- Tað er altíð ein lætti, tá ið seinasta skotið verður latið av. Tí tá er eisini tann størsti vandin av.
Tað var ein hugagóður stjóri á Landsverki, sum trein á røðarapallinum í arbeiðshøllini hjá Ístak í Øravík seinnapartin í gjár.
Beint frammanundan varð seinasta skotið latið av í tunlinum ímillum Øravík og Hov.
Tað var tunnilveteranurin av øllum í Føroyum, Olaf Johannesen á Tvøroyri, sum fekk heiðurin at lata seinasta skotið av, góðar 380 metrar niðri og 2200 metrar inni í fjallinum øravíkarmegin. Tað tók hann sum ein heiður. Men hetta er ikki sum í gomlum døgum, helt hann fyri, tá ið hann festi í og syrgdi fyri gjøgnumtrekki og dagslýsi ígjøgnum fjallið.
Í sambandi við hetta frambrotið fyri samferðsluna í Suðuroy,varð skipað fyri hátíðarhaldi. Einar 1200 metrar inni í tunlinum varð borðreitt við pinnamati við turrum tvøsti, turrum fiski, spiki og eplum. Og aftan á varð almenn móttøka í arbeiðshøllini hjá Ístak, har tey bjóðaðu kaffi, te, kransakaku og karamellur.
Koyrandi á Jóansøku
Arbeiðið at gera tunnilin, hevur gingið upp á stás, hóast ávísir jarðfrøðiligir trupulleikar hava verið á ávísum strekki.
Bæði Landsverk og Ístak hava sett trygdina í hásæti og allir partar fegnaðust um, at tað hevði eydnast at bora tunnilin ígjøgnum, uttan at nøkur vanlukka var hend.
Arbeiðið er eisini væl frammanfyri sína tíð og á hátíðarhaldinum hósdagin, varð upplýst, at miðað verður eftir at tað verður koyrandi ígjøgnum hann um mánaðarskiftið juli-august.
Men á arbeiðsfundi hevur Ístak boðað frá, at teir arbeiða fram ímóti, at tað verða koyrandi longu á jóansøku, sum er seinast í juni.
Tað er eitt hálvt ár fyri tíðarætlanina, tí eftir henni skuldi tunnilin takast í brúk við árslok næsta ár.
Í øllum førum er greitt, at hetta verður seinastu veturin, at suðuroyingar skulu um Hovseggina og tað verður ein ómetaligur lætti.
Úr fortíð inn í framtíð
Og júst, hvønn týdning hesin tunnilin fær fyri er eisini endurtikið ferð eftir ferð.
Í dag er eitt høvuðsendamál við útbyggingum á samferðsluøkinum, er at stuðla upp undir menning og trivnað, segði Oyvindur Brimnes.
- Tá ið hesin tunnilin er liðugur, hava 77% av suðuroyingum dagført vegasamband og tá eru eini 50% av vegunum í oynni dagførdir.
Jóannes Eidesgaard, Løgmaður, vísti á, at hesin tunnilin letur upp fyri stórum møguleikum fyri samstarvi á øllum økjum.
Hann vísti á, at framburður er meiri eitt amboð enn eitt portur til treytaleysa vælferð.
- Flytiførið ger, at nú er ikki longur neyðugt, at arbeiðspláss øðrumegin og bústaður hinumegin, fylgjast.
Hann vónaði, at hesin tunnilin fer at binda oynna saman og fer at stuðla upp undir, at vit fara at síggja Suðuroy sum eina eind og fer at geva okkum kenslu av sameining, har minni pláss fyri sundurlyndi og meiri pláss fyri samanhaldi.
- Og tað er størri vinningur fyri Suðuroyingar enn tað er í sjálvum sær at sleppa undan at koyra um Hovsegg.
Bjarni Djurholm vísti á, at Hovstunnilin førir Suðuroy úr fortíðini inn í framtíðina.
Hann takkaði fyri gott samstarv ímillum allar partar í sambandi við tunnilin og hann heldur, at hetta er ein sera góð íløga fyri samfelagið og eisini hann vónaði, at hetta fór at fáa suðuroyingar at meta oynna sum eina eind.
Hann vísti eisini á, at næsta útbyggingin í Suðuroy verður nýggjur tunnilin ímillum Trongisvág og Hvalba.
- Tá ið undirsjóvartunnil er gjørdur til Sands og sambandið millum Suðuroy og Havnina fer at ganga um Sandoynna, verður tað eitt skarvslop inn í framtíðina hjá suðuroyingum, segði hann.
Vit hava meiri um hovstunnilin í blaðnum mánadagin.
Hovstunnilin í stuttum
Arbeiðið byrjaði 6. oktober 2005.
Fyrsta skotið latið av 23. januar 2006.
Tunnilin er 2435 metrar langur og boringin hevur tikið 47 vikur. Tað gevur slakar 52 metrar í miðal um vikuna. Tað mesta, sum er borað eina viku, er 104 metrar.
Til sammetingar kann nevnast, at tá ið Hvalbiartunnilin, sum var fyrsti tunnil í Føroyum, varð gjørdur í 1963, boraðu teir 4-5 metrar um dagin.
Í dag gongur seks ferðir so skjótt at bora ein tunnil, sum tað gjørdi tá, hóast tunlarnir nú eru heilt munandi víðari.
225000 rúmmetrar av gróti í leysum máti, eru koyrd úr fjallinum.
165000 rúmmetrar eru farin í vegirnar báðum megin tunnilin. 10.000 rúmmetrar eru farnir til aðrastaðni og 50.000 eru tyrvdir uttanfyri tunnilin.
Brúkt eru 300 tons av dynamitti og teir hava sprongt 500 ferðir.
Eini 60 fólk hava arbeitt upp á tunnilin í tveimum skiftum, bæði dag og nátt.









