Verðin broyttist tann dagin, tá beiggi mín ringdi og segði, at tú aftur var farin á sjúkrahúsið, og at ikki var møguligt at fáa samband við teg. Tú hevdi havt ein blóðpropp fyri trimun árum síðani, men var komin væl fyri teg, og hevdi tað gott til dagligt. Tankarnir fara upp at mala, og øll minnini koma fram fyri meg aftur. Barndómsminnini av Viðareiði saman við tær uppi í Follendi, ella onkra aðru staðni í bø ella haga, har tær dámdi so væl, og sum tú brúkti so nógv av tínari tíð. Tú fekst altíð við seyð og jarðarbrúk, so leingi tú orkaði tað. Tey seinru árini, tá gongulagið var blivið nakað vánaligt, gekk tú ikki meira á fjall, men hugurin var har allíkavæl. Ella ein harutúr inn í Berg ella niðan í Dal, skjútti var tú góður, og sjáldan var tað meira enn eitt skot upp á haruna, tá dagurin var liðugur. Tú var kunnugur í bø og haga, visti navnið á hvørjari steinpirru og hvørjari túgvu, og kendi teg væl úti í náttúruni. Mangan sást tú úti í bønum við einum spaka, har tú velti bøin slættan, so hann kundi sláast við maskinuni. Ella kanska vældi tú um eitt av teimum mongu gomlu úthúsunum, ið hoyrdu til festið hjá tær. Tær dámdi ikki at tey skuldu forfalla, helt teg skylda forfedrunum at halda tað við líka, sum teir høvdu lagt eftur seg.
Sum smádrongur á Viðareiði var tú sum dreingir flest, gekk í skúla niðri á Bakka og bleiv fermdur har niðri eisini. Nú eru ikki nógv eftur av teimun, sum eru saman við tær á myndini frá tí degnum. Síðan fekst tú við vanligt bygdarlív, til tú nøkur ár seinri fór til skips. Har stríddist tú, sum so mangur annar føroyingur, tey næstu mongu árini, til tú legðist upp á land mitt í sjeyti árunum at taka tær av festinum, sum hevði verið í slektini í rættuliga nógv ættarlið. Tú byrjaði tá at arbeiða inni á Frostvirkinum í Norddepli, og var har í nógv ár, síðan var tú hjá Kanjon, til kreppan legði alt landið stilt í níti árunum.
Eftir tað hevði tú ikki nakað lønt arbeiði, men ikki sat tú stillur fyri tað. Tað er altíð okkurt at taka sær til hjá tí sum hevur hugin og evnini. Kreftirnar hava altíð verið góðar, og man tú mangan hava tikið okkurt ódnartak. Tó, ikki hoyrdi eg teg reypa av tí, men tað sást, um ein hugdi eftir tær, tá tú fekst við okkurt arbeiði. Tað fall tær lætt.
Tankarnir eru eisini hjá mammu míni, tey náddu at vera gift í knøpp 49 ár, so saknurin má vera stórur hjá tær. Tú var væl um hann, eftur at hann gjørdist sjúkur fyri 3 árun síðani, við góðari hjálp frá beiggunum hjá mær og heimahjálpunum. Tað skulu tær hava stóra tøkk fyri.
Tað kundi veri so nógv, eg kundi nevnt, minnini eru nógv og góð, tey fjálga væl í hesi tungu tíð. Tú gleddi teg til at vit skuldu koma heim at vitja, tað var ikki ofta tú, sást abbasynirnar, men tað náddi tú ikki. Eg var tó glaður um, at eg fekk sagt tær farvæl, áðrenn tú legði árarnar inn.
Við hesum fáu orðum vil eg lýsa frið yvur minnið um pápa mín Kjartan Matras.
----------
Anfinn