Víkingur er á veg inn um aftur Gøtueið við fullari úrtøku eftir 1-0 sigur á NSÍ í Runavík.
Hetta var sætta ferðin á rað, at tað ikki eydnaðist NSÍ at vinna fulla úrtøku, og vánaligu avrikini bera ivaleyst við sær, at NSÍ í kvøld fer at missa oddasessin, sum teir gula hava átt síðani eina ferð tíðliga í summar.
Fyrra umfarið var verjukent frá báðum síðum, og harvið vóru málmøguleikarnir fáir.
Eftir steðgin var Víkingur meiri ágangandi, og miðskeiðis í 2. hálvleiki eydnaðist tað Víkingingi at skora sigursmálið ella rættari sagt, so var tað NSÍ, sum gjørdi sjálvmál.
Síðstu løtuna royndi NSÍ at spenna álopsbogan, tá ið miðverjin Jóhan Troest Davidsen varð fluttur fram í álopið. Onkra ferðina gjørdist tað tætt og spennandi frammanfyri Geza Turi, men tað eydnaðist ikki at fáa mál.
NSÍ-Víkingur 0-1 (0-0)
Dómari: Rúni Gaardbo
0-1: sjálvmál 67.
NSÍ: Andras Gango - Jónhard Frederiksberg, Jens Joensen, Jóhan Troest Davidsen, Einar T. Hansen - Bogi Løkin, Jústinus R. Hansen, Erland B. Danieslen (Debes Danielsen, 71.), Heðin á Lakjuni - Klæmint A. Olsen (Árni Frederiksberg, 77.), Christian Høgni Jacobsen
Gult kort: Heðin á Lakjuni
Víkingur: Geza Turi - Sverri Jacobsen, Niclas Niclasen, Erling Jacobsen, Hanus Jacobsen - Sølvi Vatnhamar, Sam Jacobsen, Hans Jørgen Djurhuus, Bárður Hansen (Kaj Leo í Bartalsstovu, 78.) - Finnur Justinussen, Páll Klettskarð (Hjartvard Hansen, 90.+2)
Gult kort: Sam Jacobsen, Páll Klettskarð
----------
85 min.
0-1
NSÍ roynir at spenna álopsbogan. Jóhan Troest Davidsen er fluttur fram í álopið, men tað gongst illa at flyta spælið fram og harvið at leggja trýst á í brotsteiginum hjá Víkingi.
----
80 min.
0-1
Tað gongst illa hjá NSÍ at koma fyri seg aftur.
Árni Frederiksberg hevur avloyst Klæmint A. Olsen hjá NSÍ.
Hjá NSÍ er Kaj Leo í Bartalsstovu komin á vøllin í staðin fyri Bárð Hansen.
------
70 min.
0-1
Debus Danielsen hevur avloyst Erland B. Danielsen hjá NSÍ.
----------
67 min.
0-1: sjálvmál 67.
Eftir innlegg úr vinstru hjá Víkingi var NSÍ miðvallarin Erland B. Danielsen so óheppin, at hann við fótinum stýrdi bóltin í sítt egna mál.
NSÍ hevur ikki vunnið fimm tær seinastu ferðirnar, og nú er toppliðið ikki sørt spert!
--------
65 min.
0-0
Spælbýtið hevur javnað seg síðstu løtuna. Ferðin er høg, og tað er skjótt úr øðrum endanum og í hin, men hjá báðum pørtum hevur tað verið torført at spæla seg til upplagdar málmøguleikar.
---------
55 min.
0-0
Eftir steðgin hava gestirnir í Víkingi verið meiri ágangandi, enn heimaliðið hevur verið, men higartil hevur talan ikki verið um upplagdar málmøguleikar.
---
46 min.
0-0
Víkingur hevur fríska lotið undan í 2. hálvleiki.
---------
Hálvleikur
Støðan er málleysur javnleikur. Talan hevur ikki verið um serliga nógvar málmøguleikar. Bæði liðini hava í 1. hálvleiki lagt sera stóran dent á verjupartin.
---
Oyggjauppgerð er í Runavík í kvøld. Oddaliðið NSÍ hevur við Løkin vitjan av grannunum í Víkingi.
Líkindini at spæla eru tolulig, men lotið er frískt, serliga í ælunum, og tað er ógvuliga kalt!
Hjá NSÍ er Jann Ingi Petersen leikbannaður.
NSÍ-Víkingur kl. 17.30
Dómari: Rúni Gaardbo
NSÍ: Andras Gango - Jónhard Frederiksberg, Jens Joensen, Jóhan Troest Davidsen, Einar T. Hansen - Bogi Løkin, Jústinus R. Hansen, Erland B. Danieslen, Heðin á Lakjuni - Klæmint A. Olsen, Christian Høgni Jacobsen
Víkingur: Geza Turi - Sverri Jacobsen, Niclas Niclasen, Erling Jacobsen, Hanus Jacobsen - Sølvi Vatnhamar, Sam Jacobsen, Hans Jørgen Djurhuus, Bárður Hansen - Finnur Justinussen, Páll Klettskarð