Villar vespur

Dysturin í Gundadali var javnur og góður í ein góðan tíma, men tá B36 fekk ein mann útvístan, skramblaði korthúsið hjá heimaliðnum, og villu vespurnar úr Runavík sluppu at stinga frá hond

– Tað kundi líka so væl verið onkur annar, sum skoraði hasi málini, men eg var heppin, at tað gjørdist eg, segði NSÍ-framherjin, Debes Danielsen, sum í gjár kom á vøllin í Gundadali síðsta korterið og við tveimum málum og einum uppleggi fullkomuliga punkteraði B36.
Væl eydnaða innskiftingin var tó bara ein partur av orsøkini til, at NSÍ endaði við at vinna ein knúsandi sigur. Við til søguna hoyrir eisini, at B36 fekk Dmitrije Jankovic útvístan og tí mátti stríðast síðsta korterið við 10 monnum ímóti 11.
Tá Jankovic fyri aðru ferð fekk gult kort fyri at fella Christian Høgna Jacobsen, ið enn eina ferð var serstakliga væl upplagdur, var støðan longu blivin 2-1 til runavíkingarnar, so hetta gjørdist veruliga steinur oman á byrðu hjá B36, ið annars hevði sæð heilt gott út fyrsta tíman av dystinum.
Í fyrra hálvleiki líktist alt einum jøvnum og til tíðir sera væl spældum dysti, har báðir partar vildu vinna seg fram á vøllin og fáa mál. Onkra løtuna var B36 omaná og onkra NSÍ, og kjansirnir trutu heldur ikki. Eitt nú høvdu liðini hvør sítt skot á yvirliggjaran fyrstu trý korterini, ið veruliga boðaðu frá góðum undan seinna hálvleiki.
Eftir steðgin sá B36 út til at vera minst líka væl fyri og hevði ta allarfyrstu løtuna eitt sindur størri yvirskot. Onkur 100 prosents møguleiki varð brendur, men yvirhøvur sá tað sera gott út – og tað var nógv betri enn ímóti Víkingi. So við og við blandaði NSÍ seg meira uppí og dysturin javnaðist aftur.

Ongan stýrimann
Tað var NSÍ, ið kom á odda, tá Jann Martin Mortensen við høvdinum kundi senda bóltin í málið, eftir at B36-málverjin, Meinhardt Joensen, hevði hálvbjargað fyrstu royndini. Men teir gulu høvdu nóg illa fingið armarnar niðuraftur, so var tað B36, sum við góðum samanspæli inni í NSÍ-brotsteiginum fekk spælt Høgna Eysturoy frían, so hann annan dystin á rað kom á máltalvuna.
Nú var 1-1, men so var tað, at NSÍ-venjarin, Pauli Poulsen, valdi rætt millum kortini, hann hevði á hondini. Hann sendi Debes Danielsen á vøllin, og restin er mestsum søga, tí maðurin við sjeytalinum á bakinum skoraði til bæði 2-1 og 3-1, umframt at hann legði upp til 5-1 hjá málið hjá somuleiðis innskifta Ólavi í Ólavsstovu. Heðin á Lakjuni, sum legði upp til annað av málunum hjá Debes, skoraði sjálvur til 4-1.
At sigurin gjørdist so stórur, hevði beinleiðis samband við útvísingina av Dmitrije Jankovic, tí tá hann var farin av vølli, var eingin eftir at stýra verjuni hjá B36, ið fyri tað nógva sigldi runt, uttan at vita, hvat hon skuldi gera við surrandi vespurnar.
– Eg hevði ikki væntað, at vit skuldu vinna 5-1 í dag, og áðrenn teir fáa mannin útvístan, hevði javnleikur helst verið tað rættasta úrslitið. Men tá teir vóru ein í undirtali, gav tað sjálvandi okkum b betur pláss har frammi, sigur Debes Danielsen, ið er sera eyðmjúkur mótvegis sínum leikluti á liðnum:
– Eg var við frá byrjan í onkrum av fyrstu dystunum, tá tað ikki gekk so væl hjá NSÍ. Tá so gongdin vendi, var óneyðugt at skifta so nógv, men nú fekk eg so aftur møguleikan, og tað eri eg glaður fyri.