áðrenn hon byrjaði at lesa í Svøríki. Osva hevur starvast fast á Skansanum síðani 2003. Hon hevur útbúgving innan antropologi, etnologi og tekstilsøgu og hevur eisini verið knýtt at Føroya Fornminnissavni [...] ið liggur umleið ein tíma frá høvuðsstaðnum Stockholm. Hetta hevur við sær, at Osva ferðast tríggjar tímar dagliga fyri at koma aftur og fram til arbeiðis. - Eg trívist við starvinum, og eg trívist í [...] hevur hon ongar ætlanir um at flyta aftur. - Sum lívið sær út nú, verið eg verandi her, sigur hon. Hon er regluliga í Føroyum og tosar føroyskt við dóttrina. Best dámar henni at koma til Føroya á sumri,
NSÍ í Runavík. Hetta var sætta ferðin á rað, at tað ikki eydnaðist NSÍ at vinna fulla úrtøku, og vánaligu avrikini bera ivaleyst við sær, at NSÍ í kvøld fer at missa oddasessin, sum teir gula hava átt síðani [...] Klettskarð ---------- 85 min. 0-1 NSÍ roynir at spenna álopsbogan. Jóhan Troest Davidsen er fluttur fram í álopið, men tað gongst illa at flyta spælið fram og harvið at leggja trýst á í brotsteiginum hjá Víkingi [...] miðskeiðis í 2. hálvleiki eydnaðist tað Víkingingi at skora sigursmálið ella rættari sagt, so var tað NSÍ, sum gjørdi sjálvmál. Síðstu løtuna royndi NSÍ at spenna álopsbogan, tá ið miðverjin Jóhan Troest
Verðin broyttist tann dagin, tá beiggi mín ringdi og segði, at tú aftur var farin á sjúkrahúsið, og at ikki var møguligt at fáa samband við teg. Tú hevdi havt ein blóðpropp fyri trimun árum síðani, men [...] væl í hesi tungu tíð. Tú gleddi teg til at vit skuldu koma heim at vitja, tað var ikki ofta tú, sást abbasynirnar, men tað náddi tú ikki. Eg var tó glaður um, at eg fekk sagt tær farvæl, áðrenn tú legði [...] teimum mongu gomlu úthúsunum, ið hoyrdu til festið hjá tær. Tær dámdi ikki at tey skuldu forfalla, helt teg skylda forfedrunum at halda tað við líka, sum teir høvdu lagt eftur seg. Sum smádrongur á Viðareiði
olympiska viðurkenning, og tað verður mett at verða givið, at Pál svimur fyri Danmark. Men hyggja vit eftir teimum søguligu fordømunum, so er kanska ein onnur loysn at hóma, tá tað kemur til olympiska luttøku [...] til Føroya. Tað er risastórur heiður at vinna heiðursmerki, tá heimsmeistarakappingar og europameistarakappingar eru á skránni, men tað er ikki nakað dulsmál, at fyri øll ítróttarfólk eru olympisku [...] (National olympic comittee). Síðani 10. desember í 1992 hevur kravið verið, at eitt land er ein sjálvstøðugur statur, fyri at gerast limur í IOC – altjóða olympisku nevndini. Tí mál Pál Joensen svimja fyri
Eilar at geva liðskiparinum hjá ÍF, Poul Ennigarð og NSÍ framherjanum, Karoly Potemkin, hvør sítt reytt kort. - Tað sum eg eri mest vónbortin um í dag er, at leikarar fáa sær reyð kort eftir at dysturin [...] 5-3 til NSÍ. - Eftir 3-1 málið hjá okkum blíva vit við at satsa frameftir, sjálvt um leikararnir vistu at teir ikki skulu gera tað. Vit blíva við at vilja skora mál og so blíva vit ov tunnir í verjupartinum [...] hjá ÍF í øðini og mitt í øllum byrja menn at skumpa og spilla hvønn annan út. Hetta helt fram eina góða løtu, har hjálparfólk, leikarar og venjarar royndu at skilja teir óðu leikararnar. Orðadrátturin
