Osva ger søguna livandi

47 ára gamla Osva Olsen úr Vestmanna millumlendi í USA, Fraklandi og Suðuramerika, áðrenn hon lendi í Svøríki, har hon nú hevur búð í 22 ár.
Hóast hon er føroyingur, er starv hennara at gera svensku søguna livandi fyri øllum teimum, ið vitja hennara arbeiðspláss.

Eg hitti Osvu á Skansanum í Stockholm. Hon starvast har sum savnslærari, og ein av arbeiðsuppgávunum er at vera klødd í gomlum klæðum og sita í gomlu húsunum og siga frá, hvussu lívið var fyrr í tíðini.

Skansin er størsta útisavn í Norðurlondum og hevur 1,4 milliónir vitjandi um árið. Gomlu húsini, har tað elsta er úr 1100-talinum, og norðurlendski djóragarðurin eru tað, ið lokkar vitjandi til Skansan.

Osva flutti fyrstu ferð úr Føroyum, tá hon var 17 ár og fór til USA. Seinni bar leiðin eisini til Frakland og Suðuramerika, áðrenn hon byrjaði at lesa í Svøríki.

Osva hevur starvast fast á Skansanum síðani 2003. Hon hevur útbúgving innan antropologi, etnologi og tekstilsøgu og hevur eisini verið knýtt at Føroya Fornminnissavni.

- Eg havi búð í Føroyum í tveimum tíðarskeiðum, síðani eg flutti til Svøríkis, og báðu ferðirnar havi eg starvast á Fornminnissavninum, greiður Osva frá.

Millum annað hevði Osva ábyrgdina fyri verkætlanini, tá allir føroyingar skuldu skriva dagbók 20 oktober 1999.

Í einum av tíðarskeiðinum í Føroyum, var dóttur Osvu, Navarana, fødd. Hon er nú 9 ár. Hon er oftani við mammu síni til arbeiðis, tí Skansin er eitt satt paradís fyri børn.

Eisini er Navarana við, tá lívið hjá børnum fyrr skal lýsast.

- Fyri einari viku síðani høvdu vit "Ull" sum tema her á Skansanum. Tá vísa vit, hvat kann gerast burturúr ull, og hvussu tað verður gjørt, sigur Osva.

Osvu dámar væl at binda og gongur eisini í einum bindiklubba, har hon er einasti føroyingur. Bindiklubbar eru annars sera óvanligir í Svøríki.


Langur arbeiðsvegur

Uppsala, har Osva og familja hennara búgva, er fjórðstørsti býur, ið liggur umleið ein tíma frá høvuðsstaðnum Stockholm. Hetta hevur við sær, at Osva ferðast tríggjar tímar dagliga fyri at koma aftur og fram til arbeiðis.

- Eg trívist við starvinum, og eg trívist í Uppsala, so tað fungerar væl, sigur hon.

Skansin er sera vælumtókt arbeiðspláss og árliga søkja túsundtals fólk starv har. Osva hevur pedagogiska ábyrgd fyri nøkrum av húsunum. Til sína hjálp hevur hon ein lítlan eldrivnan bil, tí Skansin er heilar 300.000 fermetrar til støddar.


Ikki aftur til Føroya

Hóast Osva hevur verið nógv í Føroyum og eisini búð har í tíðarskeiðum, hevur hon ongar ætlanir um at flyta aftur.

- Sum lívið sær út nú, verið eg verandi her, sigur hon.

Hon er regluliga í Føroyum og tosar føroyskt við dóttrina. Best dámar henni at koma til Føroya á sumri, men í ár fer hon til Vestmanna at halda jól.

Hon vísur mær nøkur av húsunum, hon plagar at arbeiða í. Hon smílist, tá eg spyrji hvør vanligasti spurningurin er, hon fær frá ferðafólki.

- Hví sengurnar eru so stuttar, er faktiskt tað tey allar flestu spyrja um.

- Og hvat svarar tú?

- Tær eru so stuttar, tí at fyrr í tíðini lógu fólk ikki og svóvu, tey sótu næstan.

Osva rallar ígjøgnum Skansan og setur meg av í gamla býarpartinum, har bakari, smiður og prentari halda hús. Hennara arbeiðsdagur heldur áfram nakrar tímar enn, og tað er ikki sørt at man er eitt sindur øvundsjúk inn á ótrúliga vakra arbeiðsumhvørvið, har Osva dagliga hevur sína gongd.



Fakta

Navn: Osva Olsen

Aldur: 47 ár

Familja: Maðurin Ingvar og dótturin Navarana. Svenski lapphundurin Luma.

Bústaður: Uppsala, Svøríki

Ættað úr: Vestmanna

Starv: Savnslærari

Saknar úr Føroyum: Familjuna, matin, náttúruna og eginleikan hjá føroyingum at vera spontan og støkka inn á gólvið hjá hvørjum øðrum.

Saknar ikki úr Føroyum: Snævurskygni, veðurlagið, og at heimurin uttanfyri Føroyar og Danmark er so fjarður í Føroyum!