hevur eitt heitt og inniligt kjak verið um hendan spurningin í Føroyum, har tað hevur broitið í bæði borð, bæði fyri ímóti flóttafólkum. Eisini í løgtinginum hava tey viðgjørt spurningin fleiri ferðir. Og [...] løgmaður nú hálvan annan mánað eftir umstríddu nýggjársrøðuna, har hann helt, at føroyingar eiga at gera sína skyldu og taka ímóti flóttafólkum. Hann hevur eisini nevnt, at eftir hansara tykki kundu føroyingar [...] taka hetta málið upp í røðuni. Men hann staðfestir samstundis, at tað lá ikki skuggin av partapolitiskum tonkum aftanfyri, tá ið hann kortini tók spurningin upp. - Tað einasta, eg hevði í huganum vóru tey
Seinastu átta árini var Leila Solunde forkvinna í Meginfelag teirra brekaðu, og frammanundan var hon í 16 ár forkvinna í Giktafelag Føroya. Hon var bara 18 ára gomul, tá ið hon fekk liðagikt. Anna Sofía [...] ógvuliga virkin. Hon var ein av høvuðspersónunum í Dugna, har hon var stýrislimur og tað sama í Ráðnum fyri brekað. Hon virkaði fyri javnrættindum fyri fólk við breki, at útvega teimum arbeiði og bústað, [...] liva eitt gott lív hóast brek. Eitt annað var, at fólk við breki skulu hava somu rættindi sum onnur, men ikki framíhjárættindi. Samstundis skulu fólk við breki hava somu skyldur sum aðrir samfelagsborgarar
men yvir til Bergens 17. des. eru pláss eftir. Jólaaftan, Jóladag og Nýggjársdag flýgur Atlants Flog ikki. - Myndin er nøkulunda tann sama sum í fjør. At fólk í ár hava møguleikan at ferðast sjóvegis merkja [...] sum er aðalumboð hjá Maersk í Føroyum. Í fjør var avtalað millum flogfeløgini, at Atlants Flog fleyg ikki týsdag og Maersk fleyg ikki mikudag. Hendan avtalan er ikki longur í gildi. [...] Billund. - Pláss er eftir á ferðunum seinastu fáu dagarnar undan jólum. At Norrøna eisini siglir á Danmarkar-rutuni í vetur merkja vit einki til, gongdin er stórt sæð tann sama sum í fjør við einum vøkstri
himpr nú fara at avmarkað einasta veruliga vápnið í lønmóttakarin eigur, demokratiska rættin til til at fara í verkfall? Eru løgtingsmenn (ink. eg sjálvur), ið góðu sær sjálvum í meðal 80.000 krónur í lønarhækking [...] ella globalisering er rættuliga fari at gera um seg í Føroyum. Orðið globalisering er so líti ítøkjuligt og fólk leggja tí tað tey vilja í orðið. Í oyrunum á fakfelagsfólki ljóðar orðið møguliga positivt [...] fyritøkur har tað pínir mest, í sjálvum USA. Innan fyri minni enn eitt _ ár eru hesar fyritøkur riknar í defensivin, so ágangurin er fyribils viknaður. Tað at fólk í 3. heiminum í milliónatali mótmæla áganginum
at loyvt hevur verið at roykja allastaðni í høllinum uttan í sjálvum hilinum og skiftirúminum. Nú er tað soleiðis, at roykingin í øllum er skerd í Svimjihøllini í Gundadali. Forboð Jan Christiansen, borgarstjóri [...] almenningurin hevur atgongd. Í førinum við Svimjihøllini er talan um eitt heisustað, har tað ikki verður mett hóskandi, at fólk festa sær í. Hetta segði Jan Christiansen í mars mánað í ár. Á Snarskivuni hjá [...] ofta verið uppi at vent seinastu árini. Í Føroyum eins og aðrastaðni er rákið, at roykin er heilsuskaðiligt og størri mun skal vera bannað á almennum støðum. Í Føroyum hevur rákið eisini tikið við, og lands-
