At Norrøna siglir millum Føroyar og Danmark í vetur og at fleiri kanska heldur velja at sigla enn at flúgva, letur ikki til at hava ávirkað flúgvingina millum londini stórvegis. Tað er um hesa tíðina, at fólk, serliga útisetar, bíleggja sær ferðaseðil til jólafrítíðina, men hóast ein sjóvegis kappingarneyta boða bæði flogfeløgini frá somu gongd í bíleggingunum av ferðaseðlum sum í fjør.
Tveir mánaðir eru til jólar og longu nú eru fleiri flogferðir so at siga útseldar. Bæði Atlants Flog og Maersk seta sum undanfarin ár eykaflogfør inn.
Tað eru sum vanligt dagarnir beint upp undir jól sum fyllast fyrst. Hjá Atlants Flog er líka frá 17. des. rímiliga fult á ferðini til Føroya og seinastu dagarnar fyri jól eru eisini við at verða fullsettir.
- Tað eru einstakir ferðaseðlar inn ímillum, sum eru tøkir, sigur Heri Niclasen, sølu- og marknaðarstjóri hjá Atlants Flog.
Nógvir eykatúrar
Atlants Flog hevur sett eykaflogfør inn frá 16. des. fram til 23. des. Beint eftir jól er eisini við at verða fullsett og serliga stórt trýst hevur verið á flogferðini sunnudagin 3. jan. Seinasta eykaflogfarið hjá Atlants Flogi á Keypmannahavnarrutuni er 7. jan.
Á Århus-rutuni vera tvey eykaflogfør, tað fyrra 12. des. og tað seinna 19. des. Á Noregsrutuni er túrurin 17. des. úr Bergen útseldur, men yvir til Bergens 17. des. eru pláss eftir. Jólaaftan, Jóladag og Nýggjársdag flýgur Atlants Flog ikki.
- Myndin er nøkulunda tann sama sum í fjør. At fólk í ár hava møguleikan at ferðast sjóvegis merkja vit ikki beinleiðis til. Tað er bara gleðiligt, at so nógv sum møguligt hava høvi at koma heim til jólar, sigur Heri Niclasen.
Vøkstur
Eisini hjá Maersk er so at siga fult á Danmarkar-rutuni beint upp undir jól. Talan er um somu dagar sum hjá Atlants Flog, ið eru við at verða útseldir. Eisini Maersk ger eykatúrar undan jólum, tann 19. des., sum er ein leygardagur, flýgir Maersk ikki færri enn tríggjar eykatúrar og tann 22. des. verður somuleiðis ein eykatúrur flogin. Úr Billund verður ein eykatúrur gjørdur tann 18. des. og tann 19. verða tveir eykatúrar úr Billund.
- Pláss er eftir á ferðunum seinastu fáu dagarnar undan jólum. At Norrøna eisini siglir á Danmarkar-rutuni í vetur merkja vit einki til, gongdin er stórt sæð tann sama sum í fjør við einum vøkstri, sigur Marita Danielsen á Flogfelag Føroya, sum er aðalumboð hjá Maersk í Føroyum.
Í fjør var avtalað millum flogfeløgini, at Atlants Flog fleyg ikki týsdag og Maersk fleyg ikki mikudag. Hendan avtalan er ikki longur í gildi.