Javnbjóðis rættur til øll

Eitt skenskt dømi um, hvussu lítið tímalønt verða vird, er tá løgtingið feldi uppskot um at avtaka karensdagarnar hjá tímaløntum, soleiðis at hesi kunnu fáa sjúkradagpening frá fyrsta sjúkradegi - sama rætt sum fastløntir lønmótakarar hava, segði Kristian Magnussen, løgtingsmaður í 1. mai røðu í Havn mánadagin

1. mai røða ár 2000 í Havn.


Gott fundarfólk.


1. mai er altjóða solidaritetsdagur hjá arbeiðararørsluni. Á hesum degi verða bæði grundleggjandi sjónarmið og grundleggjandi virði hjá arbeiðsfólki og lønmóttakarum verða framborin og staðfest.

Seinastu átta vikurnar hava sáttmálasettir lærarar verið í verkfalli fyri at tryggja sær sjálvum og børnum okkara góðar arbeiðsumstøður. Við stórum meiriluta vrakaðu lærarar semingsuppskotið, og var hetta ein sigur fyri fakliga demokratiið.

Nú er so semja um nýggjan sáttmála. Seinastu dagarnar hava vit hoyrt løgtings- og landsstýrismenn hótta við at fara í løgtingið við málinum, um semja ikki fekst í vikuskiftinum. Aftursvarið frá fakfelagsfólki og demokratum eigur at verða.

? Haldið fingrarnar burtur - verkfallrætturin er ein grundleggjandi demokratiskur rættur, ið skal virðast í dag og framyvir.

Hetta skilur løgmaður ikki. Hann hevur ákært lærarar og Lærarafelagið fyri at undirgrava samfelagið. Løgmaður átti heldur at syrgt fyri at nýorðaða almenni starvsfólkapolitikkurin fer at virka.


Eiga at syrgja fyri, at fólkaskúlalógin virkar

Bera úttalilsir løgmans boð um at politikarar uttan himpr nú fara at avmarkað einasta veruliga vápnið í lønmóttakarin eigur, demokratiska rættin til til at fara í verkfall?

Eru løgtingsmenn (ink. eg sjálvur), ið góðu sær sjálvum í meðal 80.000 krónur í lønarhækking um árið, so ósmædnir, at teir framyvir ætla at lóggeva um sáttmálaviðurskifti, tá lønmótakarar vraka semingsuppskot?

Landsstýrið hevur bæði ráð og skyldu til at syrgja fyri at fólkaskúlalógin fæst at virka.


Vinstrivongurin saman um vunnin rættindi

Nøkur siga at vit ikki longur hava brúk fyri fakfeløgum og at hesi hava alt ov nógv vald. Arbeiðsgevarar siga at arbeiðsdagurin og lønirnar skulu gerast meiri flexsiblar, so tær passa betur til framleiðsluvinnuna.

Lønmótakarar og fakfeløg eiga at vísa slíkum sjónarmiðum aftur og tvørturímóti stríðast fyri at arbeiðsmarknaðurin lagar seg til tørvin hjá arbeiðsfólki.

Nettup tí eigur fakfelagsrørslan at standa saman og vísa sína styrki. Vinstrivongurin og allar góðar kreftir eiga at arbeiða saman um vunnin rættindi og um tað ein er samdur um at fremja ella verja.

Summi halda, at tey rættindi og tær vælferðarskipanir vit hava er ein sjálvfylga. Onki er meiri skeivt. Hetta eru rættindi í arbeiðsfólk og arbeiðaraflokkar hava stríðst seg til í felag. Tí mugu hesi rættindi eisini verjast og mennast í felag.

Arbeiðara- og fakfelagsrørslan hevur síðan byrjan gingið á odda í stríðnum fyri betri og rættvísum korum hjá fjøldini. Søgan um, hvussu henda rørsla mentist og um sosialistiska hugsjónina, ið gjørdist andaliga barlastin og drívmegin í stríðnum fyri betri korum, er væl og virðiliga dokumenterað.


Javnbjóðis rættur til øll

Nú vit eru farin inn í nýggja øld má ásannast, at enn er langur og tungur róður eftir, áðrenn man av røttum kann siga, at vit øll hava javnbjóðis rætt til arbeiði, útbúgving og javnbjóðis umstøður at luttaka í samfelagslívinum og at liva og virka í heilsugóðum umhvørvi.

Somuleiðis er langt eftir mál til at allir lønmótakarar hava eina nøktandi solidariska sosiala trygd, sum roknast kann við, um ein gerst arbeiðsleysur, sjúkur ella raktur av vanlukku.

Eitt skenskt dømi um, hvussu lítið tímalønt verða vird, er tá løgtingið feldi uppskot um at avtaka karensdagarnar hjá tímaløntum, soleiðis at hesi kunnu fáa sjúkradagpening frá fyrsta sjúkradegi - sama rætt sum fastløntir lønmótakarar hava.

