Veljararnir tykjast at savnast aftanfyri minst tveir av teimum trimum flokkunum í donsku stjórnini, eftir at kreppan um Grønland hevur sett dagssrkánna við stúran seinastu vikurnar.
Politiska meiningarkanningin í dag, sum granskingarstovnurin Voxmeter gjørdi fyri Ritzau, vísir eina samlaða undirtøku uppá 40,9 prosent til SVM-stjórnina, sum hevði við sær, at stjórnin hevði fingið 73 sessir.
Hetta er besta veljarakanningin, sum stjórnin hevur fingið við Voxmeter í tvey ár. Tað er ein hagtalslig óvissa uppá 3,0 prosentstig fyri stjórnina í kanningini.
Tað eru Javnaðarflokkurin og Moderatarnir, sum fáa ágóðan av framgongdini.
Javnaðarflokkurin stendur til at fáa 23,1 prosent av atkvøðunum, meðan Moderatarnir eru á 7,0 prosentum.
Fyri bert 14 døgum síðani varð Javnaðarflokkurin máldur til 19,8 prosent av Voxmeter, meðan Moderatarnir vóru niðri øa 3,3 prosent.
Síðani hevur formaðurin hjá Moderatum, Lars Løkke Rasmussen, uttanríkisráðharri, verið á vitjan í Washington D.C. saman við grønlendsku uttanríkisráðfrúuni, Vivian Motzfeldt.
Her tosaðu tey við amerikanska varaforsetan J.D. Vance og amerikanska uttanríkisráðharran Marco Rubio um ynskið hjá USA at ogna sær Grønland.
Triði stjórnarflokkurin, Vinstri, stendur til at fáa 10,8 prosent av atkvøðunum í veljarakanningini mánadagin, sum er júst tað sama sum fyri tveimum vikum síðani.
Á fólkatingsvalinum í 2022 fingu teir tríggir stjórnarflokkarnir tilsamans 50,1 prosent av atkvøðunum og 89 sessir.
Reyði vongurin fær væntandi 48,4 prosent av atkvøðunum og 84 sessir í veljarakanningini í dag, meðan blái blokkurin væntandi fær 44,1 prosent av atkvøðunum og 79 sessir.
Hetta merkir, at Moderatarnir, sum eru einasti flokkur uttan fyri blokkarnar, enn einaferð tykjast at hava avgerandi sessirnar.
Kanningin frá Voxmeter varð gjørd í tíðarskeiðnum frá mánadegnum 19. januar til sunnudagin 25. januar millum 1.035 umboðandi útvald fólk yvir 18 ár.
/Ritzau/