hjúnaband og sex ímóti natúruni. Nú skulu øll verða so human, men hyggi eftir djórunum, tey finna betur út av tí enn menniskjuni. Men í Guds orði stendur ikki bara um siðloysi, men eisini um ovát, drykkjuskap [...] Tað, sum Gud kallar synd, ella orðarætt at fara skeivur av málinum, og málið er himmalin, eitt ævigt lív heima hjá Gudi og tað rokni eg við, at øll fornuftig fólk vilja koma til, og tað verði ongar góðar [...] tað, og geri tað støðugt. Tú kanst eisini fara til Jesus við tínum syndum. Enn er tíð, hvussu leingi vita vit ikki, men leingi verður tað ikki. Bíblian sigur: »Í dag tá tú hoyrir Harrans kall, tá forherð
procentum, sum púrt einki skil er í? Metir Høgni røttu tølini so ræðandi, at hann ikki torir at avdúka tey? Hvat er tá ætlanin? Evsta vald á einum u-landi? Hví ikki í sonnum frælsisanda boða frá, hvussu [...] hvussu veruleikin sær út, og hvussu útlitini kunnu væntast at vera, og so lata fólk velja hvønn vegin tey fara. Eru ikki hesir óalítandi boðskapirnir, sum verða blakaðir út um geilar, tá alt kemur til alt [...] uppihalda sær sjálvum, og tað er í mínum hugaheimi nógv meira eyðmýkjandi, enn hetta, at viðurkenna, at vit, sum nú er, eru ov fá, til at fáa eitt framkomið fólkaræði til at virka út í uttasta lið. Og hetta er
292.393 ferðafólk komu og fóru umvegis flogvøllin í 2016, og er hetta ein vøkstur á 5,8 prosent í mun til 2015. Tað sigur Jákup Sverri Kass, stjóri í Vága Floghavn. – Umstøðurnar við flogvøllin eru nógv [...] Floghavn er tí í holt við at útbyggja parkeringsøkið við umleið 400 parkeringsplássum. – Tað arbeiði verður væntandi liðugt í oktobur 2017, sigur Jákup Sverri Kass. Harumframt, so hevur Vága Floghavn í hyggju [...] trygdarøki, sum er øki, har hondbaggasja verður kannað, áðrenn fólk fara innum til tollfría økið. – Arbeitt verður við at taka eitt band afturat í nýtslu, so at tað verða tvey bond, har trygdareftirlit verður
røðarapallinum í arbeiðshøllini hjá Ístak í Øravík seinnapartin í gjár. Beint frammanundan varð seinasta skotið latið av í tunlinum ímillum Øravík og Hov. Tað var tunnilveteranurin av øllum í Føroyum, Olaf Johannesen [...] inni í fjallinum øravíkarmegin. Tað tók hann sum ein heiður. Men hetta er ikki sum í gomlum døgum, helt hann fyri, tá ið hann festi í og syrgdi fyri gjøgnumtrekki og dagslýsi ígjøgnum fjallið. Í sambandi [...] koyrandi longu á jóansøku, sum er seinast í juni. Tað er eitt hálvt ár fyri tíðarætlanina, tí eftir henni skuldi tunnilin takast í brúk við árslok næsta ár. Í øllum førum er greitt, at hetta verður seinastu
sum nú komandi tíðina fer at ferðast. - Í næstum fara eg og maðurin at sigla eftir Donau-ánni. Seinni fara vit við 11 ommu- og abbabørnum til Íslands og vera har í 10 dagar. Slíkt kann mann, tá mann ikki [...] og uppvaksin í Hvalba, men hevur búð í Tórshavn, síðani hon var 16 ára gomul. Hon minnist væl fyrstu tíðina á arbeiðsplássinum. - Tá vóru fáir dagstovnar í kommununi, um vit samanbera við í dag. Vit høvdu [...] úti í heimi, sigur Katrin Holm. Hóast tørvurin á dagstovnaplássi í dag ikki er tann sami sum í áttatiárunum, og eingir bíðilistar eru, hevur Katrin Holm ikki fingið minni at gera. - Fyrr vóru fólk glað