Skikkiligir meistarar

HB gjørdist Føroyameistari uttan at fáa ein einasta mann útvístan, meðan grannanfíggindarnir vunnu kappingina um at fáa fæst gul kort. Á faroesoccer.com er yvirlit yvir øll kortini, sum eru givin í landskappingini í ár, og hesum hava vit hugt nærri at

27 dystir uttan at fáa ein einasta mann útvístan. Tað megnaði HB at gera, samstundis sum teir vunnu 16 av hesum dystum, spældu seks javnar og taptu fimm dystir, sum leygardagin á seinasta leikdegi kastaði enn eitt Føroyameistaraheitið av sær.
Kortini, HB fekk í landskappingini í ár, vóru gul burturav og 41 í tali. Bara B36 fekk færri gul kort enn HB, men tað fekk so trý reyð kort í staðin. Við øðrum orðum er HB tað liðið, sum saman við B36 fekk fæst sektarstig sambært faroesoccer.com, har eitt stig verður latið fyri gul kort og trý fyri reyð.
EB/Streymur, sum endaði nummar trý á hesum sama lista við 47 gulum og einum reyðum korti, gjørdist nummar tvey í Vodafonedeildini.
Um nakað má læran av hesum vera, at tað loysir seg at hava høvdið við sær, tá spælt verður.
Vit skulu annars heilt aftur til 2003 fyri at finna nakað lið, sum kom í gjøgnum eitt heilt kappingarár uttan nakra útvísing. Tá spældu bæði KÍ og NSÍ seg gjøgnum teir 18 dystirnar, sum landskappingin taldi tá, uttan at fáa ein einasta mann vístan av vølli.

Spæla pent í høvuðsstaðnum
Lítlibeiggin í Gundadali, B36, sum endaði nummar seks í landskappingini við 14 stigum færri enn HB, kann erpa sær av, at liðið fekk lítið meira enn eitt gult kort í miðal hvønn dyst. 32 gul kort í 27 dystum gevur 1,185, sum er serstakliga lítið.
Vert er at hefta seg við, at kortini er býtt hampiliga javnt út millum leikararnar, tó at Jákup á Borg eigur sjey av gulu kortunum. Hinvegin eigur hann einki av reyðu kortunum, B36 fekk í ár. Dmitrije Jankovic fekk tvey av hesum og Klæmint Matras eitt.
32 gul kort og trý reyð geva tilsamans 41 sektarstig, ið er tað sama, HB fekk. Sostatt eru tey bæði liðini úr Gundadali í Havn tey liðini, sum eru skikkiligast á vøllinum.
Næst teimum er EB/Streymur við 50 stigum, men úti í Vika á Argjum hava tey eisini uppført seg pent. AB fekk 47 gul og tvey reyð kort, ið geva 53 sektarstig. Sostatt átti høvuðsstaðurin trý av teimum fýra mest skikkiligu liðunum í ár.

B71 og ÍF óskikkiligast
Í keðiliga endanum á sektarstiganum hjá Faroesoccer, kappast B71 og ÍF um verstu plaseringina. Bæði liðini vunnu sær 63 sektarstig, men við fimm reyðum kortum og 48 gulum, endar B71 aftast. ÍF var hinvegin tað liðið, ið fekk flest gul kort yvirhøvur, 54 tilsamans, men fekk bara tríggjar mans útvístar í mun til tey fimm reyðu kortini hjá B71.
Tríggjar av hesum fimm útvísingunum átti Símin Hansen, sum eisini tiltuskaði sær átta gul kort. Og sum vit skrivaðu á Portalinum í gjár, var hann tann mest óskikkiligi leikarin í landinum í júst farna kappingarári.
B71 og ÍF vóru annars í harðari kapping við B68, sum fekk 62 sektarstig. Toftamenn gjørdu eitt ordans hál á seinasta leikdegi, har liðið fekk tveir mans vístar av vølli, soleiðis at B68 tilsamans hevur fingið seks reyð kort í ár.
Í samband við óskikkiligu liðini er eisini vert at hyggja nærri at Víkingi. Ofta verður sagt, at Víkingur spælir so harðligt og ófantaligt. Men sambært yvirlitinum á faroesoccer.com, eru tað fimm lið, ið fingu fleiri kort enn Víkingur í ár, og um sektarstigatalvan verður býtt í helvt, so er Víkingur í skikkiligu hálvuni av liðum.