Viðareiði: Tað er av allar ringasta veðri uttanfyri. Útsynningurin leikar í við herviligum hvirlum, sum hótta við at sópa alt og øll við sær.
Mitt í hesum ódnarveðrinum standa sethúsini á Eggjarvegi 7 púrasta óimponerað. Her valdar hinvegin friður í húsi, hóast tey vanliga eru so mong sum seks fólk í húsi - foreldrini bæði og fýra børn teirra.
Húsbóndin og útróðrarmaðurin Esmar er farin til Klaksvíkar í illveðrinum, tí bilurin skal til sýn. Saman við sær hevur hann tann eina sonin, 5 ára gamla Brian, sum elskar at koyra bil.
Inni í hvíttmálaðu sethúsunum gongur alt so skipað og friðarliga fyri seg, sum tað yvirhøvur kann: Mamman er liðug at rudda køkin, tá 12 ára gamli Rógvi kemur heim úr skúla. Yngsti maðurin í húsinum, 1 ára gamli Ari er júst vaknaður, og leypur beinanvegin í fangið á tí eldra.
Einasta smágentan í húsinum, 3 ára gamla Eivør, sum verður 4 ár fríggjadagin, situr við stovuborðið og spælir við leikur, samstundis sum parabolurin vísir ein Anders And-teknifilm.
- Eg elski hetta lívið. Tá man gongur heima hevur man tíð at taka sær av børnunum. Hesi árini vildi eg ikki verið fyriuttan, slær Malan fast. - Barnaár teirra, tey koma so ikki aftur.
Ikki angrað
Malan er upprunliga ættað úr Klaksvík, men flutti, saman við Esmari í hesi húsini á Viðareiði í 2003.
Hon hevði arbeitt úti áðrenn, men tá tann elsti sonurin fór í 1. flokk í Viðareiðis skúla, tók hon avgerð um at skifta arbeiði, um ein kann siga tað so, og ístaðin gerast heimaarbeiðandi húsmóðir á bygd.
- Hetta valið havi eg ikki angrað eina einastu løtu, sigur hon avgjørd. - Fyri meg hevur tað størstan týdning at kunna vera heima hjá børnunum og vera ein mamma fyri tey allan dagin.
Hon vísir til hetta, at hon kann seta seg niður við børnunum at spæla við tey, júst tá tey ynskja tað og so leingi sum tey ynskja tað.
Fyri onkran kann tað tykjast heldur lítisvert og óinteressant, at ein mamma skal sita soleiðis og spæla - til dømis lata eina dukku hjá dóttrini í klæði, spæla eitt memory-spæl við tey eldru ella trilla ein bil á stovuborðinum hjá soninum.
- Fyri børnini betýðir tað alt, og fyri tey hevur tað eisini nógv at siga, og er ein tryggleiki hjá teimum, at mamman altíð er til staðar, tá tey hava tørv á tí.
Hetta sama kunnu aðrar konur á Viðareiði eisini gera, tí fleiri teirra eru í somu støðu sum hon. Og tí skal ikki nógv til fyri at tær vitja hvørja aðra, ella avtala at fara ein trillitúr gjøgnum bygdin.
- Jú, vit hava tað fantastiskt saman. Og so eri eg eisini so heppin, at familjan hjá Esmari býr beint við hjá okkum, sigur fegna heimaarbeiðandi húsmóðurin.
Ikki skúlafólk
Í dag er vanliga hugsanin hon, at øll eiga at fáa sær eina útbúgving. Hetta hevur Malan eisini hoyrt, men hon hevur eina heilt aðra hugsan í hesum máli.
Sjálvur hevur hon onkutíð umhugsað at fara á HF, men sum hon tekur til: - Eg eri ikki skúlafólk. Skal tað absolutt verða til nakað, so ljóðar Heilsuskúlin í Suðuroy sera áhugaverdur.
- Men eg havi ongar ætlanir um tað, so leingi sum børnini eru smá. Í løtuni síggi eg meg snøgt sagt ikki føra fyri tí.
Hinvegin dugir hon væl at síggja fyrimunir við at hava eina útbúgving, sum kann tryggja eina hægri løn og tað sum fylgir við tí. Men Malan hevur altso valt at raðfesta øðrvísi.
Eitt dømi um hetta er, at hon í farnu viku tók tann 5 ára gamla Brian úr dagrøktini fyri at spara pening. Tað kostar jú ikki einki, um ein skuldi havt trý børn í pleygu, tá mamman kortini gongur heima.
