Katrin fekk manga skolu

- Eg var mangan skotskivan, tá foreldrini ikki fingu pláss til børnini á dagstovni. Men eg skilti væl frustrasjónirnar og lat meg ikki ávirka stórvegis, tá tey skeldaðu, sigur Katrin á Holm, sum seinastu 27 árini hevur arbeitt við bíðilistum og ávísing til dagansingarstovnar í Tórshavnar Kommunu. Í gjár hevði hon sín seinasta arbeiðsdag

Tað munnu vera tey fæstu foreldrini í Tórshavnar Kommunu, sum ikki hava verið í sambandi við Katrina Holm.
- Eg havi prátað við fleiri túsund foreldur gjøgnum ár og dag, og tað stuttliga er, at eg kennist aftur við fleiri av børnunum, tá eg síggi tey í dag ella síggi nøvnini onkrastaðni, sigur 67 ára gamla Katrin Holm, ið nú hevur valt at fara frá við eftirløn.
- Hetta hevur verið eitt ótrúliga gott arbeiðspláss, og eg havi altíð trivist væl. Eisini ta tíðina, tá fleiri enn 300 børn stóðu á bíðilista og foreldrini lótu sína ónøgd ganga útyvir meg, sigur Katrin Holm.

Hálvt ár bleiv til 27
Hóast hon seinastu mongu árini hvønn morgun er farin til arbeiðis í Snarskivuni, var tað nærum av tilvild, at hon fór at arbeiða hjá Tórshavnar Kommunu.
- Eg fekk arbeiði í dagrøktini, har eg vitjaði dagrøktaramammur. Ein, ið arbeiddi hjá kommununi við barnaansing , fór í farloyvi, og eg bleiv tá spurd, um eg kundi arbeiða har í eitt hálvt ár. Eg minnist væl, at eg hugsaði, at eitt hálvt ár skuldi eg nokk klára. Men tað bleiv so til heili 27 ár, sigur Katrin Holm og flennir. Sjálv er hon fødd og uppvaksin í Hvalba, men hevur búð í Tórshavn, síðani hon var 16 ára gomul.
Hon minnist væl fyrstu tíðina á arbeiðsplássinum.
- Tá vóru fáir dagstovnar í kommununi, um vit samanbera við í dag. Vit høvdu tá seks stovnar, meðan vit í dag hava okkurt millum 20 og 24 dagstovnar, greiðir Katrin Holm frá.
- Í nógv ár var eg einsamøll um at arbeiða við ávísing til dagstovnapláss. Tørvurin var ótrúliga stórur, og tá bíðilistin var upp á tað hægsta seinast í áttatiárunum, taldi listin nakað yvir 300 børn, sigur Katrin Holm, sum minnist aftur á tey árini sum eina strævna tíð.
- Tað var altíð øgiliga nógv at gera, minnist eg. Foreldrini vóru ikki altíð líka blíð, tá eg gav teimum boðini um, at í løtuni var einki dagstovnapláss tøkt til teirra barn. Tey vóru kedd, irriterað, og ja, tey vóru í dýrastu neyð, tí tey sluppu ikki til arbeiðis.

Skeldaðu úti alment
Katrin Holm dylir ikki fyri, at arbeiðsdagurin fyrstu tíðina ofta var merktur av, at foreldur settu seg í samband við hana og komu við ymsum ábreiðslum.
- Eg plagi at siga, at eg fekk tey skeldini, sum politikararnir áttu. Hóast tað kundi vera eitt sindur keðiligt, so haldi eg, at eg taklaði tað bara heilt væl, tí eg visti altíð, at tað var jú ikki meg, tey vóru ill um, men tað var støðan, tey vóru í, sum gjørdi tey frustrerað, greiðir Katrin Holm frá.
Ta tíðina, tá bíðilistarnir vóru upp á tað hægsta, kom tað meir enn so fyri, at foreldur eisini settu seg í samband við Katrina Holm uttan fyri arbeiðstíð.
- Tað kom fyri, at fólk komu yvir til mín í eini veitslu, til okkurt alment tiltak ella tá eg var til handils og søgdu meg vera órættvísa og spurdu meg um, hví teirra barn ikki kundi sleppa á stovn. Eg haldi, tað var rættiliga keðiligt, tá tey komu til mín á handa hátt, tí tá var eg jú ikki til arbeiðis, fortelur Katrin Holm og leggur afturat, at hon av somu orsøk eitt tíðarskeið ikki fór so ofta til almenn tiltøk so sum flaggdagshald og tílíkt.
- Men í dag havi eg gloymt allar hasar har minni góðu løturnar. Eg havi altíð roynt at fara eins við øllum, hóast øll kanska ikki hava kent tað so, og harafturat havi eg altíð roynt at sett meg inn í støðuna hjá foreldrunum og tikið støði í, at børnini eru tað eymasta og týdningarmiklasta fyri foreldrini, sigur Katrin Holm og leggur afturat:
- Flestu foreldrini hava øll árini verið fitt og skiljandi, og tá tey endiliga fingu dagstovnapláss til barnið, vóru tey so ótrúliga glað og takksom, og tað gjørdi eisini arbeiðið hugaligt.