heftu seg við, at B36 skuldi havt fingið eitt brotsspark, men tað kom ikki, og eftir stóð, at Víkingur hevði nógv meira yvirskot og størri evni at skapa nakað. Tí var tað fult uppiborið, at gestirnir fóru [...] gekk tað skjótt fyri seg, men uttan at stórvegis møguleikar tó spurdust burturúr. B36 hevði bóltin nógv, men skapti einki, og tí nýttist heldur ikki teimum í Víkingi at spíla seg meira út enn neyðugt. Dysturin [...] eitt korter eftir, og langt um leingi tóktist B36-liðið hava skilt, at her mátti arbeiðast meira fyri sakini. Tað skuldi bara vísa seg at vera ov seint, og fleiri mál fullu ikki. Eitt sindur av roki stóðst
eydnaða innskiftingin var tó bara ein partur av orsøkini til, at NSÍ endaði við at vinna ein knúsandi sigur. Við til søguna hoyrir eisini, at B36 fekk Dmitrije Jankovic útvístan og tí mátti stríðast síðsta [...] farin av vølli, var eingin eftir at stýra verjuni hjá B36, ið fyri tað nógva sigldi runt, uttan at vita, hvat hon skuldi gera við surrandi vespurnar. – Eg hevði ikki væntað, at vit skuldu vinna 5-1 í dag, og [...] og 3-1, umframt at hann legði upp til 5-1 hjá málið hjá somuleiðis innskifta Ólavi í Ólavsstovu. Heðin á Lakjuni, sum legði upp til annað av málunum hjá Debes, skoraði sjálvur til 4-1. At sigurin gjørdist
mest sum avgjørt, at suðuroyingarnir ikki fóru at fáa nakað stig við sær úr Sarpugerði. Allan 1. hálvleik høvdu gestirnir ilt við at finna røttu støðurnar, og tað gagnnýtti heimaliðið við at leggja seg á odda [...] møguleikanum at fara í skjót mótálop. ------------- 55 min. 3-0 Gongdin er tann sama, sum hon var í 1. hálvleiki. Líkindini at spæla fótbólt eru avbera góð í Sarpugerði í kvøld. Tað er turt, eftir at tað eina [...] ongantíð nakað at reypa av. Sølvi Vatnhamar var dagsins maður hjá heimaliðnum, men hann er ikki skrásettur fyri hattrikk á dómaraseðlinum. Dómarin hevur skrivað FC Suðuroy málverjan fyri at hava gjørt sjálvmál
kvinnunum var Mjølnir omaná so at siga allan dystin og vann eisini 3-1. Størsti glottin hjá Fleyr var ímóti endanum á øðrum setti, tá tað eydnaðist at berja seg uppaftur, eftir at Mjølnir var á odda 23-19, [...] høvdu bæði kvinnurnar og menninir hjá Mjølnir tryggjað sær í minsta lagi ein møguleika fyri at spæla dyst um at sleppa í steypafinalurnar, tí tey bæði liðini vunnu FK-kappingina, sum Fleyr skipaði fyri fyrr [...] heldur ikki vóru líka óførir at fáa bóltarnar uppaftur av gólvinum. Her gjørdust settúrslitini tí 25-21, 25-22 og 25-18 til Mjølnir. Nýtt og gott gamalt Sostatt er nú greitt, at steypafinalan hjá kvinnum
vístar av vølli, soleiðis at B68 tilsamans hevur fingið seks reyð kort í ár. Í samband við óskikkiligu liðini er eisini vert at hyggja nærri at Víkingi. Ofta verður sagt, at Víkingur spælir so harðligt [...] Vodafonedeildini. Um nakað má læran av hesum vera, at tað loysir seg at hava høvdið við sær, tá spælt verður. Vit skulu annars heilt aftur til 2003 fyri at finna nakað lið, sum kom í gjøgnum eitt heilt k [...] í 27 dystum gevur 1,185, sum er serstakliga lítið. Vert er at hefta seg við, at kortini er býtt hampiliga javnt út millum leikararnar, tó at Jákup á Borg eigur sjey av gulu kortunum. Hinvegin eigur hann