Hvat er synd

Hetta er sjálvandi ikki hvat mín meining er ella tín, tí tað hevur ongan týdning.

Men hvat sigur Gud, tí Bíblian er Gud orð, tað sum Gud hevur sagt, líka mikið um tú ella eg trúgva tí ella ikki. Og Guds orð sigur: »Villist ikki, hvørki siðloysingar = sex uttanfyri hjúnaband og sex ímóti natúruni.
Nú skulu øll verða so human, men hyggi eftir djórunum, tey finna betur út av tí enn menniskjuni.
Men í Guds orði stendur ikki bara um siðloysi, men eisini um ovát, drykkjuskap, at lúgva, havisjúka = vilja hava alt o.s.fr. hesi skulu ikki arva ríki Guds. Hvat er synd? Tað, sum Gud kallar synd, ella orðarætt at fara skeivur av málinum, og málið er himmalin, eitt ævigt lív heima hjá Gudi og tað rokni eg við, at øll fornuftig fólk vilja koma til, og tað verði ongar góðar gerðir ella dópur, sum førir okkum hagar, tað er bert ein vegur, og hann eitur Jesus.
Hann er nemmiliga ikki ein religión, men ein persónur. Evangeliið er at vit kunnu siga ella »bera« alla okkara synd til Jesus, Hann sum vann okkum sigur á Golgata. Eg havi gjørt tað, og geri tað støðugt. Tú kanst eisini fara til Jesus við tínum syndum.
Enn er tíð, hvussu leingi vita vit ikki, men leingi verður tað ikki. Bíblian sigur: »Í dag tá tú hoyrir Harrans kall, tá forherð ikki hjarta títt«. Vit eiga ikki ímorgin.
Um tú vilt vita hvar hetta stendur í Bíbliuni ella hava eina samtalu ert tú vælkomin at ringja.

P. S. Lesið Bíbliuna, alla Bíbliuna og verð sælur = hjartans lukkuligur. Tann best dokumenteraða bókin í heiminum vísindaliga.