Krøvini eru broytt
Tørvurin á barnaansing er nógv broyttur, hesi árini Katrin Holm hevur arbeitt við barnaaansingarøkinum hjá kommununi. Kreppan í 1992 hevði stóra ávirkan á bíðilistarnir, sum høvdu verið árini frammanundan kreppuna.
- Tá upplivdu vit brádliga, at foreldur takkaðu nei til pláss á dagstovni, og tað var rættiliga undarligt, tí tað var, sum at alt brádliga lá lamið. Fólk fluttu av landinum, og tað er eisini nakað, vit síggja aftur í dag, tí barnatalið minkar. Tey smábørnini, sum fóru av landinum tá, vuksa upp í Danmark ella aðrastaðni, og fleiri teirra fáa børn og verða verandi úti í heimi, sigur Katrin Holm.
Hóast tørvurin á dagstovnaplássi í dag ikki er tann sami sum í áttatiárunum, og eingir bíðilistar eru, hevur Katrin Holm ikki fingið minni at gera.
- Fyrr vóru fólk glað, bara tey fingu dagstovnapláss til barnið. Í dag fáa øll pláss, men nú eru aðrar avbjóðingar, tí foreldrini seta krøv til tann dagstovnin, sum er karmur um ein stóran part av gerandisdegnum hjá nógvum børnum, fortelur Katrin Holm og heldur fram:
- Nóg foreldur í dag eru ovbyrjað. Tey hava eitt strævið lív og arbeiða nógv fyri at fáa endarnar at røkka saman, og tí ynskja tey ein so góðan stovn til barnið sum yvirhøvur gjørligt, sigur Katrin Holm og vísir á eina aðra broyting í hennara arbeiðsdegi.
- Vit fáast rættiliga nógv við børn við serligum tørvi. Eg trúgvi, at foreldrini eru í dag meira tilvitað um hesi børnini, men eg haldi eisini, at vit eru blivin betri at leggja til merkis, tá børn hava tørv á serligari hjálp.

Tíð til fimleik og fjallatúrar
Nú Katrin Holm hevur havt sín seinasta arbeiðsdag, ætlar hon sær ikki at sita hendur í favn. Tvørturímóti.
- Eg kundi hildið fram, til eg var 70, men eg havi sjálv valt at tíðin er komin at eg gevist. Nú vil eg njóta lívið, tí framvegis er heilsan góð og eg havi nógv ymiskt eg vil uppliva, sigur Katrin Holm, sum nú komandi tíðina fer at ferðast.
- Í næstum fara eg og maðurin at sigla eftir Donau-ánni. Seinni fara vit við 11 ommu- og abbabørnum til Íslands og vera har í 10 dagar. Slíkt kann mann, tá mann ikki skal hugsa um arbeiði, sigur Katrin Holm og flennir.
Í nógv ár hevur hon verið virkin innan fimleik í Havnar Fimleikafelag, og har hevur hon ongar ætlanir um at gevast.
- Eg havi gjørt fimleik í nógv ár, og fimleikurin hevur stóran týdning fyri meg og mín gerandisdag. Nú fari eg at hava góða tíð til fimleikin og eisini teir mongu gongutúrarnir í fjøllunum í Føroyum, sum mær eisini dámar væl, fortelur Katrin Holm.
Møguliga fer hon eisini at tosa meira í telefon, enn hon hevur gjørt.
- Hesi seinastu 27 árini havi eg tosað so mikið nógv í telefon, tá eg havi verið til arbeiðis, at eg havi als ikki tímað at sitið við telefonini, tá eg eg havi verið heima. Men tað verður ivaleyst øðrvísi nú, sigur Katrin Holm og smílist.