- Verða broytingar gjørdar í Hovstunlinum, er tað onki løgið í tí.
Oyvindur Brimnes, stjóri á Landsverki, heldur ikki, at nakað atfinningarsamt er í tí, at tað nú kemur upp á tal at longja portalin í Hovstunlinum nakrar metrar.
Í hinari greinini her á síðuni, sæst, at tunnilsfólkið hjá Ístaki halda tað vera meiri enn løgið, at tað knappliga nú, tunnilin er um at vera liðugur, skal stinga seg upp at portalurin skal longjast, tí tað fer at seinka upplatingini einar tríggjar mánaðir.
Hetta kundi langt síðani verið gjørt, leggja tey afturat.
Men stjórin á Landsverki heldur nakað annað.
Fyri tað fyrsta leggur hann dent á, at enn er ongin avgerð tikin um at portalurin skal longjast.
Tað einasta, sum er hent, er, at vit hava spurt okkum fyri, hvat tað fer at kosta at longja portalin og, hvussu langa tíð, tað tekur.
Og fyri tað annað sigur hann, at verður portalurin longdur, er onki løgið í tí.
- Í eini bygging henda tillagingar og broytingar alla tíðina og tað er onki undarligt.
Hann heldur, at hetta er ein slík tillaging.
Oyvindur Brimnes vísir eisini á, at tað er ikki átrokandi neyðugt at longja portalin.
Men hann ásannar eisini, at tað hevði verið best at hann varð longdur fyri at sleppa undan at tað ríður oman á vegin, tí fjallið er nakað bratt omanfyri.
Men nú er langt síðani, at at portalurin var stoyptur. Skal hann longjast, hví er tað so ikki langt síðani gjørt, so at tað ikki seinkar upplatingini?
Men tað dugir Landsverk ikki at svara upp á. Men hann endurtekur, at hann metir at hatta er ein tillaging, sum altíð henda í eini bygging, so hvørt sum tað líður fram á.
- Tað eru nógvar aðrar tillagingar hendar í Hovstunlinum, so tað er onki undarligt í tí.
Annars staðfestir hann eisini, at hetta kemur ikki at seinkað upplatingini nakað.
Fyri tað fyrsta, tekur tað ikki tríggjar mánaðir at longja portalin. Tað er heldur ikki neyðugt at grava asfaltið uppaftur.
Fyri tað annað, hevur Landsverk altíð arbeitt við eini tíðarætlan, sum sigur, at tunnilin skal takast í brúk við árslok og tað fer at halda.
- Helst verður tunnilin liðugur nakað væl fyri tað, so tíðarætlanin heldur.
Annars kann viðmerkjast at á heimasíðuni hjá Landsverk stendur, at tunnilin skal takast í nýtslu í summar.
Les eisini: Hovstunninlin: Sum at fáa nevan framman á