Er tað bíligari hjá tímaløntum at vera sjúkur enn hjá øðrum. Nógv tímalønt hava í dag sjálvdan eina heila arbeiðsviku.

Rættvíst býti snýr seg eisini um javnbjóðis vælferðartilboð til øll.

Vøggustovur og barnagarðar eru slík tilboð.

Tilboð um dagstovnapláss ger tað møguligt hjá smábarnafamiljum at samansjóða arbeiði við umsorgan fyri børnunum. Tí má nógv størri fer setast á byggingina av dagstovnum.

Í verandi samgonguskjalið er ført fram at møguleiki skal verða fyri at útgjalda fíggjarligan stuðul til tey foreldur, ið ikki nýta dagstovnar. Hetta eiga vit at vísa frá okkum.

Tað er prinsippielt skeivt at útgjalda pengar tí summi ikki nýta eina almenna tænastu. Sjálvt um Strandferðslan fær fígging yvir fíggjarlógina og lesandi fáa útbúgvingarstuðul er hetta ikki einstíðandi við at onnur, ið ikki nýta Strandferðsluna ella ganga í skúla fáa pening útgoldnan. Sama má verða galdandi fyri dagstovnapláss.


Fremja ójvanva

á ellisárum

Í longri tíð hevur hevur verið ført fram at okkara gomlu eru við at gerast ein trupulleiki. Tað verða so nógv av teimum at samfelagið fer á heysin um øll framhaldandi, tá tey fylla 67, skulu hava fólkapensión.

Kjakið snýr ikki longur um, hvussu ættarligini kunnu skipa síni viðurskifti, so at man kann hava gleði av hvørjum øðrum og geva hvørjum øðrum innihaldsliga góðsku. Nú snýr kjakið seg um hvussu vit kunnu sleppa undan at liggja til byrðu hjá øðrum.

Í hesum liggur ein kaldur og kyniskur hugsunarháttur. Hartil er hetta eyðmíkjandi at hoyra hjá teimum gomlu, ið hava lagt rygg til hetta samfelagið. Tey hava uppiborið sømuligari viðferð.

Landsstýrið hevur spælt út við, at stovnsetast skal tvungin eftirlønarskipan, ið skal avloysa tað solidarisku fólkapensiónina, tí ráð verða ikki longur at fíggja pensiónina yvir skattin.

Vit hava hoyrt at øll skulu gjalda 10% av inntøkuni í tvungnum pensiónsgaldi við ávísum skattafrádrátti. Reelt er hetta eykaskattur. So í prinsippinum er byrðan tann sama. Munurin er at verandi fólkapensión er solidarisk, við tað at øll hava rætt til pensión og at tey, ið hava tjent og eiga minst fáa mest.

Uppskotið hjá landsstýrinum fremur fíggjarligan ójavna á ellisárum. Tey, ið tjena mest fáa størst pensiónir og størstan skattafrádrátt. Hetta fer so eisini at minka um skattagrundarlagið hjá landskassanum, men tað hevur ikki verið tosa um higartil.

Landsstýrisins ætlan merkir at tey, ið ikki hava nóg góða fíggjarligar umstøður til eitt sømuligt líví dag, skulu hava minni, tí tey eisini skulu fíggja sín egna aldurdóm.

Tíverri vindir henda individualisering og generatiónsegoisma meir og meir upp á seg í samfelagnum í dag.

Einasta pensión, ið er fyri øll er fólkapensiónin, og verður hildið, at hon er ov lág, so er at hækka hana, og fíggja hækkingina við at syrgja fyri at allar inntøkur verða skattaðar, serliga tær høgu.

Alternativið verður at klassamunurin millum pensionistar gerst enn størri.


Privatiseringspsykopatar

Arbeiðsfólk og arbeiðaraflokkar eiga at varðveita og styrkja fólkapensiónina og solidariskar eftirlønarskipanir, soleiðis at tey, ið ikki hava havt møguleika til stórar uppsparingar kunnu fáa eina sømuliga eftirløn.

Tey flestu av okkum eru av tí áskoðan at fíggingin av okkara vælferðarskipanum skal verða solidarisk, soleiðis at tey, ið tjena mest eisini skulu lata mest til felagsskapin. Um hetta er so í dag kann spurnartekin setast við.

Umfatandi spekulatión er komin í okkara høvuðsvinnu. Menn gera sær dælt av at spekulera í fólksins ogn, við keyp og sølu av físki- og veiðiloyvum og ónýttum fiskidøgum. Tað er enntá so flott at hesar inntøkur higartil ikki hava verið skattaðar.

