Súsanna Dam
????????????????
Hevur nakar loyst eplagátuna? Er húski Høgna einaferð aftur um at gerast offur fyri eini vælskipaðari herferð við manipuleraðum tølum og avskeplaðum procentum, sum púrt einki skil er í? Metir Høgni røttu tølini so ræðandi, at hann ikki torir at avdúka tey?
Hvat er tá ætlanin? Evsta vald á einum u-landi?
Hví ikki í sonnum frælsisanda boða frá, hvussu veruleikin sær út, og hvussu útlitini kunnu væntast at vera, og so lata fólk velja hvønn vegin tey fara. Eru ikki hesir óalítandi boðskapirnir, sum verða blakaðir út um geilar, tá alt kemur til alt, hin allarstørsta forðingin fyri, at nøkur broyting kann henda? Hin æviga biddaragongdin til Pól, kann ikki annað enn prógva, at Høgni innast inni als einki álit hevur á, at húski hansara megnar at uppihalda sær sjálvum, og tað er í mínum hugaheimi nógv meira eyðmýkjandi, enn hetta, at viðurkenna, at vit, sum nú er, eru ov fá, til at fáa eitt framkomið fólkaræði til at virka út í uttasta lið. Og hetta er ikki ein spurningur um meira ella minni av peningi, men um meira ella minni av mannarættindum, -evnum og -orku.
Hevði ikki verið hópin reiðiligari at sagt okkum, ella enn betur spurt okkum, hvar yvirflóðin skal skerast, tá ella um vit velja at fara úr ríkisfelagsskapinum, tí allir føroyingar eru púra greiðir yvir, at tá helvtin av setini restar, so verður ávøksturin helvtina minni. At siga annað er eftir mínum tykki bæði falsan og svik og ikki heilt rættsiktað.









