Vit kunnu eisini vænta príslækkingar í Føroyum

Bæði FK og SMS rokna við, at prísurin á matvørum innan alt for leingi fer at lækka aftur.

Seinastu mánaðirnar eru prísirnir á matvørum hækkaðir nógv, men sambært donsku matvøruketuni Coop kunnu danir vænta eina príslækking nú í heyst. Um so verður, so verður tað sama galdandi fyri FK-handlarnar í Føroyum, vissar stjórin í FK, Súsanna Poulsen, fyri.

 

– Vit fylgja alla tíðina við prísbroytingunum á marknaðinum og koyra prísirnar niður so skjótt vit kunnu. So jú, man kann vænta, at vit fylgja príslækkingunum hjá Coop, um tey fara at lækka prísirnar, sigur hon.

 

Súsanna Poulsen vísir á, at príshækkingarnar eru eitt úrslit av inflatiónini og støðuni í heiminum, og altso ikki ein máti hjá samtakinum at fáa størri avkast uppá.

 

– Vit halda altíð, at príshækkingarnar eru reellar, sum veitararnir hjá okkum koma við. At hækkingarnar fylgja inflatiónini og ikki at vit seta prísin. So vit hava ikki fingið eyka yvirskot av hesum, bestemt ikki. Og kanska hava vit enntá ikki torað at koyrt prísin so nógv upp, sum vit burdu gjørt, fortelur hon.

 

– Vit hava enntá koyrt veitarar frá sum leverandørar, tí teir ikki kundu skjalprógva, hví prísurin skuldi setast so høgt upp, sigur Súsanna Poulsen.

 

Hesin veitarin var fastfood-matvøruvirkið Steff Houlberg.

 

– Coop kundi ikki rokna seg fram til, at teirra príshækkingar vóru rættar. Tað hava vit verið á fundi við Coop um, og vit stuðla hesum 100 prosent.

 

SMS: For tíðliga at siga enn

 

Niels Mortensen, stjóri í SMS, sum eitt nú fevnir um Miklagarð og Bónus, vísir á, at um prísirnir hjá Coop lækka, so lækka prísirnir hjá teimum helst eisini. Men nær ein príslækking kemur, torir hann ikki at spáa um.

 

– Tað er for tíðliga at siga nakað um enn. Príshækkingar og lækkingar taka jú altíð eina tíð. Men eg trúgvi, at vit fáa eina normalisering á prísurnar nokkso skjótt. Eg trúgvi í hvussu er ikki, at hesar príshækkingarnar, sum vit hava sæð í síðstuni, fara at halda fram. Tað verður helst ein lækking, men tað er ringt at seta eitt dato á, sigur Niels Mortensen.