Yvir 292.000 ferðafólk um Vága Floghavn í fjør

Síðan 2011 er talið av ferðandi umvegis Vága Floghavn økt við 90.000 ferðafólkum. 292.393 ferðafólk komu og fóru umvegis flogvøllin í 2016, og er hetta ein vøkstur á 5,8 prosent í mun til 2015.

 

Tað sigur Jákup Sverri Kass, stjóri í Vága Floghavn.

 

– Umstøðurnar við flogvøllin eru nógv mentar seinastu árini, og eisini eru møguleikarnir at fremja flogvinnu til og frá Føroyum, og møguleikarnir at ferðast til og úr Føroyum eru nógv mentir. Føroysk og útlendsk ferðafólk kunnu nú flúgva til fleiri ferðamál enn nakrantíð áður. Seinasta stóra frambrotið var nýggi A320 hjá Atlantic Airways, sigur hann.

 

Hann sigur víðari, at eisini hevur sjálv ferðavinnan ment seg nógv, og tað eru alsamt fleiri tilboð til ferðafólkini, tá ið tey koma til Føroyar. Hækkaði stuðulin til Visit Faroe Islands hevur gjørt, at tey eisini hava megnað at framleitt gott tilfar, og hava góð starvsfólk, sum kunnu vegleiða ferðafólk, tíðindafólk og ferðavinnusmiðir.

 

Vøksurin setur síni krøv til umstøðurnar við flogvøllin, og Vága Floghavn er tí í holt við at útbyggja parkeringsøkið við umleið 400 parkeringsplássum.

 

– Tað arbeiði verður væntandi liðugt í oktobur 2017, sigur Jákup Sverri Kass.

 

Harumframt, so hevur Vága Floghavn í hyggju at leingja baggasjubondini og útbyggja baggasjuhøllina. Eisini verður arbeitt við at útbyggja kekk inn soleiðis, at tað kann ganga enn skjótari, tá ið nógv ferðafólk skulu avstað um somu tíð.

 

Arbeitt verður eisini við at útbyggja trygdarøki, sum er øki, har hondbaggasja verður kannað, áðrenn fólk fara innum til tollfría økið.

 

– Arbeitt verður við at taka eitt band afturat í nýtslu, so at tað verða tvey bond, har trygdareftirlit verður framt, sigur hann.

 

Víðari sigur hann, at tey eisini arbeiða við at gera eitt standpláss afturat til flogfør og at menna innflúgvingartólini á flogvøllinum enn meira, soleiðis at reglusemi verður enn betur.

 

Vága Floghavn væntar eisini vøkstur í 2017, og umboð fyri føroyska ferðavinnu hava longu meldað út, at tey hava met nógvar bíleggingar í 2017.

 

– Atlantic Airways og Visit Faroe Islands hava gjørt eitt megnar arbeiði at fáa ferðafólk til Føroyar, og tey gera nógv fyri at tryggja føroyingum góðar møguleikar fyri at koma út í heim, sigur Jákup Sverri Kass, stjóri á Vága Floghavn.

 

– Tilgongdin við, at SAS í mars og Loganair í mai byrja flúgving til Føroyar fer bert at styrkja um støðuna hjá føroyskari ferðavinnu. Bæði feløgini hava eitt stórt tilfeingi av ferðafólkum, har sum tey frammanundan virka, og nú fáa hesi somu viðskiftafólk møguleikan at ferðast beinleiðis og óbeinleiðis til Føroyar. Eisini gevur hetta føroyingum fleiri møguleikar at velja ímillum, tá ið føroyingar skulu ferðast út í heim, sigur stjórin í Vága Floghavn.

 

Eisini vónar hann, at jaliga gongdin við at alt fleiri flogfeløg og flogtypur royna seg á flogvøllinum fer at halda áfram. Lufthansa, Wizzair og onnur feløg royndu flogvøllin fyri fyrstu ferð í 2016.

 

Arbeiðið við at tekkjast flogfeløgum og arbeiðið fyri, at onnur flogfeløg byrja fasta flúgving upp á Føroyar heldur eisini áfram í 2017, sigur Jákup Sverri Kass at enda.