Mjølnir fór við øllum

Væl lá fyri bæði kvinnum og monnum hjá Mjølnir, tá felagið sjálvt hýsti Bank Nordik-kappingini í Klaksvík um vikuskiftið. Mjølnir streyk avstað við báðum plássunum í steypafinalunum og vann haraftrat fýra av seks kappingum

Longu undan kappingini í Klaksvík var greitt, at kvinnurnar hjá SÍ og menninir hjá ÍF høvdu tryggjað sær atgongd til steypafinalurnar, sum verða spældar í Havn leygardagin 19. februar. SÍ-kvinnurnar, tí tær vóru oddalið eftir fyrsta triðing av landskappingini, og ÍF-menninir, tí teir vóru oddalið eftir tveir teir fyrstu fimtingarnar av kappingini.
Harumframt høvdu bæði kvinnurnar og menninir hjá Mjølnir tryggjað sær í minsta lagi ein møguleika fyri at spæla dyst um at sleppa í steypafinalurnar, tí tey bæði liðini vunnu FK-kappingina, sum Fleyr skipaði fyri fyrr í heyst. Vunnu tey aftur hesa ferð, vóru tey beinleiðis í finaluni, og annars skuldu tey spæla ein dyst ímóti vinnarunum hesa ferð.
Tað skuldi tó vísa seg, at klaksvíkingar ikki vóru í meira enn avmarkaðum jólahýri, tí hóast blíðskapurin var tann vanligi, so bleiv ikki meira givið enn neyðugt, tá dystirnir vóru á skránni, og tí fóru hini liðini tómhent avstað aftur, eitt fyri og annað eftir. Mjølnir vann hjá kvinnum og monnum í bæði Eik-liguni og 1. deild, meðan Ternan A vann 2. deild hjá kvinnum og SÍ 2. deild hjá monnum.
Innleiðandi dystirnir í Bank Nordik-kappingini, sum kappingin hjá Mjølnir nú eitur, vóru leygardagin, og í Eik-liguni vóru so finalurnar á skránni í gjár. Í báðum førum var talan um góða, gamla klassikaran í flogbólti, tí mótstøðuliðini vóru í báðum førum Mjølnir og Fleyr.

Mjølnir hevði munin
Í finaluni hjá kvinnunum var Mjølnir omaná so at siga allan dystin og vann eisini 3-1. Størsti glottin hjá Fleyr var ímóti endanum á øðrum setti, tá tað eydnaðist at berja seg uppaftur, eftir at Mjølnir var á odda 23-19, tí Fleyr kom sterkt aftur og vann settið 27-25. Men henda góða gongdin helt bara ikki fram í restini av dystinum, so Mjølnir vann lættliga tey bæði síðstu settini og dystin.
Mjølnir var væl betri fyri tað mesta, fekk nógv uppaftur og vísti avgerandi styrki í álopinum, so tað ongantíð eydnaðist Fleyr at koma inn í dystin av álvara. Tí gjørdist henda finalan ikki so spennandi, sum væntast kundi, og settúrslitini vóru 25-17, 25-27, 25-14 og 25-17.
Mansfinalan endaði við 3-0 sigri til Mjølnir, ið eisini hevði uppiborið sigurin. Men hóast menninir hjá Fleyr ikki tóku nakað sett, vóru teir í løtum nær við, og dysturin vigaði fyri tað nógva aftur og fram og kundi farið bæði ein og annan veg.
Kortini hevði Mjølnir munin og spældi til tíðir sera væl. Blokkurin riggaði væl, servurnar sótu fyri tað nógva, sum tær skuldu, og í álopinum vóru klaksvíkingarnir meira avgjørdir enn havnarmenninir, ið heldur ikki vóru líka óførir at fáa bóltarnar uppaftur av gólvinum. Her gjørdust settúrslitini tí 25-21, 25-22 og 25-18 til Mjølnir.

Nýtt og gott gamalt
Sostatt er nú greitt, at steypafinalan hjá kvinnum verður millum SÍ og Mjølnir, ið ongantíð fyrr hava spælt steypafinalu ímóti hvørjumøðrum, tí samstundis sum hetta er annað árið á rað, at SÍ er í finaluni, er hetta eisini bara aðru ferð tilsamans, at SÍ røkkur so langt.
Mjølnir, sum ikki hevur verið í finaluni síðani 2007, hevur tó drúgvar finaluroyndir sum felag, tí hetta er fimtu ferð, at klaksvíkskvinnur eru í steypafinaluni.
Hjá monnunum verður tað triðju ferð, at steypafinalan er millum ÍF og Mjølnir. Í 2007 vann Mjølnir 3-0 á ÍF, sum hinvegin í 2001 vann 3-0 á Mjølnir, so báðir partar eiga »revansju« til góðar. Mjølnir er í steypafinaluni hjá monnum fyri áttandu ferð og ÍF fyri sjeyndu ferð.