Byrjanin hjá B36 hetta kappingarárið er meinlík henni í fjør, tá árstalsfelagið í Havn streyk avstað fyrstu umførini, men síðani fullkomuliga steðgaði upp. Hóast hópurin í ár sær nógv sterkari út, er veikleikin akkurát tann sami: Ov lítið bit í har frammi.
Tað varð skorið út í papp í gjár, tá Víkingur vitjaði. Longu í øðrum minutti hjálpti sløsut verjuspæl teimum ljósabláu í gongd, tá Johan Ellingsgaard spældi Sam Jacobsen púra leysan, so hann lættliga kundi skora til 1-0. Ein sjokkbyrjan hjá vertunum og tilsvarandi dreymabyrjan hjá gestunum.
Annars hevði Víkingur fult tamarhald á øllum fyrstu trý korterini. Ta einu ferðina fekk Christian R. Mouritsen tveitt seg fram og skallað bóltin í fangið á Geza Turi, men annars var einki – púrt einki!
Víkingur vann fyrst og fremst spælið á miðvøllinum, og tær ferðirnar farið varð í álop, gekk tað skjótt fyri seg, men uttan at stórvegis møguleikar tó spurdust burturúr. B36 hevði bóltin nógv, men skapti einki, og tí nýttist heldur ikki teimum í Víkingi at spíla seg meira út enn neyðugt.
Dysturin livnaði
Eftir steðgin var tað uppaftur meira Víkingur, ið setti seg á dystin. B36 smokkaði bara meira og meira, meðan Víkingur søkti at og skapti kjansir, ið kundu havt avgjørt dystin, áðrenn tað nakrantíð bleiv spennandi.
Eitt gott korter var farið, tá gestirnir fingu eitt bíligt brotsspark, ið Súni Olsen trygt setti í netið, men næstu 10 minuttirnar kundi Víkingur havt økt til bæði 3-0 og 4-0. Ein av yngru spælarunum, Kaj Leo í Bartalsstovu, kom til góða skotstøðu, og tað sama gjørdi Súni, tá hann fekk beina kós ímóti málinum, men ikki avsluttaði nóg væl, so Meinhardt Joensen í B36-málinum kundi sláa bóltin út til hornaspark.
So hendi brádliga tað, ið gav dystinum lív og andadrátt. Eftir eitt hornaspark fekk Meinhardt fatur á bóltinum og sendi hann fram í vinstru síðu, har Bárður J. Hansen á bakkinum royndi at toyggja seg, men ikki rakk. Í staðin rann Hjalgrím Elttør avstað og sendi so innfyri til innskifta Heina Eysturoy, ið mitt fyri málinum var ósvikaliga tryggur og minkaði um munin.
Ov seint hjá B36
Nú var eitt korter eftir, og langt um leingi tóktist B36-liðið hava skilt, at her mátti arbeiðast meira fyri sakini. Tað skuldi bara vísa seg at vera ov seint, og fleiri mál fullu ikki.
Eitt sindur av roki stóðst av fleiri støðum, og serliga í tí eina førinum vóru tvey hermót í senn, har menn lógu og ilt var at taka dagar ímillum, hvør hevði gjørt hvat. Skammiligt, tí einki av tí hevði nakað við fótbólt at gera. Hvørki dómari ella linjudómari sóu, hvat hendi, og tí fekk einki av hesum heldur avleiðingar.
B36 tveitti alsamt meira fólk fram og trýsti av øllum alvi. Eitt nú var serbiski miðverjin, Dmitrije Jankovic, líka við ta einu ferðina, men Geza Turi bjargaði meistarliga, umframt at hann meiri enn ta einu ferðina syrgdi fyri, at B36 ikki fekk bóltin í málið og tí heldur einki stig fekk.
Tað hevði B36 neyvan heldur uppiborið, tí í 75 minuttir var liðið steindeytt og vísti einki. Fleiri heftu seg við, at B36 skuldi havt fingið eitt brotsspark, men tað kom ikki, og eftir stóð, at Víkingur hevði nógv meira yvirskot og størri evni at skapa nakað. Tí var tað fult uppiborið, at gestirnir fóru avstað við øllum trimum stigunum.