Eisini í Runavík

Fyri stuttum høvdu vit her í blaðnum nakrar síður, har vit greiddu frá, hvussu alt gekk fyri seg á internet-caféini Orbit, sum heldur til við Tinghúsvegin her í Havn.

Nú er so eisini ein líknandi café opnað inni í Runavíkini, og eisini her er tað Orbit, sum stendur aftan fyri caféini, sum heldur til í hølunum hjá Sjómansheiminum í Runavík.

Tað er Formula Xerox, sum saman við privatpersónum eigur og rekur Orbit, og vit hava ringt til teirra, fyri at vita, hvussu tað ber til, at teir nú eru farnir undir at stovna enn ein internet-café.


Væleydnað

í Havn

Av Formula frætta vit, at teir hava verið sera væl nøgdir við tann hátt, sum alt hevur riggað her í Havnini.

Hetta hevur verið eitt samstarv, sum hevur verið til stórt gagn hjá bæði Formula og teimum persónum, sum eru við í virkinum frætta vit. Fyri Formula hevur hetta merkt, at teir hava havt høvi til at royna nakað av síni útgerð, uttan at hetta hevur gingið út yvir tað arbeiðið, sum annars er farið fram á virkinum, og fyri privatu íleggjararnar hevur hetta verið viðvirkandi til, at teir ikki hava havt fyri neyðini at skula gera ovurstórar íløgur í tøkniliga útbúnaðin.

Tað skal eisini leggjast afturat, at hjá teimum, sum gera nýtslu av internet-caféini er tað av alstórum týdningi, at útgerðin er í lagi. Einki tvætl við manglandi RAM og ov lítla ferð á gerðlinum, Teldurnar koyra bara, og soleiðis eigur tað eisini at vera.

Tað hevði nokk heldur ikki verið serliga nógvir væl nøgdir gestir, um so var at helmingurin av tíðini, sum rindað verður fyri, skuldi verið nýttur til at baksast við teknikkin.

Tað er tó soleiðis, at talan ikki bert er um eina internet-café, men eisini um ein telduskúla ella -skeiðsdepil, sum nú er stovnað inni í Runavíkini, og er tað eisini Formula, sum hevur henda partin. Á henda hátt hava teir megnað at sligið tvær flugur við eitt smekk, og tað er aloftast ein heppin gerð.


Væntað tað fer at ganga

Av Formula frætta vit víðari, at teir vóna og vænta, at tað fer at bera til at reka eina slíka café inni í Runavíkini.

Ikki soleiðis at skilja, at teir vænta sær tað stóra yvirskotið úr hesum, men hvílir tað í sær sjálvum eru teir nøgdir eru boðini, sum vit fingu har úti frá.

Spurdir um teir hava ætlanir um at seta á stovn aðrar internet-caféir kring landið fingu vit at vita, at sum so var einki fastlagt hesum viðvíkjandi.

Sjálvadi vilja teir altíð vera opnir fyri nýggjum hugskotum, men sum landið liggur í løtuni, er hetta ikki nakað, sum er aktuelt her og nú.

Møguliga eru tað tó aðrir, sum ganga í líknandi tonkum, og í øllum førum er líkt til, at tað gerast alsamt fleiri støð, har tað nú ber til at fara at chatta, spæla ella bara fyri at hugna sær.

Fyri stuttum lat líknandi café upp í Fuglafirði, men av Formula eru boðini, at teir halda hetta vera í fínasta slag. Hevði tað verið soleiðis, at ein líknandi café lat upp í Runavíkini, samstundis, sum vit vóru í gongd við hesa ætlan, so høvdu vit helst hugsað okkum um tvær ferðir, men um ein onnur café er í Fuglafirði, skuldi ikki gjørt tað stóra.Harumframt meta teir eisini, at kapping altíð er eitt sunt fyribrigdi, og at teir einki hava ímóti, at aðrir royna seg innan sama øki. Hetta hevur jú vanliga við sær, at brúkarin av vøruni fær betri sømdir, og hetta vil sjálvandi altíð vera at gleðast um. Ikki minst hjá okkum, sum skulu gera nýtslu av hesum nýggja tilboði.

So nú stendur tað upp til eysturoyingar at avgera, um Orbit skal verða lív livað inni í Runavíkini. Ivaleyst er hetta staðið to komið fyri at vera, tí verður hugt at líknandi støðum í grannalondum okkara, so hevur talið av hesum gingið ein veg, uppeftir!

Vónandi kunnu vit føroyingar fylgja við á hesum øki, so vit ikki verða eftirbátar í tøkniligu menningini á økinum. Ein menning sum gongur við tí rúkandi ferð, og har eingin hevur stundir til at seta seg og taka tað róligt í eina tíð.