjar mánaðar, sigur Rannvá og smílist. Ragna hevur hug at flenna og sigur, at tað var løgið at vera so longi burtur.
? Tað longsta, vit hava verið frá hvørjari aðrari er ein vika, so tríggir mánaðir tyktust sera longi, sigur Ragna, sum er fegin um at vera heima aftur.
Fótbóltur og hondbóltur
Báðar tvær gleða seg til kappingin byrjar aftur.
Tær eru júst byrjaðar aftur at venja við fyrstu deildar liðinum hjá KÍ, og hondbólturin koyrir framvegis, so tær eru upptiknar við bóltspælið so at siga hvønn dag.
? Tað kann vera strævið til tíðir, serliga meðan bæði koyra, men hugurin er so góður, at vit høvdu helst ikki dugað at hildið frí, sigur Rannvá, sum í fótbólti er í áleypari, meðan hon stendur í málinum í hondbóltinum.
Hon sigur, at hon tímir ikki so væl at vera í mál, hóast hon altíð hevur verið har.
? Eg má venja, tí eg dugi ikki at halda frí, sigur hon.
Ragnu dámar væl hondbólt eisini, men ongin ivi tykist at vera um, at um tær skuldu valt, so høvdu tær valt fótbóltin.
Sum sagt byrjaðu tær at spæla fótbólt sum níggju ára gamlar, og hava tær fylgt við allan vegin uppeftir, til tær komu á fyrstu deild í 1997. Og tað hevur verið ein sannur gullrúsur hjá teimum og øllum hinum á liðinum síðani. Ikki færri enn fimm meistaraheitir er tað blivið til, og steypakappingina hava tær verið við til at vunnið tríggjar ferðir. Og einaferð í heyst fara tær við liðinum til triðju Evropa Cup luttøkuna á rað. Umframt hetta, so hava tær báðar eisini verið á Oyggjaleikunum, har tað gekst føroyska liðinum avbera væl.
? Okkara árgangur var so stórur, sum byrjaði í pinkunum, og so hava so gott sum allar spælt allan vegin upp, so vit eru sera væl samanspældar og moralurin og samanhaldið er av tí besta, siga tær báðar, tá spurt verður um, hvussu tað ber til, at tað hevur gingist KÍ kvinnunum so væl í fleiri ár nú.
Og tað er ongin ivi um, at viljin til at vinna er tilstaðar, tí eitt tap koyrir tær ikki niður við nakkanum.
? Nei! Tá verða vit bara enn meira uppsettar, siga tær við ein munn. Men teimum dámar ikki so væl at tosa um taptar dystir. Til dømis vóru tær við, tá liðið tapti steypafinaluna móti HB í 2001.
? Tað var ræðuligt, men vit settu í okkum, at árið eftir skuldi tað verða, og tá vunnu vit eisini ein sannførandi 6-1 sigur á HB á Tórsvølli og so eisini føroyameistaraskapin, siga tær við einum smíli.
Tvíburðarnir báðar verða sum sagt aftur at síggja á vøllinum, tá kappingin hjá kvinnunum fer av bakkastokki um einar tveir mánaðar. Spurdar um framtíðina, siga báðar, at tær hava ætlanir um at lesa, men hvat og hvar tað skal verða, vita tær ikki enn.
? So fyri fyrst verður tað ein karriera á Roykivirkinum og fótbóltur, sigur Rannvá skemtandi, og báðar leggja so afturat, at um tær fara aðrastaðni at lesa, so vilja tær altíð koma heimaftur at búgva.
? Heimið er tað besta stað á jørð, eru gyltu tvíburðarnir á einum máli um.