Tað gongur væl í føroysku vinnuni, men ikki kann sigast, at tey, sum skapa hesi virði fáa sín rímuliga part av virðisøkingini. Tvørturímóti gerast tey ríku ríkari, eisini við hjálp frá samgonguni, ið herfyri lækkaði partafelagsskattin úr 27% og niður í 20%.

Sambært seinastu bíbliuni hjá samgonguni, Karagataálitinum, skal partafegsskatturin enn longur niður og allir privatiseringspsykopatar skulu sleppast leysir.

Sama mynstri sum vit síggja aðrastaðni er við at taka seg upp hjá okkum, at høvuðsvinnan og skipini verða savnað á færri og færri hendur og at útlendskur kapitalur eisini hevur fingið valdið á parti av høvuðsvinnuni.

Tað at fiskimenn taka seg saman og eiga og reka síni egnu skip er við at hvørva, og ferð virðisøkingin í vinnuni tí framyvir í lummarnar hjá føroyskum og útlendskum einstaklingum. Hetta hendir við vælsignilsi frá landsstýrinum, ið hevur svorið sín trúskap til liberalisering av búskapinum.

Í Føroyum kunnu vit neyvan avtaka marknaðarbúskapin ella allan fíggjarligan ójavna, hvørki innan tað privata ella tað almenna, men vit eiga sum minsta mark at syrgja fyri at tey ríku gjalda skatt

Eitt samfelag, ið byggir á solidariskar loysnir kann bara varðveitast um øll føla at tey fáa sín rímuliga part av vælferðini. Solidariteturin verður undirgrivin tá fólk síggja at summi kunnu leggja órímuliga nógv undir seg.

Hvat hevur nýggja øldin at bjóða arbeiðsfólki og lønmóttakarum?

Ágangurin á fakfeløg og vunnin rættindi, bæði rættindi á arbeiðsmarknaðinum og politisk rættindi, hevur altið verið stórur og verður ikki minni framyvir.

Í fleiri førum tykist sum um at tað almenna sum arbeiðsgevari hevur størri trupulleikar at halda avtalur og sáttmálar, enn privatir arbeiðsgevarar. Fakfeløg mugu bæði hótta við verkfalli og eisini gera álvara av fyri at fáa sáttmálar hildnar.

Tað má tykjast margháttligt hjá lønmóttakarum at tær skattakrónur, ið hann letur til okkara felags vælferðarskipanir, skúlaskipan, almannaverk og heilsuverk verða hildnar aftur til aðrar ætlanir, ið eru frammi í tíðini

Landsstýrið hevur ikki so frægt av virðing fyri skattakrónunum, at tað virðir gjørdar avtalur og hevur virðing fyri starvsfólki.

Eitt nýtt orð, alheimsgerð ella globalisering er rættuliga fari at gera um seg í Føroyum. Orðið globalisering er so líti ítøkjuligt og fólk leggja tí tað tey vilja í orðið.

Í oyrunum á fakfelagsfólki ljóðar orðið møguliga positivt, tí fakfelagsrørslan hevur stoltar traditiónir um solidaritet tvørtur um landamørk. Hetta samarbeiði er eisini bolverk ímóti primitivari nationalismu.

At allur heimurin eigur at verða samskipaður, soleiðis at munurin millum rík og fátøk gerst minni, og at øll skulu hava atgongd til tær framleiðslur, ið verða framleiddar, hevur eisini verið aðalmál hjá arbeiðararørsluni.

Summi siga at við nýggju tøknifrøðini er allur heimurin vorin ein global bygd, sum gevur okkum óavmarkaðar menningarmøguleikar og at heimurin saktans kann stýrast av Lítla Dímun.

Henda romantiska trúgvin uppá, at tøknifrøði og globalisering nærum eru drivin av reinari idealismu, er sera vandamikil fyri okkum.

Hevur globaliseringin og liberaliseringin av heimsbúskapinum ført til minni fátakradømi? Nei - tvørturímóti gerst munurin á ríkum og fátakum størri hvønn dag.

Fjóri hvør borgari í heiminum fær ikki nokk av mati, meðan vit ongantíð hava framleitt so nógvan mat sum í dag. Trupuleikin er ikki at matur manglar, men at fólk ikki hava ráð at keypa mat.


Ótálmaðu marknaðarkreftirnar fáa valdið

Samgongan tosar um globalisering sum okkara stóra møguleika til fíggjarligt og búskaparligt sjálvbjargni.

Tann vandamikla globaliseringin, ið serliga hevur tikið dik á seg, er tann fíggjarliga og búskaparliga. Vit síggja í dag, at stórar multinationalar fyritøkur stýra størri og størri parti av heimsbúskapinum, og vit síggja eisini at hesar fáa størri og størri poltiskt vald, við vælsignilsi frá fólkavaldum politikarum.