- Ja, eg havi valt at vera heima. Og tá man hevur tikið ta avgerðina, so veit man at man má prioritera øðrvísi. Tá kann man nevniliga ikki alt, tí peningurin er ikki til staðar.
- Tað er ikki lætt fíggjarliga, tá tað bert er tann eina inntøkan frá útróðrinum hjá Esmari at liva av. Men eg kundi kortini ikki hugsað mær nakað annað, slær hon rimmarfast.
Rokast
Ein fylgja av hesum umstøðum er, at tey ikki altíð kunnu keypa tað sum teimum lystir til heimið.
- Eg veit ikki, hvussu fínt ein kann ella partú skal hava tað inni hjá sær sjálvum. Hevur tú eitt heim fult av fínum og dýrum tingum, so fáa børnini næstan ikki spælt inni, tí so kann okkurt brotna.
- Her hjá okkum kunnu tey rokast sum teimum lystir og bjóða vinfólki inn at spæla. Eg taki tað akkurát sum tað kemur, tí eg skal jú ikki gera nakað annað, enn vera ein mamma fyri míni børn, sigur Malan.
- Tað er so mangan, at tann elsti sonurin, Rógvi kemur úr skúlanum. Hann letur bara hurðina upp og spyr um eg eri inni, og so er hann flogin út aftur. Fyri hann er tað so betryggjandi at vita, at mamman er við hús, tá hann kemur heim.
- Hetta ljóðar kanska keðiligt og ordiliga bygdasligt, men fyri meg hava familjan og børnini alt at siga, slær Malan enn einaferð fast.
Hon er væl vitandi um aðrar kvinnur, sum høvdu ynskt sær at verið í somu støðu sum hon. Men tann fíggjarliga støðan við stórum lánum forðar teimum helst í hesum, og tí eru tær noyddar at fara út at arbeiða.
- Eg sigi einki ringt um tað, men eg fari so ongan veg enn á sinni, sigur Malan.
- Hetta kann man altíð koma aftur til, tá børnini eru vorðin størri. Nú eru tey smá, og tí eri eg heima.
Altíð fólk
Malan hevur valt at vera heima hjá børnunum, og hon fær tí javnan spurningar frá øðrum, um hon veruliga orkar at hava børnini heima.
- Tá plagi eg at svara, at mær dámar best at tað er rokaligt her. Hetta skal vera eitt heim fyri tey og her skulu tey sleppa at liva og rokast, slær hon fast.
Um kvøldið, tá friður er í húsinum, kunnu hon og maðurin seta seg eina løtu og njóta friðin og samveruna teirra millum.
Annars er heimið merkt av tí at børn eru í húsinum og at fólk ofta koma á gátt.
- Ja, tað er onkur sum hevur sagt tað soleiðis, at tað má vera nakað gott at vera inni hjá Maluni. Har er altíð fult av bilum uttanfyri og fult av fólki inni, sigur hon við einum brosi.
Inn tá tey eru svong
Malan Mikkelsen er ættað úr Klaksvík, og í hennara barnaárum var hon heppin at har var altíð onkur heima hjá teimum - annaðhvørt omman, tá mamman arbeiddi úti ella mamman, tá einki fiskaarbeiði var.
At flyta úr einum býi og til eina lítla bygd var tí ein broyting fyri hana, men tað var kortini ikki við bivan og ótta at hon tók hesa avgerðina.
Ein fyrimunur var sjálvandi vakra náttúran og tað serliga her norðuri, at tað er so frítt hjá børnunum at vera. Hetta liggur eisini væl fyri, tí heim teirra liggur mitt í bygdini, í nánd av øðrum børnum og familjuni hjá Esmari.
Tað sjáldsama er, at Malan og tvær aðrar í familjuni, Jannie og Rannvá, fingu allar dreingir í 2005 og allar gentur í 2007.
- Tí er einfalt og stutt hjá bæði Brian og Eivør at finna sær onkran annan at spæla við. Tað kann simpelthen ikki vera betri, sigur Malan brosandi.
Ein annar munur millum býin og bygdina eru bilarnir, sum allir taka hensyn til tey mongu børnini sum spæla uttandura í góðveðrinum.
Tað er næstan so, at børnini fara út at spæla og koma fyrst inn aftur, tá tey eru svong. Eitt gott dømi um hetta er 5 ára gamli Brian, sum er eitt ordiligt útimenniskja.
- Hann er nóg illa vaknaður, so skal hann bara út at spæla, og gevur sær nóg illa tíð at eta morgunmat.
- Og tá hann so skal inn aftur um kvøldið, má eg næstan taka hann við makt. So hann trívist í øllum førum sera væl her norðuri, slær mamma hansara fast.