hann í 1992 varð ættleiddur úr Kolumbia til Føroya. Tá var hann trý ár og níggju mánaðir. Nú er hann 20 ár, hann er liðugur við sína skúlagongd, og starvast fyribils á dagstovninum við Landavegin í Havn [...] eru á leið 500.000 børn at finna í gøtunum hvønn dag í Bogota. - Landið er rættiliga bíligt at búgva í, tí útflutningurin av vørum til londini rundan um er stórur í Kolumbia. Bogotá býur liggur á 2600 [...] Hann hevur nevniliga eina síðuverkætlan í kvittanum, nú hann eftir 17 ár leitar sær aftur til landið, hann varð ættleiddur úr. Eitt natúrligt forvitni er vaknað innan í honum. - Av tí at eg var so stórur,
Hann er gamal í garði í Fótbóltssambandi Føroya, so tað er ikki heilt av tilvild, at Christian Andreasen situr sum formaður í FSF. - Eg kom í nevndina í FSF á fyrsta sinni í 1986 og havi sitið í skiftandi [...] Syngur í kóri Men meðan Christian Andreasen gavst við fótbóltinum, hevur hann eitt annað frítíðarítriv, sum hevur hingið betri við. - Eg havi sungið í kóri í nógv Harrans ár. Eg byrjaði at syngja í kóri [...] eg í mong ár virkað sum advokatur hjá Fótbóltssambandinum, so áhugin hevur altíð verið har, sigur Christian Andreasen. Hann sat í FSF-nevndini frá 1986 til 1988, og so aftur frá 2002 til 2004. Og í 2010
pengar til kommununa. Og í Tórshavnar kommunu, so fegnast tey um, at so nógv fólk hava valt at ferðast í Føroyum í koronutíðini – og eisini vitjað í høvuðsstaðnum. Úr »Ferðast í Føroyum«, Sosialurin 25 [...] skal ætlandi samtykkjast í býráðnum fyri summari. Vit hava hitt borgarstjóran Heðin Mortensen, borgarstjóra í Tórshavnar kommunu. Heðin Mortensen sigur, at nógv av tilmælunum í gamla ferðavinnupolitikkinum [...] til Føroya í senn. . Nýggi ferðavinnupolitikkurin hjá Tórshavnar kommunu skal samtykkjast hesu megin summarfrítíðina og er í løtuni til politiska viðgerð í viðkomandi nevndum hjá kommununi. Í nýggja
hitst í tveir dagar, áðrenn tey giftust í januar í fjør. Triðja orsøkin, at tey ikki kunnu samskifta, tí hann er føroyingur og hon úr Gana. Tað telur eyðsæð fyri einki, at bæði hava lært enskt í skúlanum [...] unum, at tey hava heft seg við, at eg eri 26 ár eldri enn hon og at vit einans hittust í tveir dagar, áðrenn vit giftust. Tað tykist ikki, sum tey hava gjørt nakra roynd at seta seg inn í umstøðurnar hjá [...] Kesseh uppihaldsloyvi í Føroyum. - Tað er heilt burturvið. Millum linjurnar siga tey jú, at eg skal hava fingið pening fyri, at veita henni uppihaldsloyvi, sigur Kári við Rættará. Í oktobur koma so ringu
verksmiðjuni í Cowley í Oxfordshire í Onglandi. 1960: Øðin hjá sovjetiska leiðaranum, Nikita Khrusjtjov, kókar yvir, tá hann heldur røðu í ST – hann letur seg úr øðrum skónum og bankar hann í borðið í berari [...] fyri at hava dripið Olof Palme, verður nú frífunnin og leyslatin 1997: John Denver doyði í flogvanlukku, tá privatflogfar hansara datt niður. 2002: Ein bumba verður sprongd á einum náttklubba í Bali, sum [...] verndarhalgimenni hjá Eysturríki, og fleiri av keisarunum har hava borið navnið Maximilian. Navnið merkir hin fjølmenti. (Axel Tórgarð: Dagar og nøvn í álmanakkanum, 2. broytta útgáva 2008) Hendingar, ið knýta
