- Eg visti fullvæl at eg kundi enda sum eitt royttur lundi! Tað sigur løgmaður nú hálvan annan mánað eftir umstríddu nýggjársrøðuna, har hann helt, at føroyingar eiga at gera sína skyldu og taka ímóti flóttafólkum. Hann hevur eisini nevnt, at eftir hansara tykki kundu føroyingar taka ímóti eini 40-50 flóttafólkafamiljum.
Hetta var sum at vísa hundi brand, tí síðani hevur eitt heitt og inniligt kjak verið um hendan spurningin í Føroyum, har tað hevur broitið í bæði borð, bæði fyri ímóti flóttafólkum.
Eisini í løgtinginum hava tey viðgjørt spurningin fleiri ferðir. Og seinast løgtingið viðgjørdi spurningin, staðfesti løgmaður, at hann hevði ivast øgiliga um hann skuldi taka hetta málið upp í røðuni. Men hann staðfestir samstundis, at tað lá ikki skuggin av partapolitiskum tonkum aftanfyri, tá ið hann kortini tók spurningin upp. - Tað einasta, eg hevði í huganum vóru tey kristnu grundvirðini. Eg eri uppvaksin við at vísa næstrakærleika og at vit skulu hjálpa, har vit kunnu. - Eg visti fullvæl, at eg kundi enda sum eitt royttur lundi tá eg tók tað upp, staðfestir hann somuleiðis. Men hann fegnast stórliga um, at kjak hevur tikið seg upp í Føroyum um spurningin.
Hinvegin ásannar hann, at kjakið hevur lært hann, at hann gjørdi eitt mistak. - Eg skuldi ikki havt nevnt, at vit skulu taka ímóti 40-50 flóttafólkafamiljum. Kjakið hevur lært meg, at tað eru vit ikki búgvin til.
Kaj Leo Holm Johannesen sigur kortini, at vit eru búgvin til at taka eitt kjak um vit vilja hjálpa, ella um vit ikki vilja hjálpa. - Tað hevur týdning, at vit ikki fara at brúka hetta sum eina partapolitiska kastibløku ímóti hvørjum øðrum, sigur løgmaður.
Í kjakinum hava fleiri víst á, at tað er vandamikið at fáa so nógvar muslimar til Føroya, tí tey so nógv øðrvísi enn vit. - Kanska havi eg misskilt kristna boðskapin og at vit skulu sortera flóttafólk, hedur løgmaður. Men hann leggur dent á, at vit skulu ikki bakka fyri teimum, sum vilja knúsa okkara kristnu virði.
Hinvegin staðfestir hann eisini, at Føroyar mugu ikki verða eitt land í Norðuratlantshavi, sum læsir seg sjálvt inni sum eitt eitt annað Norðurkorea og ikki vil hjálpa nøkrum familjum. |










