Royking bannað

Tað er ikki loyvt at røkja á stovnum hjá Tórshavnar kommunu. Hetta vekir ónøgd fleiri staðni, men kravið er ófrávíkiligt

ROYKING

Spurningurin um royking á almennum støðum hevur rættiliga ofta verið uppi at vent seinastu árini. Í Føroyum eins og aðrastaðni er rákið, at roykin er heilsuskaðiligt og størri mun skal vera bannað á almennum støðum.
Í Føroyum hevur rákið eisini tikið við, og lands- eins og kommunalir myndugleikar hava tikið uppgávuna á seg at skerja roykingina.
Roykjandi starvsfólkið verður trýst út í rúm og krókar til sína dagligu dosis av nikotin fyltum tubbakki.
Í Tórshavnar kommunu er støðan tann, at mentamálanevndin hin 7. juni 2000 gjørdi eingin minni enn at orða ein politik á økinum. Hesin politikkur hevur sett sín dám á stovnar og bygningar hjá kommununi.
Í márs mánað kundu vit lesa um, at Tórshavnar býráð hevði álagt Svimjihøllin at seta eitt roykiforboð í verk. Hetta framgongur av skrivi dagfest 22. februar, har álagt verður, at svimjihøllin skal gerast fullkomiliga roykfrí sum skjótast.
Tað kann so vera ein tulkingarspurningur, hvat orðingarnar merkja, men vit settu okkum fyri at kanna eftir, hvussu er og ikki við royking, svimjing og øðrum almennum.

Nøkur borð
Svimjihøllin í Gundadali hevur hvønn dag einar 400-500 vitjandi. Um summarið kann hetta talið vera enn hægri. Uttanfyri svimjihøllina liggja eisini hópin av sigaretstubbum sum prógv fyri, at her hava roykjarar verið í nánd. Beinanvegin tú kemur innar, gerst tað greitt, at hetta er vandaøkið fyri ein og hvønn roykjarara. Royking er bannað stendur skilliga frámerkt, og dreymurin um heilsu og nikotin sløknar eins skjótt og sigarettin.
Í svimjihøllini starvast átjan fólk, og hesi hava fingið ein krók, har tey kunnu sleppa at roykja. Hetta hevur vakt eitt sindur av ampa hjá roykjandi partinum av starvsfólkunum. Tey eru kortini ikki so nógv í tali, vita tey at siga í Svimjihøllini.
Talan er heldur um eitt fullkomilig roykiforboð, tí í kantinuni eru nøkur borð, har roykjarar kunnu sita og festa sær í. Har er eingin serstøk útsúgving ella annað, og hetta hevur heldur ongantíð veri.
Áður hevur tað verið soleiðis, at loyvt hevur verið at roykja allastaðni í høllinum uttan í sjálvum hilinum og skiftirúminum. Nú er tað soleiðis, at roykingin í øllum er skerd í Svimjihøllini í Gundadali.

Forboð
Jan Christiansen, borgarstjóri, sigur, at Tórshavnar kommuna hevur tann politikk á økinum, at ikki skal kunna roykjast, har almenningurin hevur atgongd. Í førinum við Svimjihøllini er talan um eitt heisustað, har tað ikki verður mett hóskandi, at fólk festa sær í.
Hetta segði Jan Christiansen í mars mánað í ár.
Á Snarskivuni hjá Tórshavnar kommuna angar væl. Snarskivan hevur høli saman við Postverki Føroya á Vaglinum. Har er heldur ikki loyvt at roykja. Starvsfólkið hevur fingið eitt tillutað eitt høli, har tey sleppa at roykja. Somu treytir hava onnur í umsitingini hjá kommununui.