Í dag eru tað ikki lond, ið eiga tað størsta ríkidømið, men privatar fyritøkur og tá vit vita at pengar eru vald, so er ikki trupult at ímynda sær, at valdið verður flutt frá fólkavaldum stjórnum til ótálmaðu marknaðarkreftirnar.

Eisini síggja vit í dag eina fíggjarliga spekulatión, ið er so umfatandi, at hon kann koyra lond á húsagang.

Tá Landsstýrið herfyri lækkaði partafelagsskattin bleiv upplýst, at Landsstýrið hevði hildi fund við vinnuna fyri at vita hvat, ið vinnan helt verða hóskandi at gjalda í skatti.

Verkafólk, sum hava skapt grundarlagið fyri virðisøkingini hjá teimum ríku og teimum, ið eiga partabrøvini, eru vitni til at hesi nú eisini sleppa undan at gjalda skatt, meðan tey sjálvi ikki fáa sín rættvísa part av virðisøkingini.

Skulu vit framhaldandi hava eina samfelagsskipan har lønmóttakarin hevur síni grundleggjandi. Rættindi at skipa seg í fakfeløg og rættin at fara í verkfall, mugu vit stríðast ímóti búskaparligu globaliseringini.

Multinatinalu fyritøkurnar hava ígjøgnum WTO m. a ætlanir um at skerja verkfalsrættin hjá øllum lønmóttakarum, óansæð hvar hesir búgva.

Politiskt mugu vit seta mørk, og stýra marknaðarkreftunum, fyri at tryggja fólki sosialt rættvísi og fyri lønmóttakaran burðardygga menning.

Havandi í huga søguna hjá arbeiðararørsluni, eigur tað ikki at undra nakran at kapitalurin og fríðu marknaðarkreftirnar ikki hava somu áhugamál sum lønmóttakarin.

Síðsta heyst og aftur nú í vár hava vit hoyrt um og sæð í sjónvarpinum at sjálvt amerikanarir eru byrjaðu at vakna og venda sær ímóti WTO, Heimsbankanum og IMF. Hesir stovnar eru amboð hjá globalu marknaðarkreftunum.

At amerikanarar eru farnir á barrukadurnar at stuðla sínum brøðrum og systrum í 3. Heiminum. Hví er tað nú áhugavert. Hvat við øllum teimum, ið dagliga berjast ímóti hesum multinationalu fyritøkum, uttan at heimurin varnast.

Tað, sum er áhugavert er, at amerikansk fakfelagsfólk hava rakt hesar fyritøkur har tað pínir mest, í sjálvum USA. Innan fyri minni enn eitt _ ár eru hesar fyritøkur riknar í defensivin, so ágangurin er fyribils viknaður.

Tað at fólk í 3. heiminum í milliónatali mótmæla áganginum, kann tíverri ikki skakað fjølmiðlarnar í vesturheiminum í sama mun, sum tá amerikanarar tveita ketsjup á IMF-stjórar.

Ígjøgnum fleiri ártíggir hava Heimsbankin og IMF havt ábyrgdina av at milliónir av fólki hava fingið oyðilagt sítt lívsgrundarlag og sjálvt lívið, orsaka av kravi teirra um frían marknaðarbúskap.

Hesin veruleiki er blivin kamufleraður aftanfyri orð sum, bygnaðarbroytingar, privatisering, liberalisering og rationalisering. Ella við einum øðrum orðið globalisering.

Er hetta ikki somu orð sum vit í dag hoyra í Føroyum, sum skulu verða okkara stóra búskaparliga bjarging. Bygnaðarbroytingar, privatisering, liberalisering og rationalisering. Sigur samgongan ikki at alheimgerðin ella globalis-eringin er okkara stóri møguleika til fíggjarligt og búskaparligt sjálvbjargni.

Sum eitt lítið land koma vit altið at hava sama trupulleikan sum tey smáu altíð hava ímóti teimum stóru. Stóri politiski spurningurin í Føroyum nú og framyvir er og verður hvussu vit best verja okkum og okkara samfelagsskipan ímóti hesum ágangi.

Hvat gera vit tann dagin tá vinnulívið og spekulantar aftur fara at halda veitslu sum í 80 ´unum. Eina veitslu, sum vanligi føroyinginum fekk rokningina fyri, hóast hann ikki varð boðin við í veitsluna. Skulu teir aftur sleppa at senda rokningina sama stað?

Ein stórt tak verður hjá okkum føroyingum, hvussu vit fyribyrgja, at vit ikki koma so fyri, at vit standa við hattinum í hondini hjá Heimsbankanum og IMF. Tá verða vunnin rættindi og vælferðarsamfelagið avmonterað av álvara.

Eg vil enda við at ynskja arbeiðsfólki og lønmóttakarum góðan byr framyvir og ein framhaldandi góðan 1. mai.


Kristian Magnussen