Mál, dramatikkur og reyð kort í oddabrakinum

Oddabrakið í Fuglafirði gjørdist til tann mest undirhaldandi, hendingaríki og spennandi dysturin í ár. Eina løtu sá út til at fuglfirðingar skuldu fara við øllum og framvegis verða oddalið í Vodafonedeildini. Góðar tjúgu minuttir seinni vóru fýra mál farin ígjøgnum og báðir miðverjarnir høvdu fingið reytt kort. Oddabrakið í Fuglafirði bjóðaði uppá átta mál, trý reyð kort og dramatikk í samfullar 90 minuttir plus tað leysa!

Tá dómarin, Eiler Rasmussen, bríkslaði av fyri seinastu ferð í Fuglafirði, kom øði í grindina. Fyrst fekk Kaj Ennigarð sítt seinna gula kort fyri siga eitt hvørt við Eiler. Síðani blíva fleiri leikarar hjá ÍF í øðini og mitt í øllum byrja menn at skumpa og spilla hvønn annan út. Hetta helt fram eina góða løtu, har hjálparfólk, leikarar og venjarar royndu at skilja teir óðu leikararnar. Orðadrátturin heldur fram og til síðst velur Eilar at geva liðskiparinum hjá ÍF, Poul Ennigarð og NSÍ framherjanum, Karoly Potemkin, hvør sítt reytt kort.

- Tað sum eg eri mest vónbortin um í dag er, at leikarar fáa sær reyð kort eftir at dysturin er liðugur. Tað er ringt nokk at vit tapa, men síðani at fáa tvey reyð kort eftir dystin, tað er ikki gott nokk, sigur Ábraham Løkin, venjari hjá ÍF.

Veðrið hevur ikki verið av tí besta í ár, men fríggjakvøldið var eitt av teimum kvøldinum, ið vit eftir hondini bara kunnu droyma um. Tað var blikalogn, ljósabláður himmal og heitt í luftini. Frágerða góð fótbóltslíkindi til eitt oddabrak í Vodafonedeildini.

Sekundvísarin var illa nokk komin rint eina ferð, so lá bólturin í málinum hjá NSÍ. Nenad Saric, sum spældi ein frálíkan fyrra hálvleik, smekkaði til uttanfyri brotssteigin og bólturin sang í netinum aftanfyri Andras Gango í NSÍ málinum. Góðar tjúgu minuttir seinni javnaði Einar T. Hansen fyri NSÍ. Tveir minuttir fyri hálvleik vísur Saric seg aftur frá síni góðu síðu og leggur upp til 2-1 málið, ið Øssur Dalbúð skoraði. Tað var seinastu ferð Saric nam við bóltin, tí hann fór av vøllinum skaddur aftaná.

– Tað var óheppi fyri okkum at missa Nenad Saric, tí hann er týdningarmikil fyri okkara spælistíl. Hann heldur væl uppá bóltin og vit máttu umstilla okkum eftir at hann fór av vøllinum, sigur Ábraham Løkin, venjari hjá ÍF.

Stutt inn í seinna hálvleik økti Dánjal á Lakjuni til 3-1 eftir gott uppspæl frá Øssuri Dalbúð. Hesa løtuna var lagið í Fuglafirði gott. NSÍ hevði torført við at skapa nakað og ÍF sá út sum eitt satt oddalið. Tá stígur Pauli Poulsen fram og ger tvær útskiftingar. Inn koma Debes Danielsen og Karoly Potemkin. Lítla løtu seinni hevur Debes minkað um munin. Tíggju minuttir seinni javnaði Jústinus R. Hansen. ÍF leikararnir vóru í øðini inn á dómran, tí hann ikki bríkslaði fyri frísparki til ÍF stutt undan fyri farligt spæl.

– Ein leikari hjá okkum fær eitt saksaspark í høvdið og tað er vanligt eitt fríspark. Anti sá dómarin tað ikki ella metti hann ikki at tað var fríspark. Okkara menn missa høvdið og hugsa for nógv um tað og for lítið um dystin har eftir, sigur Ábraham Løkin.

Fimm minutir seinni er tað hin innskifti NSÍ framherjin, Karoly Potemkin, ið hevur ein avgerandi leiklut, tá hann hegnisliga sleppur framvið ÍF verjuni og leggur bóltin fyri føturnar á Jann Inga Petersen, sum leggur NSÍ á odda. Tá vanliga leiktíði er farin, økir sami Potemkin til endaliga úrslitið 5-3 til NSÍ.

- Eftir 3-1 málið hjá okkum blíva vit við at satsa frameftir, sjálvt um leikararnir vistu at teir ikki skulu gera tað. Vit blíva við at vilja skora mál og so blíva vit ov tunnir í verjupartinum. Tað var ikki rætta loysnin, sigur Ábraham Løkin.

Avgerandi løtan í dystinum var, tá Pauli Poulsen skifti Debes Danielsen og Karloy Potemkin inn. Tað innskiftingin vendi dystinum fullkomiliga á høvdið. NSÍ hevur nú vunnið teir seinastu seks dystirnar og liggja á einum øðrum plássi, tvey stig aftanfyri HB á fyrsta plássi.