Til heimsmeistarakappingar- og europameistarakappingar er Pál Joensen okkara stóra hetja og ítróttarvón, og hevur hann svomið fleiri heiðursmerki heim til Føroya. Tað er risastórur heiður at vinna heiðursmerki, tá heimsmeistarakappingar og europameistarakappingar eru á skránni, men tað er ikki nakað dulsmál, at fyri øll ítróttarfólk eru olympisku leikirnir tað allarfremsta ein kann røkka. Fokuseringin er ovurhonds stór, tá olympisku leikirnir eru, og ein kappast við heimsins bestu ítróttarfólk innan allar ítróttargreinir. Tí er tað sjálvsagt, at olympisku leikirnir eru aðalmálið hjá elitu-ítróttarfólkum, eisini Pál Joensen. Men tá tað kemur til olympisku leikirnar hava Føroyar ikki nakra NOC (National olympic comittee). Síðani 10. desember í 1992 hevur kravið verið, at eitt land er ein sjálvstøðugur statur, fyri at gerast limur í IOC – altjóða olympisku nevndini. Tí mál Pál Joensen svimja fyri eitt land, sum hevur eina NOC – olympiska viðurkenning, og tað verður mett at verða givið, at Pál svimur fyri Danmark. Men hyggja vit eftir teimum søguligu fordømunum, so er kanska ein onnur loysn at hóma, tá tað kemur til olympiska luttøku fyri »heimleysar« íðkarar.
Íðkarar undir tí olympiska flagginum
Tvær ferðir í søguni, og tá er ta nýggjari søga vit tosa um, hevur altjóða olympiska nevndin loyvt einstaklinga-íðkarum at taka lut á olympisku summarleikunum, hóast hesir íðkarar hava verið frá londum, sum ikki hava havt nakra NOC – nationala olympiska nevnd at umboða. Fyrstu ferð hetta hendi var á sumri í 1992, tá olympisku leikirnir vóru í tí katalanska stórbýnum, Barcelona – tó var tað Spania, sum var vertstjóð. Íðkarar sum komu frá tí, sum tá var eftir av Jugoslavia, t.v.s. íðkarar úr Montenegro, Serbia og Makedonia fingu ikki loyvi at taka lut á olympisku summarleikunum í Barcelona, orsaka av tí altjóða stongslinum sum trygdarráðið hjá Sameindu Tjóðum hevði sett í verk ímóti Jugoslavia. Sami stongsul, sum tryggjaði Danmark europameistaraheitið í 1992. Altjóða olympiska nevndin fekk tó samrátt seg til eina loysn, har ítróttarfólk úr Montenegro, Serbia og Makedonia, sum ikki tóku lut í liðítrótti, kundu taka lut á olympisku summarleikunum undir tí olympiska flagginum. Undir leikunum í Barcelona í 1992 blivu hesir einstaklingarnir úr Montenegro, Serbia og Makedonia kendir sum »Independent Olympic Participants«
Eisini í 2000
Tá olympisku summarleikirnir vóru í australska stórbýnum, Sidney í árinum 2000 loyvdi IOC íðkarum frá tí tá nýggja suverena statinum, Eystur-Timor at taka lut á olympisku summarleikunum, hóast Eystur-Timor tá ikki hevði sína egnu olympisku nevnd, og harvið fingið olympiska viðurkenning. Íðkarnir úr Eystur-Timor gjørdist kendir sum »Independent Olympic Athletes« (IOA), og teir tóku lut undir tí olympiska flagginum. Í 1992 hendi tað á bæði summarleikunum og á vetrarleikunum, at íðkarar úr 12 fyrrverandi sovjet-lýðveldum tóku lut undir tí olympiska flagginum. Sovjetsamveldið var upployst í 1991, men hesi 12 lýðveldini høvdu enn lið saman í 1992. Baltisku londini, Estland, Lettland og Litava høvdu tá fingið olympiska viðurkenning, men hini 12 lýðveldini, Armenia, Azerbadjan, Hvítarussland, Georgia, Kasakstan, Kirgistan, Moldova, Russland, Tadjikistan, Turkmenistan, Ukraina og Usbekistan tóku lut á summar-OL og á vetrar-OL sum »The Unified Team« (EUN), og tey tóku tá lut undir tí olympiska flagginum. Hetta eru so søguligu fordømini, sum reisa spurningin um ÍSF og Svimjisambandið eiga at finna eina líknandi loysn fyri ein í olympiskum høpi »heimleysan«, føroyskan íðkara?