sum kappingin hevur lagað seg í oddastríðnum, so kann eg illa ímynda mær annað, enn at hann fer at spæla við okkum, men, sum sagt, so hava vit ikki tosað liðugt um hetta, var í gjár viðmerkingin hjá Gunnari [...] Allan verður drúgvur Avtalan millum Allan Mørkøre og HB hevur røtur í handlinum, sum tíðliga í ár varð gjørdur millum HB og ÍBV. ? Í sambandi við handilin varð avgjørt, at spæliloyvið hjá Allani Møkrøre [...] siga, at Allan Mørkøre skuldi spæla við HB tvey tey síðstu umførini í landskappingini, og vit frætta nú úr HB, at tað líka sum liggur í luftini, at Uni Arge eisini fer at hjálpa barndómsfelagnum, tá HB fer
agið og Fiskimálaráðið. Bitland kemur at hava prosjektleiðsluna í fyrsta stiginum, sum umfatar kravfesting av allari skipanini. Í fyrireikingararbeiðinum hava, umframt Fiskimálaráðið, Ráfiskakeypara- og [...] fiskivinnuna, luttikið. Arbeitt verður fram í móti, at fáa kravfestinararbeiðið liðugt innan 1. november í ár, soleiðis at avtala kann gerast við veitara av skipanini í hesum árinum. Longu 1. mai 2006 skal skipanin [...] eringum og rationaliseringum í øllum virkjum í virðisketuni umframt í áhugafeløgum og almennum stovnum, sum fáa elektronisk dáta frá fiskivinnuni. Eitt sera týðandi evni í menningini er trygdin og ogn
støðugt hevði vunnið seg alt longur fram í røðini, tá bakk-plássini í Frem skuldu setast, gjørdist fótbóltsheystið hjá Jónasi Þór Næss alt annað enn hugaligt í fjør. Hann og felagið kundu ikki semjast [...] hjá mær, og nú vil eg hava spæligleðina aftur, sigur Jónas. - Og tað vóni eg skal bera til í AB. Eg havi júst verið við felagnum á eini venjingarlegu í Turkalandi, har eg spældi við í tveimum av trimum dystum [...] felagið millum tey fremstu í Danmark. Fíggjarliga grundarlagið er nú um- og endurskipað, og ætlanin er, at felagið um eitt ár skal vera við í kappingini um sessirnar til SAS-liguna. Í vetrarsteðginum er felagið
sjóndar í mikudagin, tá hann avgjørdur noktaði fyri, at tað í nevndini varð hugsað um at siga venjaranum úr starvi. Skeiva vegin Í Hull hava teir ásannað, at møguleikin fyri beinleiðis uppflyting í triðbestu [...] Hann er kendur venjari í Onglandi. Teir í Hull hava kent tað sum ein forrætt, at venjarin hjá teirra liði hevur verið ein, sum áður hevur havt ábyrgdina av Aston Villa, Leicester, Wolverhampton og Stoke [...] 14. juni í fjør keypti Julian Johnsson frá Sogndal og til Hull. Í kapping við sjey aðrar eydnaðist tað Juliani beinanvegin at sannføra venjaran um, at hann átti at vera sjálvskrivqaður til annað sentrala
bólki, sum mong ikki hava hoyrt um Lovsongsbólkurin í Filadelfia. Í samkomuni Filadelfia í Havn hava tey mangan frøtt seg um alt tað, sum hesin bólkurin hevur borið fram á møtum í samkomuni. Og helst [...] Jacobsen skrivað ein annan sang í felag. Dánjal hevur sjálvur gjørt lagið, og tað er kona hansara, Gunnvør sum syngur henda sangin. Ein tung tíð Tað var í januar mánaði í ár at tey í lovsangsbólkinum av álvara [...] meg ella okkum í lovsangsbólkinum, men skal æra Gud og einki annað, sigur hon. Væl dámd Mia sjálv gongur í løtuni á pedagogskúla í Havn. Og har hevur hon eisini tosað um fløguna, tey hava arbeitt við. Nógv